Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-17, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. mars 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 55 - 17. mars 2006 Leygardagin 18. mars fyllir Hanus Pállson í Havn 80 ár. Hanus er uppvaksin á Við­areiði og flutti seinni til Norðragøtu at búgva. Hann lærdi til timburmann hjá Herlufi Johansen, byggi­ meistara, í Havn. Seinni, í 1962, flutti Hanus til Havnar at búgva. Hann byrjaði at arbeiða hjá Peturi Michelsen, byggi­ meist­ara, síðan var hann ar­beiðs­­formaður hjá Pihl & Søn í samfull 26 ár. Eftir tað var hann um­ sjón­armaður hjá Føroya Fiska­sølu og seinni í Bad­ mintonhøllini. Foreldrini hjá Hanusi vóru: Elsa, f. Gregersen, úr Klaksvík, og Poul Enok Han­ sen úr Norðragøtu. Pápin var lærari á Viðareiði, og í 1946 fekk hann starv sum lærari við Gøtu skúla, og familjan flutti til Norðragøtu at búgva. Hanus er giftur Maritu, f. Joensen, dóttir Elspu Krist­inu og Jákup Andrias í Frammistovu í Norðragøtu. Marita og Hanus eiga trý børn: Jákup, sum býr í Norðragøtu, og Eslu og Erlu, sum búgva í Havn. Abbabørnini eru 8 í tali og langabbabørnini eru 9. Hanus hevur altíð verið raskur, arbeiðssamur og hjálpsamur. Eisini gongur hann høgt upp í familjuna og dámar væl langar gongu­ túrar. NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Hanus Pállson 80 ár Sunnudagin 19. mars fyllir Gissur Patursson í Havn 50 ár. Gissur er ein kend býar­ mynd í Havn. Hann er kanska mest kendur frá sínum virksemi sum handilsmaður í SMS. Gissur var heilt ungur, tá hann fyrst í 70-unum varð settur í starv hjá P/F Leif Mohr, tá teir stovnaðu eina deild við gramofonplátum í J.H. Schrøtersgøtu. Handilin varð ein av teimum fyrstu, sum flutti inn í SMS. Frá 1986-88 var Gissur marknaðarstjóri í SMS, til hann byrjaði sum sjálv­ støðugur við foto- og video­ handli í SMS. Síðan 1997 hevur hann saman við øðrum rikið fløgu- smykku- og fotohandilin 3- arin í SMS, har hann stendur fyri fotodeildini. Gissur er sera tónleika­ áhugaður. Í mong ár samlaði hann t.d. upp á LP-plátur, og eigur hann eitt stórt privat plátusavn. Gissur røður ofta um tíð­ ina, hann „lærdi“ hjá Sonna Smith. Sonne arbeiddi í S.H.J. Radiohandli í Niels Finsens gøtu 13 í Havn. Sonne var fyrsti DJ í Havnar Klubba, og Gissur fylgdi við honum. Støðið varð soleiðis lagt undir ta „musikalsku“ karrieruna hjá Gissuri. Hann varð blaðungur ein sera ágrýtin DJ, serliga ta tíðina hann arbeiddi „hjá Sonna“, í Radiohandlinum, sum honum dámar væl at minnast aftur á. Gjøgnum árini hevur Gissur havt manga áhuga­ verda tón­leikasending í útvarpinum við bæði goml­ um og nýggjum løgum. Foreldrini hjá Gissuri eru: Ásla, f. Skaalum, úr Hvalba, og Snorri Patursson úr Kirkjubø. Gissur er giftur Ingr­id, f. Bærentsen, frá Kald­baks­ botni. Tey eiga børnini Snorra, Gunnvá, Guðrið, og lítla Fríða, sum er um­leið 3 mánaðar gamal. Øll teirra børn búgva í Havn uttan Snorri, sum býr í Danmark. Gissur eigur eisini dóttrina Rannvá, sum býr í Keypmannahavn. Gissur kennir nógv fólk og hevur nógvar vinir, bæði í Føroyum og uttanlands. Hann er ein opin ov virkin maður, sum dugir sera væl at leggja sær arbeiði til rættis og at samstarva við starvsfólk og kundar. Starvsfelagar Gissur Patursson 50 ár 24. februar fingu Bjørg Hovland Hjelm og Annfinn Hjelm, búsitandi í Aalborg, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3660 gr. 6. mars fingu Jóna Lyngvej og Bjarni Joensen, Tórshavn, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3250 gr. 8. mars fingu Durita og Niels Pauli Toftegaard, Fugla­ fjørður, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði 4300 gr. 10. mars fingu Berghild og Klæmint Mittún, Tórshavn, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 4600 gr. 10. mars fingu Elin Mouritsen og Jens Martin Lamhauge, eina dóttur. Hon var 50 cm. long og vigaði 3320 gr. 10. mars fingu Hjørdis Samuelsen og Andras Splidt, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 4166 gr. 12. mars fingu Eina Øssursdóttir Nielsen og Niels Petersen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 4345 gr. 12. mars fingu Heidi og Tummas Petur Davidsen, Runavík, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 3480 gr. 13. mars fingu Turid Andreasen og Jon Hansen, Miðvágur, eina dóttur. Hon var 57 cm. long og vigaði 4880 gr. 17. mars fingu Katja Øssursdóttir Nielsen og Henning Kaa, Svendborg, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3838 gr. 100 ár Í dag, 17 mars verður Johanna Maria Olsen, Vágur, 100 ár. Dagurin verður hildin í VB-húsinum frá kl. 15.00- 19.00. 85 ár Í dag, 17. mars verður Kristian Rókstein, Fuglafjørður, 85 ár. Dagurin verður hildin hjá Kaj Eli Blábjørg frá kl. 9.00-14.00. 80 ár Leygardagin 18. mars fyllir Hanus Pálsson í Havn 80 ár. Føðingardagurin verður hildin saman við teimum nærmastu. Mikudagin 15. mars fylti Ragnar í Holusteini á Glyvrum 80 ár. Dagurin verður hildin sunnudagin 19. mars í húsinum hjá Kongshavnar Kvinnufelag á Glyvrum fr´akl. 17.00, har øll eru hjartaliga vælkomin. Brúdleyp 18. mars giftast Malan Lützen, Tórshavn og Trúgvi Hansen, Vestmanna. Vígslan verður í Sigmundargøtu 21 kl. 14.00. Aftaná verður reseptión í hølunum hjá Lützen’s Timburhandli. Brúdleypið verður fyri innbodnum á Hotel Hafnia kl. 19.00. Gullbrúdleyp Í dag, 17. mars hava hjúnini Jutta og Óli í Geil, Klaksvík, verið gift í 50 ár. Tey, ið vilja gleða gullbrúðarparið, eru vælkomin í heim teirra í Vágsgeil 3, millum kl. 10.00 og 16.00 leygardagin tann 18. mars. 3. mars fingu Elin og Maria eina lítlasystir, ið var 52 cm. long og vigaði 3720 gr. Foreldrini eru Rannvá og Bent Albinus í Porkeri. 13. mars fingu Claus, Louisa, Jákup og Jógvan eina lítlasystur, hon var 53 cm. long og vigaði 3200 gr. Foreldrini eru Sussi og Jóhannus á Rógvu, Vestmanna. Lesið -so eru tit við!