fríggjadagur 17. mars 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 55 - 17. mars 2006
Tað er bert í norðurlondum, at børn verða løgd út at sova. Ráðini eru, at barnið
skal ikki leggjast út at sova, um hitin er lægri enn 10 kuldastig
Lang til rættis: Rigmor Dam
Kelda: Danska brúkarastýrið
BRÚKARATORGIÐ
Tá barnið skal út at sova
Vanliga tosa vit
um trý ymisk sløg
av barnavognum:
Tann klassiski
barnavognurin,
duovognurin og
kombivognurin
Klassiski vognurin er ein
kassi og stell, og ofta fylgir
ein lift eisini við.
Um tit ynskja at brúka
vognin til song, er tann
klassiski vognurin bestur.
Hetta er eisini galdandi,
um tit ætla at brúka vognin
til døgurðablundin, tá barn
ið verður størri. Plássið er
gott og barnið liggur væl.
Harumframt er vognurin
væl bjálvaður móti kulda
og vindi.
Ein duovognur hevur
eitt stell, har tit annaðhvørt
kunnu seta ein kassa á, ella
eitt setur til klappvogn.
Kassin er ofta bæði styttri
og smalri enn í tí klassiska
vogninum. Nógv halda, at
vognurin ov skjótt verður ov
lítil, til at barnið kann sova
í honum.
Liggilongdin á einum
klappvogni eigur at vera
longri enn 90 cm hjá ein
um 2 ára gomlum barni.
Setrið skal vera 30 cm
breitt, so barnið eisini fær
gagn av fóthaldaranum.
Ofta er frástøðan styttri og
ger hetta, at barnið situr
samankropið.
Ein kombivognur er ein
klappvognur, har ein lift
kan setast í. Eins og við
duovogninum, er plássið
í liftini avmarkað, so barn
ið veksur skjótt úr henni.
Klappvognurin skal hava
somu minstamát fyri liggi
longd, breidd á setrinum og
frástøðan til fóthaldaran,
sum greitt varð frá um duo
vognar.
Barnavogn, duo- ella kombivogn
Frástøðan millum stýrið
og kassan skal vera í
minsta lagi 22,3 cm.
Bremsurnar skulu gerast
virknar frá førarasíðuni.
Tær skulu vera somikið
góðar, at vognurin
stendur væl í brekku.
Soleiðis kannar tú trygdina á barnavogninum
Barnavognar skulu lúka nógv trygdarkrøv. Hesin kanningarlistin er góður at hava við, tá tit
skulu keypa nýggjan vogn.
• Fráðstøðan millum stýrið og kassan skal í minsta lagi vera 22,3 cm.
• Fyri at loysa kassan frá stellinum, skulu tit loysa á tveimum støðum, ella trýsta í minsta lagi
fimm kilo.
• Tá tit leggja stellið saman, skulu tit aktivera tvey ymisk stig, sum ikki eru knýtt at hvørjum
øðrum.
• Bremsurnar skulu gerast virknar frá førarasíðuni. Tær skulu vera somikið góðar, at vognurin
stendur væl í eini brekku. Stuðulsboyli gevur eyka trygd.
• Keypið ein vogn, sum er góðkendur av Dans Varefakta Nævn (DVN).
• Eingir smálutir ella skrúvur, sum barnið kann seta í hálsin, mugu vera.
• Barnið skal ikki kunna klemma fingrarnar nakrastaðni á vogninum.
• Selaringar skulu vera í vogninum. Teir skulu vera festir væl, einastaðni millum 40-46 cm frá
høvdalagnum. So hóska teir til selar, sum eru góðkendir av DVN. Barnið skal liggja í sela,
tá tað er um 5-6 mánaðar gamalt.
FAKTA
Mátini innan: Um barnið skal kunna
brúka vognin til tað er 2 ára gamalt, skal
kassin helst vera 85-90 cm til longdar,
í minsta lagi 32 cm breiður og 20 cm
djúpur.
Trygdarmekanisman skal vera á
tveimum stigum og í tveimum pørtum.
Annars skulu tað vera tvær sameindar
rørslur til at loysa hana.
Barnið eigur at vera fest í sela, tá tað er
5-6 mánaðar gamalt og dugur at sita
sjálvt.
Á einum kombivogni
skal kalessjan vera fest
til botnin, so barnið
ikki kann kroysta
seg úr vogninum.
➘
Selaringarnir
skulu vera festir
millum 24,5 cm
úr høvdalagnum
til miðuna á
kassanum.
➘
➘