fríggjadagur 17. mars 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 55 - 17. mars 2006
11
F
yrstu ferð, eg sum dani
kom til Føroya, varð
eg stórliga bergtikin
av náttúruni, køldu frísku
luftini, ljósinum, litunum,
stormi og regni, havinum,
bygdaløgum og ikki minst
av menniskjunum, góðvarni
og gestablídni og ein serligur
humor. Hetta festi seg, og
man gloymur tað ongantíð.
Tá eg lesi samrøður við
kendar landsmenn, sum vitja
Føroyar, er tað sami boð
skapur, ið gongur aftur. Og
sama er galdandi fyri familju
og vinir, ið hava vitjað.
Tá man so hevur búð her
eitt tíðarskeið, gerst henda
fyrsta uppfatanin kanska eitt
sindur einstáttað og romant
isk. Hinvegin, so verður tú
eisini varðugur við positiv
ting, sum tú í fyrstu syftu
ikki sá. Frá at hava verið
ein fremmandur á stuttari
vitjan, verður tú ein partur
av samfelagnum, fær tín leik
part og identitet. Eitt alsamt
vaksandi innlit ger myndina
av samfelagnum meiri lit
fagra og samansetta.
Eins og øll onnur samfeløg
á klótuni, eru Føroyar eitt sam
felag við stríðandi áhuga- og
meiningsósemjum, bæði
politiskt, stættarliga og geo
grafiskt. Her eru mótsetn
ingar millum bygdahugburð
og modernaðan hugburð,
millum bókstavstrúgvandi og
vanligt fólkakirkjutrúgvandi,
loysing og samband, aka
demikarir og arbeiðsfólk,
landkrabbar og sjófólk o.s.fr.
o.s.fr. Eisini eru mósetningar
millum ættarliðini, sjálvt um
teir tykjast minni her enn
aðrastaðni.
Positiv og negativ
konservatisma
At vera føroyingur er nakað
serstakt. Føroyingar hava
óivað heimsmet í praktiskum
kunnleika – halda seyð, eiga
útróðrarbát, fara á flot og
vita alt um streym, fara eftir
fugli, drepa grind o.s.fr. Og
nógvir føroyingar hava dirvi
og evni at fóta sær á brøttum
fjallasíðum, sum um man
gekk á bønum har heima,
og lata seg síga fleiri 100 m
lodrætt niður móti dýpinum.
Framkomna sociala vitið, ið
fylgir øllum hesum virksemi,
er undrunarvert, og tað er
alneyðugt, at tað við trúfesti
verður borið víðari til næsta
ættarlið. Umframt at útinna
hesir siðbundnu gerningar,
dugur sami persónur ofta
eisini at viðlíkahalda og
byggja húsini, fixa bilin,
sláimaskinuna o.s.fr.
Siðurin, at bera hesi áður
nevndu kynstur víðari til
næsta ættarlið, er kanska ein
positiv orsøk til, at Føroyar
eru eitt sera konservativt
samfelag, og nógvir føroy
ingar standa ivasamir yvir
fyri broytingum. Tá kon
servativisma merkir at halda
fast í virðismiklar siðir og
hugburð, og skoða broytingar
við frískligum iva, er tað eitt
positivt fyribrigdi.
Men um konservatisma
mennir seg til eina vitleysa
mótstøðu móti øllum broyt
ingum og at læra nýtt, og
hava nóg mikið við tað vit
sjálvi kunnu – tá síggja vit
eitt sera negativt fyribrigdi.
Eg haldi, at man sær bæði
fyribrigdi í føroyska sam
felagnum í dag.
Tað er vanligt at hoyra
fólk siga “vit føroyingar
duga ikki at selja okkum
sjálvi”, og í hesum liggur
eisini ein sannleiki, men í
øllum førum ein sannleiki,
sum Jákup á Dul og aðrir
modernaðir føroyingar hava
valt at lata eyguni aftur fyri.
Eg haldi, at djúpt í føroyska
lyndinum, liggur ein ótti
fyri at føra seg fram – at
tað er skeivt og óvirðiligt.
At siga sína meining ella
føra eitthvørt fram verður
gjørt eftir eini rættuliga
fastlagdari og duldari lóg.
Tá tað gerst ein spurningur
um tign, er tað positivt, men
afturhald og ræðsla fyri
hvussu umhvørvið tekur
undir við tíni meining – og
hvørjar fylgjur hetta kann
fáa fyri teg – hevur eisini
nakað at siga. Og tað er ikki
so positivt.
Í mun til at vera bundin
av at selja meginpartin av
landsins framleiðslu uttan
lands, kann tað ongantíð
vera heppið “ ikki at kunna
selja seg sjálvan”.
Eitt afturvendandi evni í
dagsins kjaki eru alternativar
vinnugreinir til fiskivinnuna.
Minnist meg rætt, stendur
fiskivinnan í dag fyri einum
70% av landsins inntøkum,
meðan føroyskir sjómenn, ið
sigla úti, og handverkarir, ið
arbeiða uttanlanda, standa
fyri gott 20%. At alterna
tivir skulu skapast eri eg
so sanniliga samdur í.
Men hinvegin, so hoyrur tú
sjálvdan, at fiskurin umboð
ar meginpartin av útflutn
inginum, og fer at gera
tað nógv ár framyvir. Tá
fiskivinnan verður umrøtt í
fjølmiðlunum, er tað ofta á
ein siðbundnan og ókritiskan
hátt. Eg vildi fegin vitað,
hví ikki størri íløgur verða
gjørdar í høvuðsvinnuna?
Hví eru so fá fólk við høgari
útbúgving innan hesa vinnu?
Hví verða so fá nýggj produkt
framleidd? Hví verður
størri dentur ikki lagdur á
at “branda” føroyskar fiska
vørur á útlendska marknað
inum, kanska selja vøruna
beinleiðis til kundan, so
sleppast kann undan dýrum
millumliðum og harvi upp
náa betri prís? Ferskur
fiskur úr heimsins reinasta
havi, átti at verið eitt gott
søluargument til kræsnir
evropeiskir keyparar.
Hví verður tað ikki, í
størri mun enn nú, arbeitt
miðvíst við at finna nýggir
marknaðir til føroyskar fiska
vørur? Og hví verður tað
ikki arbeitt meira miðvíst
frá politiskari síðu við at
lætta um atgongdina hjá før
oyskum fiskavørum inn á
stóra útlendska marknaðin?
Er orsøkin beinleiðis ein
avleiðing av konservativari
avmarking og forðing fyri
broytingum?
Alternativar
vinnugreinir
Hóast tað kanska er ein vaks
andi hugur millum føroyingar
at gera íløgur í virðisbrøv,
so havi eg varhugan av, at
meginparturin av føroyskum
kapitali stendur á privatum
bankabókum. Og tíanverri á
alt færri privatum hondum,
sum m.a. er ein fygja av
væntandi politiskari stýring,
tá tað ræður um skattgjald av
privatum kapitalvinningum.
Hóast tað, fyri ein lítlan
part, kunnu vera ávísar
negativar fylgjur av stórari
pensiónsuppsparing í ein
um samfelag, so er hesin
væntandi siður fyri pensións
uppsparing og valbjargaðum
grunnum í Føroyum ein
forðing fyri menningini av
føroyska vinnulívinum. Tá
ongin tollyntur- og váðafúsur
kapitalur er tøkur, er trup
ult hjá íverksetarum og
innovativum/kapitalfátøkum
fyritøkum at virka. Og tá
mennur samfelagið seg held
ur ikki optimalt á vinnuliga
økinum.
At tað finnast hópurin
av evnaríkum fólki – bæði
innan kt, tónleik, sniðgeving,
brúkslist v.m – hvørs dygd
ikki rættuliga sleppur fram í
ljósið, hevur ein varhuga av.
Um hesi fólk fingu hollan
stuðul til framleiðslu og
marknaðarføring, høvdu krea
tivu vinnurnar óivað kastað
nakað av sær. Men tað tykist,
sum strandar tað bara við
vælvild frá politiskari síðu,
uttan neyðugu handlingina,
sum má vera næsta stig.
Visión 2015 er kanska
eitt tekin um, at man polit
iskt viðurkennur tørvin á
broytingum – at alt tekur
tíð, og at neyðugt er við
strategiskum ætlanum í før
oyska samfelagnum. Á tann
hátt er visión 2015 positiv.
Men tað er ikki nóg mikið
at seta 12 strategibólkar at
arbeiða. Tað mugu koma
ítøkilig tiltøk burturúr til
gongdini, og ein breiður
politiskur meiriluti má
standa aftanfyri. Flotta
ætlanarskrivið kann tykj
ast í mótsøgn við veruleik
an – sum um man fer at
loysa framtíðarinnar stóru
trupulleikar, men ikki megn
ar at fáa skil á grundleggj
andi smátingum í nútímans
samfelagi. Ofta bagatellur,
sum tó geva eina mynd av
tilvildini, og manglandi ser
vicehugsan, sum so ofta
sleppur at ráða, tá ætlanir
verða gjørdar.
Um Jákup á Dul (hvørs
verkætlan føroyskir politik
arir, eftir mínum tykki, standa
sera ókritiskir yvirfyri), og
annar útlendskur kapitalur,
skal gera íløgur í føroyska
samfelagið, góðtaka tey ikki,
at grundleggjandi tingini
ikki virka. So halda tey seg
burturi.
Sjálvt um áhugin fyri
ferðavinnuni er vaksandi
– og ferðavinnan stendur
í vøksturi – so er hetta ein
vinnugrein, ið kundi ment
seg munandi meir. Ferðafólk
ynskja at kenna seg væl
komnan, ynskja service og
at uppliva tað sermerkta við
Føroyum. Tey kenna tað sum
eina sjálvfylgju m.a. at kunna
fáa forkunnugar fiskarættir
á eini matstovu, kanska við
einum góðum glasi av víni
afturvið. Og tey ynskja,
uttan hóvasták, at kunna
keypa sær upplivingar, so
sum fiskitúrar ella avmerkt
ir gongutúrar. Tey vilja
frammanundan vita, hvørjir
aktivitetir landið hevur at
bjóða, og kunnu lættliga
kunnað seg um møguleikar
í faldarum og via internetið
í góðari tíð, áðrenn tey
leggja sær feriuna til rættis.
Um Føroyar veruliga kunnu
ganga hesum ynskjum á
møti, er stórur møguleiki fyri
at menna ferðavinnuna. Hon
skapar arbeiðspláss uttan
stórvegis íløgur – vælvild
og service er nóg mikið at
byrja við!
Men langt er á mál. Fólka
viljin og fatanin av hesum
møguleikum tykist ofta
lítil. Tað verður ikki lagt
nóg mikið í týdningin av
góðari service og opinleika
yvirhøvur.
Hugsa tað óhugsandi
Eg eri ongin búskaparfrøð
ingur, og havi ilt við at gjøg
numskoða
økonomisku
árinini av stóru íløgunum í
undirsjóvar- og aðrir tunlar í
Føroyum í løtuni. Tað hevur
sjálvandi eitt gott árin her og
nú, við tað at tunlagerð, sum
ringar í vatninum, skapar
eftirspurning, arbeiði og
skattainntøkur. Men hvat
skapa tunnlar í sær sjálvum
av
samfelagsvirðum?
Kanska eru teir har av røtt
um, men hvar er kjakið?
Og hvar er strategiska yvir
litið. Líkamikið hvat, so
verður peningur bundin í
hesir tunnlar, og tað er pen
ingur sum kanska kemur
at mangla, t.d. sum íløga í
fólkaskúlan (sum eg haldi
væntar pengar til eitt nú
nútíðar undirvísingartilfar),
miðnámsskúlar, uppskúling
av arbeiðsfólki, sjúkrahúsini
og heilsuverkið, gransking,
stuðul til listafólk, íverk
setarir o.s.fr. o.s.fr. Um
ætlaninar við visión 2015
skulu takast við alvor, skulu
stórar peningaligar íløgur
gerast í hesi øki komandi
árini.
Hvørjar ætlanir eru við
útjaðaranum? Skulu hesi øki
avfólkast í eini ætlan at mið
savna øll geografiskt. Um
so er, er tað ein góð loysn?
Í grannalondunum letur
staturin stórar studningsupp
hæddir til útjaðaran, meðan
man her letur minimalt.
Hví sýna landspolitikarir
ikki umsorgan fyri øllum
oyggjunum? Hví ikki gera
t.d. eina kommunala útjavn
ingarskipan, har man t.d. kann
flyta 1/3 av ólíkheitunum í
skattainntøkunum frá ríku
kommununum til tær fátøku.
Tað er væl ongin í landinum,
sum t.d. hevur áhuga í, at eitt
nú Suðuroyggin í framtíðini
ikki gerst ein livandi partur
av Føroyum?
Hinvegin kann Suðuroygg
in, um viljin er til staðar,
gerast eitt stórt aktiv innan
ferðavinnu og rekreativt stað
fyri strongdar føroyingar
– skjótt sum ein av heilt
fáu oyggjunum tú siglir
til. Ella sum fremsta øki
innan gransking í nýggjum
fiskavørum og søluhættum,
ella.....
Í 1988 var eitt hoyriappa
rat sett saman av 80 kom
ponentum, flestu mekanisk.
Í 1995 komu tey fyrstu
talgildugu hoyriapparatini
á marknaðin. Hesi vóru
donsk frá fyritøkuni Oticon,
og rúmaðu ikki minni enn
250.000 komponentum,
teldustýrd, og fyltu og vigaðu
helvtina av teim undanfarnu.
Maðurin aftanfyri var danski
vinnulívsmaðurin
Lars
Kolind, ið júst hevur verið
á vitjan í Føroyum. Tá hann
tók við í 1988 var fyritøkan
í stórum trupulleikum við
ovurstórum halli. Men
eftir fáum árum vaks egin
peningurin til umleið 2
milliardir, og í dag stendur
Oticon í einum virði uppá
20 milliardir. Í heilt stuttun
kann forkláringin vera, at
Kolind broytti bygnaðin og
fekk ymiskir arbeiðsbólkar
at samstarva tvørfakligt, m.a.
við at innsavna framkomna
vitan.
Lars Kolinnd hevur eitt
slogan, ið ljóðar okkurt
líknandi: “Hugsa tað mest
óhugsandi, og gjøgnumfør
tað”. Og tað er kanska før
oyska svarið uppá tíðarinnar
avbjóðingar, at hugsa tann
óhugsandi tankan – at gera
Føroyar kendar um allan
heim sum besti framleiðari
av fiskavørum á hægsta
støði, eins væl og ferðaupp
livingum – og gjøgnumføra
hann!
Sjónarmið
Hugsið tað óhugsandi
Tvøroyri
Kristian Holbæk
Kristensen