fríggjadagur 17. mars 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 55 - 17. mars 2006
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Fríggjakvøldið 10. mars
doyði Ester Kårbø, sum búði
í Vågslia við Bergensfjørðin
84 ára gomul.
Ester varð fødd 2. oktober
1921 á Biskupsstøð í Klaks
vík. Foreldur hennara vóru
Karen Sophie, f. Biskopstø,
ættað haðani av garði, og
Jógvan F. Kjølbro, ættaður
úr Gerðum, og kendur
vinnulívsmaður. Tey gift
ust í 1909 og búsettust á
Biskupsstøð.
Karen og Jógvan Kjøl
bro fingu fimm børn:
Ewald (1913-1979), Oda
(1915-2003), Poul Nolsøe
(1917-1977), Kitty (1920-
) og Ester. Kitty, sum
verður 86 í summar, býr í
Keypmannahavn, har hon
hevur verið síðani fyri 2.
heimsbardaga.
Ester var sum blaðung í
handlinum hjá foreldrunum,
fór síðan saman við Kitty
til Danmarkar á skúla, men
kom aftur fyri kríggið og
fór aftur í handilin.
Í 1941 giftist hon norsk
um flóttarmanni, Inge
brigt Kårbø, ættaður av
Holsenøy beint norðanfyri
Bergen. Hann kom við ein
um tí fyrsta norska flóttar
fólkaskipinum, Silva, sum
higar komu undir krígnum,
tey flestu til Klaksvíkar.
Annar maður sum var við,
og eisini giftist í Klaksvík,
var Knút Brandal, sum gift
ist Honnu hjá Binu og Johs.
úr Hvalvík.
Ester og Kårbø, sum hann
altíð varð nevndur í Føroyum,
búðu mest úti á Oyri, har elsta
barnið er føtt. Seinni búðu
tey á Varpinum í húsunum,
sum vóru sunnanfyri snikk
aravirkið.
Eftir kríggið fór familjan
aftur til Noregs og búsettust
í Bergen, har Kårbø tók
uppaftur starv sítt sum
handilsmaður við fiski.
Hann handlaði nógv við
Føroyar, eitt nú við agni
og sildatunnum, tá tann
tíðin var, og sum vera man
nógv við Kjølbro. Ester var
heimaarbeiðandi øll árini,
har hon passaði familju,
hús og heim.
Tey bæði varðveittu tætt
samband við Føroyar, og
óteljandi vóru tær ferðir, tey
bæði gjørdu hendavegin.
Kårbø varð føroyavinur
burturav og sera væl dámdu
teimum at fáa vitjan úr
Føroyum, eisini av fólki
sum vóru á gjøgnumferð
um Bergen, hvønn vegin
tað so var.
Saman við skyldkonu
síni, Mariu hjá Óla í Skúla,
sum eisini var gift í Bergen,
vóru tær báðar ofta á støð, tá
Smyril ella Norrøna komu,
fyri at hyggja, um onkur
kenningur úr Føroyum var
við. Og frá hugnaliga heimi
teirra, fyrst í Hellebakken,
seinni nógvu árini í Vågslia
við vakrast hugsandi útsýni
yvir Bergensfjørðin, kundu
tey bæði Kårbø eygleiða
føroyska ferðaskipið koma
og fara.
Í 2002 hevði Ester ta gleði
saman við børnum sínum at
verða bjóðað til Klaksvíkar
av býráðnum at vera hjástødd,
tá standmyndin av pápa
hennara, J. F. Kjølbro, bleiv
avdúkað í Biskupsstøðtúni.
Kårbø doyði fyri nøkrum
árum síðan, og á heysti í
2003 var Ester heima fyri
seinastu ferð. Tá segði hon
øllum farvæl og segði seg
ikki koma aftur. Og soleiðis
varð. Seinastu 2 árini,
rørslutarnað og veik, búði
hon á røktarheimi, Åstveit
Sykehjem, har hon nú doyði,
troytt og mett av døgum, 84
ára gomul.
Eftir Ester og Kårbø sita
trý børn, tvær døtur og ein
sonur. Øll eiga tey familju
og búgva í Bergen. Kari er
lærarinna, og Elsa er sjúkra
systir. Jegvan situr í góðum
álitisstarvi í norsku olju
vinnuni. Ester eigur fimm
ommubørn og eisini fleiri
langommubørn.
Jarðarferðin var miku
dagin í Bergen.
Ester hjá Kjølbro farin
Ester Kårbø, f. Kjølbro
1921-2006
Tíðindaskriv
Sunnudagin 26. mars verður
ein stór gospelkonsert í
Norðurlandahúsinum.
Tað er fólk í samkomuni
Lívdini í Hoyvík, ið skipa
fyri konsertini. Umframt
Malin Zachariassen, sum
kemur úr Svøríki, eru tey
luttakandi: Heini Lützen,
Anna D. Háberg, Torkil
Mørkøre, SigridRasmussen
og Petur Háberg. Framførd
verða nógv ymisk sløg av
tónleiki.
Atgongumerkir á kr.
150,- vera at fáa í Kunn
ingarstovunum í Havn og
Runavík og í Norðurlanda
húsinum.
Gospelkonsert í
Norðurlandahúsinum
Í einum ørkymlaðum heimi
Í einum ørkymlandi og ørkymlaðum heimi havi eg við
íblástri úr danskari yrking skrivað viðhongdu 12 ørindi,
sum kanska eru okkum øllum viðkomandi, nú trúarrørslur
og/ella menniskju trampa á virðunum hjá hvørjum øðrum,
og humanisman hoknar, har vitloysið fær rásarúm til at
hóroyggja sær tvørtur um øll siðsemismørk í navni hins
Hægsta hjá ymsum fólkasløgum.
12-talið gongur aftur í at kalla øllum trúarrætningum
jarðar, so viðhongda versini eru eisini 12 í tali, sum
mánðartalið í bæði heidna og kristna árinum, sum Jákups
synir og Juda ættarbólkarnir, sum teir 12 limirnir í ráðnum
hjá buddistiska Dalai Lama, sum tey tólv portrini hjá
egyptarum til undirheimin, har sólgudurin Ra býr, meðan
nátt er, og ikki at gloyma Herodot, sum sigur okkum frá
um12 gudar og gudinnur á Olympos og teir tólv titanarnar
hjá Hesiod. Í islam verður talað um teir tólv imamarnar,
eftirkomarar Ali, sum ráða yvir teim 12 tímunum, sum
ein dagur er. Hjá jødunum eru 12 fruktir á lívsins træi,
12 portur í himnastaðnum, 12 sýnisbreyð í templinum,
eitt til hvønn mánaðan í árinum. Hjá keltarunum vóru hjá
Karl tí Stóra 12 pallatinarar - reiðmenn - og 12 riddarar
um tað runda borðið, og so søgdu kinverjar, at heimur
okkara kundi sundurbýtast í 12 greinar, og vit kristnu
bera eisini 12-talið við okkum, eitt nú við 12 apostlum
afturat tí, vit eiga av arvagóðsi úr gomlu pakt.
Jú, 12-talið spøkir aftur úr hvørjum heraðshorni jarðar í
bæði halgum og verðsligum høpi, so onkursvegna semjast
vit øll um hetta snøgga tal, sjálvt um vit ikki duga at
semjast um livsins friðarboðskap millum manna.
Petur Martin Petersen
Far verøld,
far væl ...... ella ?
Barn føtt í fjósi - Óðin í Valhøll;
trúgv okkar her skiftir skap,
pallmyndin broytist, tað sanna vit øll,
tá vit gjørdust kristin, hvarv Ginnungagap*).
Spjadd runt um heimin eru tað fleiri,
sum í teirra hjørtum tó eiga ein gud,
ið ikki er okkar, men teimum er meiri
enn hann, sum á sinni fall okkum í lut.
Trúgvandi sálir frá Mekka til Havnar,
kveiktar við orkuni sterku og baldu,
berjast í blindum um lagnur, sum lavnar
fjakka á fold millum trúgvir ótaldu.
Á skræðuni trúgvin so ymisk er litað,
gudum vit tæna við hørpunnar slátt,
um gudur vár sannur for øll er, vit vita
ei, fyrr enn vit trína um hansara gátt.
Nøkur, tey fjala sítt andlit og yndir,
onnur tey klæða seg við ein kalott,
og so eru tey, sum seg straffa for syndir,
sum bíbil teim bannar við Mós’lógar mátt.
Tað vera man verðin, sum okkum øll dregur,
og neyvan Várharra, sum vil oss so væl,
hann tjóðleysur, ósæddur millum oss veður,
at tryggja at skapan tó er, sum hon skal.
Ja, inni har trúgvirnar mongu tær búgva,
har sumt kennist sannlíkt og annað er fjas,
har halgimenn hoyrast og íspeglar lúgva,
har hoyggjar vár trúgv tó hitt himmalska gras.
Muhammed, Kristus, Jahve og Buddha,
allir teir stríðast um trúgv móti sær,
høvdu tó tollyndi vit sett á odda,
áttu í felag vit gudgivnan garð.
Av hugmóð er heimur, har menniskju hata
í navni hins himmalska Gud,
í meðan tey næsta sín dagliga glata
og kanna sær himinin allan í lut.
Men ringast tó vera tað má av tí ljóta,
tá sakleys vit lemja við bíbil í hond,
tá trúnna vit traðka og boðtalvur bróta,
tá sjálv vit tey døma og leggja í bond.
Ja, vit sum í heiminum dvølt hava bil,
meðan øldir um himnahválv spela,
vit eiga sum kristin at brúka várt skil,
so Himin vit eiga í felag.
Um tolin vit øll tamdu tanka og trúgv
sum Himin oss heiðan læt hóma,
tá bygdu um bládýpir saman vit brúgv
so kristin vit vóru við sóma.
*) Ginnungagap: Í norrønu gudalæruni verður sagt frá um eitt dýpi
millum kulda- og tokuheimin, Niflheim, í norðri og eldheimin, Muspil
heim, í suðri. Har ísurin úr Niflheimi møtti eldinum úr Muspilheimi var
altíð mjørki. Úr hesum mjørkanum kom jatnin: Ymer.
Petur Martin Petersen