fríggjadagur 17. mars 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 55 - 17. mars 2006
Mánadagin komandi eru trý ár liðin, síðan tey sam
eindu við USA á odda lupu á Irak. Endamálið við
álopinum var at forða Saddam stýrinum at menna
og nýta hópoyðingarvápn og at fáa Saddam burtur.
Tað seinna eydnaðist – hitt fyrra fleyt út í sandin, tí
eingi hópoyðingarvápn vóru í Irak. Eftirfylgjandi
hava tey sameindu so sett fokus á yvirgangin. Ikki tí
einki bendir á, at Saddam stýrið stuðlaði t.d. Al Qaida
– tað hevði verið alt ov vandamikið og fyri alt tað móti
politikki Saddams, ið ikki var fundamentalistiskur,
men tvørturímóti vildi eitt sekulert einaræði.
Síðan kríggið byrjaði hava storir trupulleikar verið
í Irak. Tað er lítið at ivast í, at tað var ein vinningur
fyri heimin, at Saddam varð koppaður og aðrir glott
ar eru í tilgongdini. Tað má soleiðis ásannast, at tað
var eitt bragd at fáa framt bæði fólkaatkvøðu og
tjóðartingsval í einum hersettum landi uttan demo
kratiskar siðvenjur. Hinvegin er tað ein vanlukka, at
ikki eydnast at skipa eina demokratiska stjórn við
parlametariskum støði í tjóðartinginum. Tað tykist
sum heild mestsum ómøguligt at seta á stovn og at fáa
demokratiskar stovnar at virka. Hetta er serstakliga
galdandi fyri herin, løgregluna og lokalsamfelagið.
Hóast vesturlendsku tiltøkini, so kiksar alt hetta ferð
eftir ferð. Hetta kemst av, at demokrati er ikki nakað,
ið tú kanst læra eftir einum degi. Demokrati er ein
lívsformur. Hetta skilja amerikanar ikki og enn minni
irakar skilja hetta. Hersetingin hjá teimum sameindu
í Irak er tí vorðin til ein sorgarleik.
Støðan í Irak gerst alt meira trupul fyri hvønn mán
aða, sum gongur. Hóast valini, so rekst einki fyri,
at landið fær nakra stjórn. Stríðið millum Shia og
Sunni muslimar er nú so hart, at alt fleiri eygleiðarar
tala um beinleiðis borgarakríggj. Borgarakríggj
er tað alraversta, ið kann henda fyri Irak. Verður
borgarakríggj meta allir eygleiðarar, at hetta fer at
standa við í nógv ár og fer at oyðileggja landið og
destabilisera Miðeystur enn meira. Hersetingarvaldið
við USA á odda hevur ómetaligar trupulleikar. Yvir
gangurin stendur við og versnar, og alt bendir á, at
altjóða yvirgangsfelagsskapir hava valt sær Irak sum
høvðusmál. Tað er sum ikki einaferð sivilfólkið,
sum er offur fyri hesum harðrenda yvirgangi. Irak
er vorðið eitt slag av altjóða venjingarvølli fyri sjálv
morðsatsóknir. Hesin yvirgangur hevur sum endamál
at forða fyri eini demokratiskari tilgongd í Irak.
Sum er, sær tað veruliga svart út og nógv bendir á,
at yvirgangsliðini eru við yvirlutan. Hetta er ein av
orsøkunum til, at so torført er at skipa stjórn. Sum
ofta sagt gevst eingin hernaðarlig loysn í Irak. Her
kann bert ein politisk loysn loysa trupulleikarnar. Men
henda loysn er torfør at fáa til vega, eitt nú tí USA trýr
meira á hernaðarligar loysnir enn á politiskar loysnir.
Danmark, sum er við at søkka í hetta kyksendið saman
við USA, átti kanska at sagt USA nakrar sannleikar
her og nú.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Trý ár í kyksendi
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónssekreterur:
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl‑an
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Tað er áhugavert og gevandi,
at alt fleiri ummælarar við
gera útgávur – bókmentir
av øllum handa slag, sum
koma út serliga um jóltíð í
Føroyum. At ummælararnir
eru útbúgvið fólk, sum hava
skil fyri bókmentatilfari, er
gagnligt, men eitt ummæli
skal ikki vera ein kapping
um, hvørt ummælarin veit
meira um bókmentir enn rit
høvundin.
Ummælarin skal helst
vera rithøvundinum til hjálp
ar og vera positivur í sínum
kritikki. Tað kann gagna tí
sum skrivar og geva innlit
um teknisk viðurskifti,
sum óroyndur rithøvundur
kanska als ikki veit um.
Fyrr í tíðini
Eg tosaði við ein rithøvund
einaferð í áttatiárunum, sum
hevði útgivið fleiri bøkur,
men hann hevði ongantíð
fingið eitt ummæli.
Sum Marius Johannesen,
sáli, einaferð segði mær um
eitt ummæli hann hevði í
Tingakrossi fyri nógvum
árum síðan. Hann kundi bert
siga, at: ” Bókin liggur væl í
hondini”. Hann kendi familj
una hjá rithøvundanum, og
vildi ikki fornerma tey,
men helt eisini, at hann ikki
vildi forskrekkja hetta unga
menniskja, sum hevur skriv
að bókina.
Ikki alt er lesiverdugt
Nú eru fleiri ummælarar,
men tíverri fara nakrir so
illa við teimum, sum hava
skrivað – ja, við hvørt tykist
tað sum ummælarin vil siga
– ”hvat billar tú tær inn, at
skriva.”
Tað er sjálvandi ikki
rætta framferðin, tí vit hava
skrivifrælsi og tí er orðið er
frítt. Bert er spell, at tilfar
kemur út, sum kanska skuldi
verið betur gjøgnumarbeitt,
men eingin er at venda sær
til, sum kann hjálpa teimum,
sum halda seg hava eina
góða søgu.
Tíverri hendir ofta, at tú
fært eina bók upp í hondina,
sum tú als ikki tímir at lesa,
tí hon er so vánalig. Tað
kemur eisini fyri onkuntíð
við útlendskum bókmentum,
men als ikki í so nógvum
førum sum hjá okkum.
Vil eingin – geva
rithøvundarnir út
Skrivaða orðið er so nýtt í
Føroyum, og tað tykist sum
hava vit ongantíð fingið
lagt eitt haldgott grundarlag
ella stýring av, hvat verður
givið út. Vilja bókaforløgini
ikki, so geva fólk sjálvi út.
Tá ræður bert tilvildin, og
ivaleyst hava nógv brent seg
av hesum – til onga nyttu!
Sjónleikur – dømi um
menning
Onnur listagrein er sjón
leikur, sum er eins gamal og
málið. Har hava fólk megnað
at hildið leiklistini uppi og at
menna hana, hóast tað hevur
tikið drúgva tíð.
Hvat er at gera: Vit kundu
stovnað eitt áhugafelag fyri
skrivandi fólk – eins og MáF
er fyri áhugaleikarar. Har
kundu fólk fingið vitan og
ráðgeving í skriving og at
skipa tilfar til bókaútgávu,
og ikki minst sloppið at tosa
við ein kønan, sum kundi
sagt skrivandi, um gávur
nar – ikki bert at skriva
– men serliga gávur at siga
eina søgu, sum verður so
áhugaverd, at vit tíma at
lesa hana. Ikki øll hava hes
ar gávur, men kanska eru
nøkur, sum hava gávur,
men ikki dirvi og áræði at
fara undir slíkt arbeiði, og
tí ongantíð gera álvara av
sínum ætlanum.
Samtíðarójavni:
Ummælarar halda at teir
skulu viðgera føroyskar bók
mentir á hædd við ummælarar
í øðrum londum.
Tað haldi eg er skeivt,
tí vit hava ikki somu for
treytir ella møguleikar at
menna okkara skrivandi
fólk og aðrar smátjóðir. Við
einum fínum orði kallast tað
samtíðarójavni ella usam
tidighed, og tað vita teir
útbúnu ummælarar, hvat er.
Harvið meini eg ikki, at
ummælarar skulu tosa fólk
eftir munninum, ella at geva
teimum ein slutur fyri ein
slatur.
Teir mugu taka útgangs
støði í okkara umhvørvi og
viðurskiftum og finnast at og
gera við, sum teir halda vera
rættast í hvørjum einstøkum
føri.
Ummælarar kunnu vera
við til at læra skrivandi
fólki, geva teimum ráð og
leiðbeining, um tað sum er
skeivt ella illa fráfarið – og
teir skulu vera erligir í síni
meting. Tað er óneyðugt at
niðurgera hetta fólkslagið
meira enn øll onnur fólk í
samfelagnum. Rithøvundar,
sum ditta sær at skriva, skulu
ikki vera til spott og spei av
ummælararum.
Um at vera skrivandi fólk í Føroyum
Rithøvundur
Dagny
Joensen
Tað er fakliga áhuga
vert at fylgja gongdini í
verkætlanini hjá lands
stýrinum, um innihaldið
og verksetanina av
politisku visióini 2015
Tað, sum eg serliga havi lagt
til merkis er fyriskipanin
av verkætlanini. Settir eru
heildir 13 strategibólkar,
sum hvør sær skulu lata frá
sær eitt strategiskt upplegg
fyri eitt viðkomandi øki.
Tað vandamikla við gongd
ini í løtuni er, at landsstýrið
setur hesa verkætlanina so
stórt upp, at tey, sum skulu
verða við til at seta strategi
ætlanina í verk heilt einfalt
ikki megna tað við verandi
tilfeingi, stór og smá mál
hvørt um annað, stuttar tíðar
freistir, vantandi førleiki og
vantandi fíggjaroka Vandin
íkemur eisini við, at orga
nisatiónirnar ella stovnarnir
o.a. verða yvirbelastaðir,
vegna tað, at stórur partur
av fyrreikingunum og verk
setanini av strategiskum
arbeiði vanliga skal gerast
síðuleypandi við dagliga
raksturin – og ikki við eyka
tilfeingi (tí hugtakið strateg
iskt overload).
Harafturat er vert at leggja
til merkis, at tað er sera trup
ult at seta fokus, tá so nógvir
strategibólkar og økir verða
umrødd. Tað er ein gyltur
regul í strategiskum arbeiði
at seta fokus á innsatsøkir,
sum geva størst virðisøking,
størst nyttuvirði ella besta
búskaparliga úrslitið –tos
að verður enntá, um at seta
ekstremt fokus. Uttan fokus
er stórur vandi fyri krea
tiviteti uttan ítøkjulig úrslit.
Eisini eigur hædd at takast
fyri
strategieftirmeting
– hetta treytar mátingar inn
an útvald økir – eitt nú um
ávirkanina á samfelag og
vinnu. Við ikki at tryggja
strategieftirmeting er vandi
fyri, at avgerðartakarar og
starvsfólk gera, sum tey eru
von og arbeiða stuttsiktað
– eitt nú við við dagligum
rakstri og frá sak til sak.
Politiska visiónin 2015 og strategiskt overload
Reidar
Nónfjall