hósdagur 16. mars 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 54 - 16. mars 2006
Arnold Joensen og ÍF
hava gjørt avtalu um,
at klaksvíkingurin
í ár skal spæla fyri
fuglfirðingar
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Um vikuskiftið kom tað
fram, at Arnold Joensen og
KÍ høvdu strikað seinasta
árið av sáttmálanum millum
partarnar. Arnold vildi ikki
ganga undir tær treytirnar,
sum vóru galdandi á besta
KÍ-liðnum, og tí gjørdu
partarnir í semju av at
steðga samstarvinum teirra
millum.
Fleiri feløg vóru áhugað
í at fáa Arnold at spæla
fyri seg, og í gjárkvøldið
fall avgerðin um, at Arnold
Joensen spældir við ÍF hetta
kappingarárið.
Arnold hevur spælt í bestu
fótbóltsdeildini síðani 1991,
tá hann var 16 ára gamal, og
hann hevur fyri tað mesta
spælt í KÍ. Eitt skifti var hann
tó á Toftum og spældi.
Nú skal álopssinnaði
miðvallarspælarin royna
seg í reyðu troyggjuni
hjá ÍF, og har verður hann
liðfelagi við teir aðrar
klaksvíkingar, sum eru farnir
til Fuglafirðar at spæla í ár.
Teir eru málmaðurin Karstin
Joensen og útispælarin
Julian Samuelsen.
Føroyar fara trý pláss
aftur á nýggjasta
styrkislistanum hjá
FIFA, og europeiskar
smátjóðir sum
Andorra, Malta og
Liktinstein liggja
frammanfyri Føroyar
á styrkislistanum
Fótbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Tað vóru dagar, tá ið Føroyar
kundu kalla seg sterkasta
smátjóðin í Europa, men
soleiðis er ikki longur.
Úrslitini hjá fótbólts-
landsliðnum hava ikki verið
so góð, sum tey onkuntíð
hava verið, og seinastu
árini eru Føroya støðugt
gingnar aftur á FIFA-
styrkislistanum.
Á nýggjasta listanum,
sum varð kunngjørdur
í
dag,
eru
Føroyar
nummar 135 av teimum
205 fótbóltstjóðunum í
heiminum, og tað eru trý
pláss verri enn í síðsta
mánaði.
Nú eru aðrar pinkutjóðir
í Europa frammanfyri
okkum at FIFA-listanum.
Malta er nummar 122,
Liktinstein nummar 124,
Andorra nummar 127, og
Kasakhstan, sum hevur ligið
aftanfyri Føroyar, er nú farið
fram um.
Føroyar kunnu tó framvegis
líta niður eftir listanum og
finna fótbóltstjóðir sum
San Marino og Luksemborg
aftanfyri okkum.
Týskland eftir hæli
Sterkasta fótbóltstjóð í
heiminum er sambært
FIFA-styrkislistanum Brasil,
og Kekkia er nummar 2.
Hini londini í topp 10 eru:
Holland, Argentina, USA,
Spania, Meksiko, Frakland,
England og Portugal.
Fremsta norðurlandið
er Danmark, sum liggur
nummar 10. Svøríki er
nummar 16.
Vertstjóðin
til
HM-
endaspælið í summar,
Týskland, stendur seg
ikki serliga væl á FIFA-
styrkislistanum. Úrslitini
hjá Týsklandi hava ikki verið
tey bestu, og nú er landið
nummar 22 – aftanfyri lond
sum Iran, Japan, Egyptaland
og Nigeria.
Grannar okkara Ísland fara
eitt pláss aftur á nýggjasta
listanum og liggja nú sum
nummar 97.
Veikasta fótbóltstjóðin í
heiminum er sambært FIFA
Amerikanska Samoa.
Nú hevur kappingar-
nevndin hjá FSF gjørt
av, hvussu dystirnir í
besta mandsdeildini í
fótbólti skulu spælast
í 2006
Fótbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Kappingarnevndin hjá FSF
hevði gjørt eitt uppskot um,
hvussu leikdagar og dystir
skuldu verða í 2006, og hetta
hava feløgini havt møguleika
at gera viðmerkingar til.
Nú hevur FSF gjøg-
numgingið skránna og við-
merkingarnar frá feløgunum,
og endaliga skráin fyri
Formuladeildina 2006 er
løgd.
Í fyrsta umfari tann 2.
apríl verða dystirnir hesir:
EB/Streymur-B68,
GÍ-
Sumba/VB, NSÍ-KÍ, HB-ÍF
og Skála-B36.
Spælt verður frá 2. apríl og
til 16. juli, tá ið ein stuttur
summarsteðgur
verður.
Formuladeildin byrjar aftur
tann 5. august og heldur
síðani fram til 21. oktober,
tái ið dystirnir eru hesir:
HB-ÍF, EB/Streymur-KÍ,
NSÍ-B68, Skála-VB/Sumba
og GÍ-B36.
Skráin fyri dystirnar
í Formuladeildini kann
síggjast í fullum líki á
heimasíðuni hjá FSF – www.
football.fo
Nú byrjar
fótbólts-
kappingin
Leygardagin verða
teir fyrstu dystirnir
í steypakappingini
hjá monnum
spældir. Fýra dystir
standa á skránni, og
tað eru lið í lægru
deildunum, sum
skulu spæla
Fótbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Leygardagin
byrjar
kappingin um Løg-
manssteypið. Í innleiðandi
umfarinum spældi feløg
í lægri deildunum, og
Formula-liðini koma ikki
upp í kappingina fyrr enn
næsta vikuskiftið.
Fýra
dystir
verða
spældir leygardagin. Á
Tvøroyri verður lokal-
uppgerð millum TB og
Royn, og niðurflytararnir
á Tvøroyri skulu við
nýggjum venjara við
róðrið royna at fóta sær
aftur í einum nýggjum
kappingarári.
Ein onnur lokalupp-
gerð verður í Vágum, har
SÍ, sum spælir í 1. deild,
og MB, sum spælir í 2.
deild, fara at dystast. Tvey
av sterkaru lið-unum í 1.
deild hittast leygardagin.
Tað eru FS Vágar 2004
og AB, sum spæla í
Sandavági.
GÍ funnið
málmann
GÍ hevði í fjør óvanligar
trupulleikar við at manna
plássi sum málmaður á
besta liðnum. Fleiri
málmenn royndu seg, men
skaðar og annar skaptu
óstabilitet á plássinum.
Í vetur hevur GÍ leitað
eftir nýggjum málmanni,
og hann hava teir nú
funnið. Ungarski Geza
Turi hevur royndarvant
í felagnum seinastu
tíðina, og nú hevur GÍ
gjørt avtalu við hann fyri
næsta árið. Turi er farin
eitt legg til Ungarn, men
avtalan millum partarnar
verður undirskrivað, tá
ið Turi kemur aftur til
landið í morgin, skrivar
heimsíðan hjá GÍ.
Súni og
Jón Rói í
sjónvarpið
Viasat hevur gjørt av,
at tveir av komandi
dystunum hjá superliga-
felagnum AaB skulu
sendast beinleiðis í sjón-
varpi. Fyrri dysturin er
ímillum AaB og FC
Nordsjælland tann 2.
apríl, og seinni dysturin
er ímóti Brøndby tann
9. apríl. Báðir dystirnir
verða vístir á TV3+,
og hendan rás sæst í
Føroyum.
Noreg sum
ein banan-
republikk
Fráfarandi ítróttarstjórin
í FC Keypmannahavn
er ein maður, sum kann
siga tingini júst soleiðis,
sum hann heldur verða
greiðast. Niels-Christian
Holmstrøm
hevur
mangan verið frammi
við provokerandi og
nærgangandi
við-
merkingum, og nú
stendur norska løgreglan
fyri skotum. Niels-
Christian skal í juli
mánaði møta í rættinum
í Bergen, tí hann er
ákærdur fyri at harðskap
og herverk ímóti einum
myndamanni, sum vildi
taka mynd av honum eftir
ein fund í Bergen. Men
Holmstrøm er ikki so at
syfta.
– Eg havi kært málið til
norska statsadvokatin, tí
framferðin hjá løgregluni
líkist nøkrum, sum
kann henda í eini
banarepublikk, sigur
Holmstrøm.
Føroyar detta aftur á FIFA-lista
Føroyar detta framvegis á FIFA-styrkislistanum og ganga í mars mánaði trý pláss aftur
Endaliga skráin løgd fyri Formuladeildina
Arnold skiftir til ÍF
Arnold Joensen skal í ár at spæla fyri ÍF. Partarnir gjørdu í gjárkvøldið avtalu um samstarv, eftir
at KÍ og Arnold strikaðu seinasta árið av sáttmálanum teirra millum