Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. mars 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 55 - 17. mars 2006  Frá í dag av hava øll møguleika at fara á Býarbókasavnið í Havn. Tí í morgun varð nýggj lyfta tikin í nýtslu á bókasavninum. Lyfta Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Higartil hava øll, ið ikki megna at ganga upp trapp­ ur­nar á bókasavninum, verið noydd til bíða niðri í túninum eftir bókum og øðrum, tey frammanundan hava verið noydd til at bílagt sær. Men í dag er nýggja lyftan á Býar­ bókasavninum eftir 40 ára langa bíðitíð loksins komin og tikin í nýtslu. Nú kunnu allir borgarar í landinum - sum eru illa gongdir, sita í koyristóli, ella kanska liggja í barnavogni – koma inn á Býarbóksavnið eins og øll onnur at lesa bløð, tíðarrit og at læna bøkur. Jógvan Sofus Vágsheyg, ið hevur sitið í koyristóli í sjey ár, slapp sum tann fyrsti at royna nýggju lyft­ una í morgun. Fyri sjey árum síðani, tá hann ikki sat í koyristóli, var hann næstan hvønn dag á Býar­ bókasavninum. Henda møguleikan hevur hann ikki havt seinastu árini: – Hetta er ein stórur dag­ ur. Lyftan hevur alstóran týdn­ing fyri meg. Nú, eg ikki longur havi møguleika at vera til arbeiðis, tykist tíð­in um dagin at vera sera long. Tí havi eg leingi ynskt at sloppið inn á bókasavnið at hugna mær. Serliga gleði eg meg til at sleppa at lesa bløðini í lesistovuni. Heðin Mortensen, borgar­ stjóri, heldur, nýggja lyftan á bókasavninum er eitt stórt framstig fyri allar borgarar í landinum: – Nú hava vit bíðað í so nógv ár – nógvir borgarar hava í størstan mun verið bóka­savnið fyri uttan – so hetta er avgjørt eitt jaligt stig tann rætta vegin og sam­tíðis gott fyri trivnaðin í kommununi. Nú sleppa øll á Býarbókasavnið Jógvan Sofus Vágsheyg hevur ikki havt møguleika at vera á Býarbókasavninum í Havn í sjey ár. Men eftir at hava roynt nýggju lyftuna, var hann sera fegin: – Hetta var ein góður túrur. Lyftan er góð og støðug. Nú fari eg beina leið inn á Barnabókasavnið. Har havi eg ongantíð verið áður