Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. mars 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 55 - 17. mars 2006 Tað kemur ofta fyri, at fólk mugu bíða í 3-5 ár eftir at fáa nakað frá vanlukkutryggingini og tað er ein fíggjarlig vanlukka fyri nógv, sigur Ingeborg Vinther FA-aðalfundur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað kemur oftani fyri, at tað tekur eini 4-5 ár at av­greiða eitt mál hjá Van­ lukkutryggingini. Tað segði Ingeborg Vinth­ er, forkvinna í Føroya Ar­beiðarafelag. Á aðalfundinum í Før­oya Arbeiðarafelag í morg­un, umrøddi hon vanlukku­trygg­ ingarnar. Hon segði, at tað eru fleiri og fleiri limir í Føroya Arbeiðarafelag, sum gera vart við sína misnøgd í sambandi við vanlukkutryggingina, tá ið arbeiðsfólk fáa skaða á arbeiðsplássi sínum. Eftir lógini hevur a­rbeiðs­ gevarin skyldu til at hava arbeiðsfólk síni vanlukku­ tryggjað. – Fleiri av limum okkara hava víst á, at málini ikki eru avgreidd fyrr enn 3–5 ár eftir, at skaðin er hendur, og hetta er ein fíggjarlig vanlukka fyri nógvar løntakarar, sum koma illa fyri av skaða, og heldur ikki kunnu klára fíggjarligu skyldur sínar, sig­ur Ingeborg Vinther. Hon vísir á, at sjúkra­dag­ peningurin, sum verður gold­in fyrstu tíðina, er í flestu førum ikki nóg mikið til van­ligu útreiðslurnar hjá ein­um húsarhaldi. Nýggj lóg á veg Fyri at royna at fáa broytt galdandi mannagongd, hevur Føroya Arbeiðarafelag verið á fundi hjá Hans Paula Strøm, landsstýrismann og har upplýsti, at arbeitt verður við eini nýggjari vanlukkulóg, og at henda lóg skal tryggja eina smidligari málsviðgerð og skjótari av­greiðslu og samstundis er ætlanin at dagføra trygg­ ingarupphæddirnar. – Landsstýrismaðurin segði, at tryggingarupp­hædd­ irnar fóru at verða hækkaðar, soleiðis at tær komu á sama stig sum í grannalondum okkara, segði forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag. Hon vísti eisini á, at fe­lagið nú hevur fingið upp­skot til nýggja vanlukku­ tryggingarlóg til kunningar. – Eftir ætlanini, skal nú skiljast ímillum endurgjald fyri mist arbeiðsføri og end­ urgjald fyri varandi mein. – Endurgjaldið fyri mist arbeiðsføri verður útroknað sum eitt lívslangt gjald, ið verður goldið einaferð um mánaðin, og sjálv upphæddin verður roknað sum 80% av ársinntøkuni hjá viðkomandi løntakara seinastu árini fyri skaðan. Útrokningargrundarlagið er í dagsins peningi 350.000 krónur um árið, so­leið­ is at endurgjaldið verð­ur í mesta lagi 80% av tí, men, upphæddin skal dag­ førast eftir prísgongdini í samfelagnum. – Endurgjaldið fyri varandi mein er ein upphædd, sum verður goldin í einum, og tað verður eisini hækkað Ein serlig regla er í lóg­ ini um, at endurgjaldið fyri varandi mein verður lækk­ að 5% fyri hvørt árið tann tryggjaði var eldri enn 59 ár, tá ið skaðin hendi, tó ikki eftir, at tryggjaði hevur fylt 69 ár. Ingeborg Vinther sigur, at Føroya Arbeiðarafelag fer at fylgja málinum gjølla og fer at gera vart við seg, um avgreiðslutíðin verður órímiliga long. Felagið fer eisini at royna at gera sína ávirkan galdandi, so at dagpeningurin og endur­ gjaldið veruliga koma at tryggja teimum, sum fáa skaða, eina rímiliga pen­ ingaupphædd, soleiðis at eingin skal fara frá húsi og heimi orsakað av skaða­til­ burði, sigur Ingeborg Vinth­ er. Nýggjar saman­ber­ ingar vísa, at í Før­ oyum eru pensjónir í ávísum førum heili 40% lægri enn tær eru í Danmark og ofta tekur tað eini tvey ár at avgreiða eina umsókn um pensjón Pensjónir Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Pensjónirnar í Føroyum er hopleyst afturútsigldar. Tað vísir ein nýggj sam­ an­bering, sum Føroya Ar­beiðarafelag hevur gjørt av pensjónunum í Føroyum og í Danmark. Í summum førum eru før­ oyskar pensjónir heili 40% lægri enn tær donsku. Neb har, vit eru frægast fyri, eru tær føroysku pensjónirnar yvir 17% lægri enn tær donsku. Tað eru kanska fyritíðar­ pensjónistar, sum eru ser­ liga illa fyri í Føroyum, afturímóti í Danmark. Men eisini fólkapensjónirnar í Føroyum eru ímillum 20 og 30% lægri í Føroyum, enn tær eru í Danmark. Á aðalfundinum í Føroya Arbeiðarafelag í morgun, upplýsti Ingeborg Vinther fyri fundarfólkinum, at í Før­oyum eru gott 500 fyriøtíðarpensjónistar, ið fáa lægstu fyritíðarpensjón. Her er talan um fólk, sum hava fingið ymisk heilsubrek ella eru slitin upp av arbeiði. Hetta eru eina mest verkafólk og fiskimenn. – Viðferðin, tey fáa, tá ið tey ikki fáa arbeitt meira, er ótrúliga vánalig. Tá ið tey gerast heilsuveik, verður gingið frá einum lækna til annan fyri at fáa greiði á, hvat ið bagir. Ímeðan eru tey sjálvandi sjúkrameldað. Tíðin gongur, og sjúkra­dag­ peningurin verður brúkt­ur upp, so tey detta úr sjúkra­ dagpeningaskipanini. – Bíðað verður ofta upp í tvey ár og longur, áðrenn viðkomandi fær játtað fyri­ tíðarpensjón, ið er 5.000 krónur um mánaðin. – Men Síðani verða tey bara slept upp á fjall. Einki tilboð um eina møguliga eftirútbúgving ella okkurt lætt arbeiði. Leggjast kann afturat, at vit hava fingið upp­lýst, at í Føroyum er lægsta fyri­ tíðarpensjón skatt­skyldug. Viðvíkjandi miðal og hægstu avlamispensjónini, er grundupphæddin skatt­ skyldug, men ikki viðbøt­ urnar. Tó er ein frádráttur í skatt­ inum, men í kommunum við høgum skattaprosenti, kunnu tey koma undir at betala skatt. Viðvíkjandi fólkapen­sjón­ ini, er grundarupphæddin skattafrí, men ikki viðbøt­ urnar. Í Danmark hava tey frá­ dráttir í skattinum. Men alt í alt hava pensjónistar í Føroyum nógv minni eftir til nýtslu, enn danskir pensjónistar hava, tá ið skatt­ urin er tikin við. Ongan møguleika at fáa endarnar at røkka saman Ingeborg Vinther sigur, at fólk, ið fær kr. 5.000 um mán­aðin, hevur ongan møguleika at fáa endarnar at røkka saman, sjálvt um talan hvørki er um forsyrgjara, ella ein ið hevur lán at betala. Hon vísir eisini á, at eitt uppskot varð lagt fyri Løg­­ tingið um at hækka fyri­tíðar­ pensjónirnar og tað tóku bæði fyritíðarpensjónsbólkurin og øll arbeiðarafeløgini undir við. Endamálið við uppskot­ inum var at avtaka lægstu fyritíðarpensjóninina, so at øll byrjaðu við miðal fyri­ tíðarpensjón. – Hetta hevði kostað lands­kassanum 18 milliónir krónur, sigur forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag. – Talan er sostatt ikki um tað stóra í peningi, fyri at nakrir borgarar skuldu verið betur stillaðir, tá ið havt verður í huga, at hundraðtals milliónir verða nýttar til tunl­ ar og tílíkt. – Men alt veldst um, hvussu samgongan raðfestur, leggur hon afturat. Men uppskotið varð felt við teirri umbering frá lands­­stýrismanninum í heilsu- og sosialmálum, at pen­sjónsviðurskiftini skuldi kannast. Ingeborg Vinther helur, at Mugu bíða í 3-5 ár eftir pengum frá tryg Vanlukkutryggingin arbeiðir so seint, at tað er mangan ein fíggjarlig vanlukka hjá teimum, sum koma illa fyri, segði Ingeborg Vinter á aðalfundi í Føroya Arbeiðarafelag í morgun Føroyskar pensjónir heili 40% Munur á føroyskum og donskum pensjónum Av yvirlitinum sæst, at bruttopensjónir, sum er pensjón fyri skatt, eru munandi lægri í Føroyum enn í Danmark: • Hægsta føroyska fyritíðarpensjón til støk er einans 11.438 kr. um mánaðin og tað er 78,4% av eini danskari pensjón. • Hægsta føroyska fyritíðarpensjón til gift er einans 10.125 kr. um mánaðin, og tað er 82,9% av pensjónini í Danmark. • Miðal føroysk fyritíðarpensjón til støk er einans 8.390 kr. um mánaðin, sum er 72,4% av teirri donsku pensjónini. • Miðal føroysk fyritíðarpensjón til gift er einans 7.229 kr. um mánaðin og tað er 79,5% av upphæddini í Danmark. • Lægsta føroyska fyritíðarpensjón til støk er einans 6.118 kr. um mánaðin og tað er einans 58,2% av eini tilsvarandi pensjón í Danmark. • Lægsta føroyska fyritíðarpensjón til gift er einans 4.874 kr. um mánaðin og tað er ikki meiri enn 60,8% av eini tilsvarandi pensjón í Danmark. • Føroysk fólkapensjón til støk er einans 6.713 kr. um mánaðin og tað er 72,0% av eini danskari pensjón. • Føroysk fólkapensjón til gift er einans 5.282 kr. um mánaðin, sum er 77,3% av pensjónini í Danmark. FAKTA