fríggjadagur 17. mars 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 55 - 17. mars 2006
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Kistan við Lenu Thom
sen í Króki, Hvalba,
fer úr Kapellinum á
Suðuroyar Sjúkrahúsi í
kvøld kl. 19. Jarðarferðin
verður úr Hvalbiar
Kirkju leygardagin 18.
mars kl. 14. Tey, ið vilja
minnast Lenu, kunnu lata
eina gávu til Hvalbiar
Missiónshús, konto í
Føroya Banka
Kistan við Randi Krist
ensen á Tvøroyri fer úr
kapellinum á Suðuroyar
Sjúkrahúsi fríggjadag
in 17. mars kl. 18.
Jarðarferðin verður úr
Tvøroyar kirkju leygar
dagin 18. mars klokk
an 13. Tey, ið vilja
minnast Randi kunnu
lata eina peningagávu
til Føroya felag móti
Krabbameini. Konta í
peningagstovunum.
Jón Hansen, Leirvík,
andaðist hósdagin 16.
mars, 68 ára gamal.
Jarðarferðin verður kunn
gjørd seinni.
Magnus Ennistíg, Klaks
vík, andaðist týsdagin
14. mars á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi, 80 ára
gamal. Kistan fer úr kap
ellinum á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi í kvøld kl.
18 heim í Betesda.
Jarðarferðin verður úr
Betesda leygardagin
18. mars kl. 13:30. Tey,
ið vilja minnast Magn
us kunnu lata Zarepta
eina gávu konto í pen
ingastovununum.
Kistan við Karl Mort
ensen, Toftalíð í Vági,
fer úr kapellinum á
Suðuroyar Sjúkrahúsi
fríggjadagin kl. 16. Jarð
arferðin verður úr Vágs
kirkju leygardagin kl.
13. Tey, ið vilja minnast
Karl, kunnu lata Missi
ónshúsinum í Vági eina
peningagávu. Konta í
Suðuroyar Sparikassa.
Jóhan Christan Dam,
málarameistari vanliga
nevndur Hanne-kis, ætt
aður úr Porkeri, búsitandi
í Havn, andaðist í nátt
16. mars, 71 ára gamal.
Andlát og jarðarferðir
15. februar bórust tíðindini,
at Heri Niclasen var deyður.
Hóast sorgarboðini ikki
komu óvart, gekk eitt
andarhald áðrenn døpru
boðini gjørdist veruleiki.
Skilamaðurin Heri var ikki
millum okkum longur.
Hóast Heri ikki gjørdi
nógv hóvasták úr sær sjálv
um, so var hansara blídliga
og vinsæla medferð ein
fyrimynd. Hann tøldi
fólka at sær. Gav sínum
medmenniskjum kensluna
góðum hjartalagi. Tí verður
hann eisini saknaður av
mongum.
Heri var útbúgvin tele
grafistur, og arbeiddi hann
nógv ár í Grønlandi og
seinni í Lyngby Radio. Í
1984 flutti hann við fam
iljuni aftur til Føroya í
starv hjá Smyril Line, og
starvaðist hann har, til hann
gjørdist marknaðarleiðari
hjá Atlantsflogi í 1997.
Í apríl 2000 gjørdist Heri
stjóri á Ferðaráðnum, og
kom hann soleiðis at starvast
undir ábyrgdarøkinum hjá
Vinnumálaráðnum. Og her
lá hansara partur ikki eftir.
Tað var sjónligt, at hann
kendi seg væl í starvinum
á Ferðaráðnum, at hann har
kundi nýta bæði vitan og
menniskjaligar eginleikar
at knýta sambond innan
oyggja og ikki minst til
umheimin.
Sum stjóri á Ferðaráðnum
kundi Heri skoða, at ferða
vinnan
støðugt
hevði
framgongd, og sum fráleið
er vorðin ein verulig
inntøkukelda fyri samfelagið,
har vit í dag staðfesta, at hundr
aðtals landsmenn fáa sína
ársinntøku úr hesi vinnu, sum
helst nú er vorðin næststørsta
einstaka inntøkukelda í
samfelagnum.
Men Heri vildi meira.
Hann setti sær fyri at
menna karmarnar, har
ferðavinnan, saman við tí
almenna, veruliga kundi
seta Føroyar á heimskortið
sum ferðamannamál, skip
að eftir leisti, sum eitt nú
íslendingar við stórum
hepni hava framt. Eisini
var tað eitt av hansara
hjartamálum at samstarva
við londini í útnorði á
ferðavinnuøkinum. Eitt
samstarv hann trúði uppá,
og sum óivað hevur nógvar
ótroyttar møguleikar at
oysa av.
Í sínum arbeiði var Heri
trúfastur og álítandi. Tá
avgerð í fyrraárið varð tikin
um at kanna samskipan
av virkseminum hjá Ferða
ráðnum og Menningar
stovuni, var Heri sjálvsagdur
at luttaka í fyrireikingunum.
Hansara arbeiði lá heldur
ikki eftir. Hóast møgulig
umskipan kundi ávirka
leiðslufunktiónina
á
Ferðaráðnum, so var hansara
loyalitetur móti menningini
av ferðavinnuni eyðsýndur.
Hann sá møguleikarnar í
sjónarringinum. Hann visti,
at ferðavinnan undir nýggjum
bygnaði skjótari fór at røkka
teimum møguleikum, sum
vóru hansara hjartamál. Tí
var Heri íblástur í teimum
fyrireikingum, sum hann
luttók í. Visti óivað, at hann
breyt úr nýggjum og soleiðis
legði lunnar undir nýhugsan
í tí virksemi, hann virkaði og
livdi fyri.
Í gerandispráti var Heri
eisini skemtingarsamur
og hittinorðaður. Hansara
blídliga lyndi og høviski
atburður gjørdi, at fólk
kendu seg væl í samveru
við hann. At Heri var
vællýddur og átti stóran
vinarskara, burturi sum
heima, var sjónligt tann
dagin, hann var borin til
sítt seinasta hvíldarstað. Úr
øllum landinum og uttan úr
heimi vóru fólk komin til
jarðarferðina at vísa Hera
seinasta heiðurin.
Sjálvur hevði eg manga
ríkandi samrøðu við Hera,
har hann gjørdi sínar met
ingar um tey viðurskifti,
sum kundi fjøltátta ferða
vinnuna og sum annars
vóru uppi í tíðini. Heri
var sakligur og trúgvur av
lyndi. Í samskiftinum við
síni medmenniskju ein fyri
mynd.
Tað er við sorgblídni at
hesar reglur verða feldar
á blað. Við ynski um sam
huga til tykkara og Harrans
signing, sum mist hava, vil
eg lýsa frið yvir minnið um
Hera Niclasen.
Bjarni Djurholm
Hera Niclasen til minnis
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum at
okkara elskaði maður, pápi, verfaðir og abbi
Jóhan Christian Dam
málarameistari,
vanliga nevndur Hannekis
andaðist hósdagin 16. mars, 71 ára gamal.
Kistan fer úr Landssjúkrahúskapellinum
leygardagin 18. mars kl. 18.00
Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni
sunnudagin 19. mars kl. 14.00.
Ása
Herman, Poul og Marian
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu
og hjálpsemi, tá kæri maður mín, pápi, verpápi,
abbi og langabbi okkara
Hans Magnussen
Tjørnuvík
andaðist og varð jarðaður.
Hjartans tøkk til Hilmar Bech fyri góð og troystarrík
orð í heiminum og Martin Restorff Jacobsen prest,
í kirkjuni.
Tøkk til tey, sum vitjaðu hann til tað seinasta.
Tøkk til øll tykkum, sum á ymsan hátt hjálptu til
við jarðarferðini.
Tøkk fyri blómur, heilsanir og peningagávur
til Tjørnuvíkar kirkju.
Tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað.
Hjartans tøkk øll somul!
Thora
Steinbjørn, Hensar, Arnbjørg og Tórhild
Dagurin í morgin
18. mars. Aleksander, deyður umleið 250. Úr Aleksandriu
og endaði sum biskupur í Jerúsalem. Fleiri ferðir varð
hann atsøktur fyri trúgv sína, men komst undan og doyði
ein natúrligan deyða, og varð blóðvitni uttan blóð, sum
tikið varð til.
19. mars. Jósef. Dagurin hildin til minnis um festarmannin
hjá Mariu Moy. Hann gjørdist, sum vera man, halgimenni
hjá húsasmiðum og handverksmonnum. Bíbilska navnið
merkir Guð lati meg fjølgast.
20. mars. Gordius, deyður umleið 300. Rómverskur
hermaður, sum gjørdist kristin og varð tikin av døgum.
Internet Sosialur
www.sosialurin.fo
in