fríggjadagur 17. mars 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 55 - 17. mars 2006
Nú tað av álvara
styttist til dagin, tá
Norðoyatunnilin fer
at lata upp, koma
fyrstu tiltøkini
undan kavi í hesum
sambandi.
Tunnil
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Klaksvík: Leygardagur 29.
apríl er søguligi dagurin hjá
norðoyingum og føroyingum
í síni heild.
Henda dagin verður á
fyrsta sinni koyrandi undir
Leirvíksfjørð.
Hetta er ein hending, sum
ein ikki ætlar at lata fara
aftur við borðinum. Hetta
skal markerast og tað við
lít.
Í hesum sambandi er
settur ein samskipari til
øll hesi tiltøkini, Steintór
Rasmussen. Saman hava
tey arbeitt við hesum og
er longu ein fyribilsskrá
almannakunngjørd.
Sagt verður tó, at henda
skráin verður dagførd
leypandi. Og tí er líkt til, at
tey vitjandi í Klaksvík fara
at fáa ein hóp av spennandi
tiltøkum at velja millum.
Suð og framsýning
Fyrireikingararbeiðið hjá
arbeiðsmonnum og sam-
skipara hevur gingið so
væl, at nú er klokkutíð sett
á, nær tunnilshátíðarhaldið
fer at byrja.
Sambært skránni fer
hátíðarhaldið at byrja kl. 14
og varir í slakar tveir tímar.
Men bæði fyri og eftir hetta
verða nógv onnur tiltøk á
skránni.
Tiltøkini byrja í roynd og
veru 13. apríl, tá sangbólkurin
Suð og Vokalkompagniet
fara at hava konsert. Og 22.
apríl skal serstaka Tunnils-
kórið venja.
Sjálvur hátíðardagurin
byrjar árla á morgni, tá
Dúgvan og Ternan fara at
flyta ferðafólk um fjørðin.
Eru tey nóg tíðliga á fótum,
verða tey møtt av livandi
tónleiki í býnum.
Fleiri
framsýningar
eru eisini at fara til. Ein
listaframsýning
verður
við
listarfólkum
úr
Norðoyggjum, og annars
verður framsýning um
Klaksvíkar Sjúkrahús og
framsýningin á Norðoya
Fornminnissavni.
Seinnapartin lata handlar
og framsýningarnar upp
aftur, og síðani er Open by
night úteftir.
Dagin eftir er longu greitt,
at tvey spennandi tiltøk
verða á skránni sum helst
fara at savna nógv fólk.
Í fyrsta lagi fer KÍ at spæla
heimadyst móti B68 av
Toftum kl. 15, og kl. 15:30
fer Suð at framføra Messias
í Christianskirkjuni.
Sum skilst er alt sum
bendir á, at talan nærum
verður um eina býarstevnu,
tá Norðoyatunnilin letur
upp.
Samskifti á kristnari grund
Havn: Seinnapartin av
apríl mánaði verður høvið
hjá áhugaðum luttakarum
at fáa størri kunnleika
til sálarfrøðina innan
samskifti og sum er bygt
á kristnu lívsáskoðanina.
Tað er ein áhugabólkur,
sum skipar fyri hesum
fyrsta skeiðnum í eini røð
av skeiðum undir heitinum
Teleios.
Á
skeiðnum,
sum
verður hildið í Mein-
igheitshúsinum í Havn
21. til 23. apríl verður
undirvíst í samskifti.
Miðað verður eftir at
geva luttakarunum eina
betri fatan av teimum
viðurskiftum, sum ávirka
samband okkara við
onnur.
Endamálið við skeiðnum
er at læra, hvussu ein lurtar
eftir øðrum og hjálpir
teimum, uttan sjálvur at
gerast útbrendur. Og her
er talan um samskifti
bæði við familjuna, vinir,
starvsfelagar og innan
samkomurnar.
Undirvísarar á skeið-
num verða Jakubina
Hansson og hjúnini Elsa
og Tummas í Garði.
sb.
Nevnd: Ein nevnd av
málkønum fólki er nú sett
at gera eina frágreiðing
um støðuna hjá føroyskum
máli.
Henda
frágreiðing
skal verða grundarlag
undir eini viðgerð í
tinginum og undir einari
politiskari støðutakan til
ein almennan føroyskan
málpolitikk.
Í hesi serstøku Mál-
stevnunevndin eru 9
limir og eru teir hesi:
Árni Dahl, læraraskúla-
lektari, formaður; Eivind
Weyhe, lektari í málfrøði;
Katrin M. Næs, cand.
mag., ph.d. lesandi í
málfrøði; Ann Ellefsen,
cand. mag., studentaskú
lalærari;Sólvá Jónsdóttir,
M.A.
í
føroyskum,
lærugreinaráðgevi;Hanna
Jensen, M.A. lesandi
í málfrøði, studenta-
skúlalærari;
Jonhard
Mikkelsen, cand. mag.
læraraskúlalektari; Paul-
ivar Andreasen, lærari
og Jóhan Hendrik W.
Poulsen,
professari.
Málstevnunevndin hittist
til fyrsta nevndarfundin í
næstum. Her nevndin fer
at umrøða arbeiðssetning
og gera eina ætlan fyri
arbeiðið, ið liggur fyri
framman.
sb.
Gera frágreiðing
um føroyska málið
Fiskivinna: Farna mán-
aðin vóru einans skip úr
fýra londum og royndu í
okkara sjóøki.
Hesi skipini eru tvey úr
ES og tvey aðrastaðni frá.
Úr ES-londunum hava
bert týsk og bretsk skip
verið her, og annars vóru
bert norsk og russisk skip
og royndu her.
Hesi skipini hava roynt
eftir mongum ymiskum
fiskasløgum. Í roynd og
veru eru tað bert fimm
fiskasløg sum einki er
veitt av: Sild, makreli,
rossamakreli, brugdulivur
og prikkafiski.
Íalt vórðu veidd góð
2000 tons í okkara sjóøki.
Av hesum vóru tey 1300
tonsini svartkjaftur.
sb.
Fýra lond í okkara sjóøki
Fá útlendsk fiskifør íføroyskum sjógvi henda seinasta
mánaðin
Ferðafólkini umborð
á Smyrli nýtast
ikki longur at keða
seg allan túrin um
Suðuroyarfjørð.
Runt um í skipinum
ber nú til at síggja
nýggja list, sum sjey
ung listarfólk hava
skapað. Ein føst
framsýning verður
umborð, umframt
ein part sum verður
skift út við hóskandi
millumbilum.
Skipslist
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Smyril: – Eg gjørdist sera
glað, tá eg fekk áheitan
um at hava hesa fyrstu
framsýningina umborð á
Smyrli.
Listakvinnan Fríða Brekku
var tann fyrsta sum slapp
av vísa fram myndir sínar
umborð á Smyrli.
Á hesi framsýningini eru
íalt 18 myndir, og koma
hesar at hanga uppi í eina
tíð.
Fyrrapartin í dag lat
hon upp hesa øðrvísi
framsýningina umborð á
Smyrli.
– Eg havi her serliga hugsað
um føroysk myndevni. Og
tí eru oyggjar og skýggj ein
týðandi partur av mínum
myndum, sigur hon.
Ynski hennara er, at
ferðafólkini kunnu njóta
øll listarverkini umborð. Á
henda hátt sleppa tey undan
at keða seg ta løtuna, tað tekur
at sigla á Trongisvágsfjørð.
Samstundis við hesa
framsýningina hjá Fríðu
eru sjey onnur ung listarfólk
biðin um at vísa fram
listarverk síni á ymiskum
støðum í skipinum. Hesi
listarverkini verða kortini
hangandi framyvir.
Ein estetisk heild
Hugsanin um at myndprýða
nýggja Smyril á henda hátt
er ikki nýggj.
Meðan arbeitt hevur
verið við byggingina, hevur
ein samstundis fyrireikað
ætlanina um, hvussu skipið
skuldi prýðast.
Ætlanin hevur allatíðina
verið, at henda prýðing skuldi
vera ein heildaruppliving.
Hon skuldi vera í tráð við
innrættingina umborð og
skuldi haraftrat leggja nakað
eyka í upplivingina at sigla
við flaggskipi okkara.
– Okkara vón er, at henda
prýðingin skal roynast
fjølbroytt og spennandi fyri
ferðafólkini.
– Men hetta skal eisini
verða sum ein estetisk
heild, sum kann siga eina
heila søgu. Og tí haldi eg
eisini, at hesi verkini siga
á hvør sín hátt ein part
av søguni um føroyska
myndlist, segði stjórin á
Strandferðsluni, Kristian
Davidsen tá framsýningin
lat upp í morgun.
Tað er tí ikki ov nógv
sagt, at henda framsýningin
er endin á ætlanini at prýða
nýggja Smyril.
Hetta er samstundis
byrjanin til eina nýggja
uppliving hjá ferðafólki
av list. Av tí at hetta er eitt
ferðafólkaskip, kunnu tí
nógv fleiri fólk enn annars
gerast kunnug við, hvussu
stórt fjølbroytni sum finst
innan føroyska list.
Fríða Brekku var fyrsta listarkvinnan sum hevur latið upp eina framsýning umborð á nýggja
Smyrli. – Vit ynskja at framsýningarnar umborð skulu vera fjølbroyttar og spennandi fyri
ferðafólkini, sigur Kristian Davidsen, stjóri á Strandferðsluni
Mynd: Jens Kr. Vang
Smyril sum eitt
stórt listasavn
Sjey listarfólk
Tey sjey listafólkini sum framsýna verk síni umborð á
Smyrli eru hesi: Hansina Iversen, Anker Mortensen, Rannvá
Pálsdóttir Kunoy, Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir, Hanni Bjartalíð,
Marius Olsen og Bjarne Werner Sørensen.
Felags fyri tey er at tey eru øll fødd eftir 1960, hava
útbúgving innan list og arbeiða sera vitandi við føroyskari
málningahevd.
Nú hava tey so fingið møguleikan at lýsa føroyska list úr
einum skipi. Og hesa avjbóðingina hava tey megnað sera
væl.
FAKTA
Spennandi skrá letur upp fyri tunlinum