fríggjadagur 17. mars 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 55 - 17. mars 2006
15
Magnus Heinason
hevur gjørt tær fyrru
yvirlitstrolingarnar
í ár. Úrslitið vísir,
at veiðan sum heild
hevur verið vánalig,
serliga veiðan av toski
og upsa
Yvirlitstrolingar
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tann fyrri yvirlitstúrurin
hjá Magnusi Heinasyni
á landgrunninum í vár er
av. Túrurin vardi frá 22.
februar til 8. mars, og Petur
Steingrund, fiskifrøðingur,
var toktleiðari á veiðiferð
ini.
Hann sigur, at sum heild
var lítið at fáa av nærum
øllum fiskasløgum saman
borið við somu tíð í fjør.
Lítil toskaveiða
– Toskaveiðan var bert
umleið ein triðingur av nøgd
ini í fjør, og veiðan av upsa
var lutfalsliga lítið frægari
enn við toskinum.
Hann vísir eitt nú á, at
samlaða toskaveiðan í ár var
5,8 tons í mun til 20 tons um
somu tíð í fjør
– Endaligu úrslitini fyri
landgrunnin kunnu síggjast,
tá ið úrslitini fyri seinna
yvirlitstúrin eru tøk, sigur
fiskifrøðingurin.
Petur sigur, at sera lítið var
eisini at fáa av hvítingsbróðri
og svartkjafti, sum vanliga
er høvuðsføðin hjá toski og
upsa á ytru leiðunum.
Hann sigur, at hýsuveiðan
á hesum túrinum tó var á
eini leið í mun til fyrru yvir
litstrolingarnar seinasta ár.
Magakanningar
Magakanningarnar vístu, at
lítið var til av nebbasild, men
kortini var toskurin væl fyri,
eins og hann eisini var væl
fyri um hesa tíðina í fjør.
– Tað var týðiligt, at føð
in á djúpum vatni, eitt nú
hvítingsbróður og svart
kjaftur, sveik fullkomiliga,
sigur fiskifrøðingurin.
Høvuðsendamálið við yvir
litstrolingunum er at fáa til
vega tilfar, sum skal nýtast í
stovnsmetingunum av toski,
upsa og hýsu.
– Veðrið var sum heild
vánaligt á túrinum, nógv
ur vindur av norði og land
nyrðingi, sigur Petur Stein
grund.
Nógv hava
vitjað Mikines
Sum
liður
í
hátíðarhaldinum
fyri
100 ára føðingardagin hjá
Sámal Joensen-Mikines,
hevur Listasavn Føroya
seinastu tveir mánaðirnar
havt stóra framsýning
við verkum eftir kenda
listamanninum.
Í tíðindaskrivi sigur
leiðarin fyri Listasavnið,
at talið av vitjandi til
framsýningina nú hevur
sett met. Eini 5.000
fólk hava higartil vitjað
framsýningina,
og
grundað á stóra áhugan er
gjørt av, at framsýningin
er longd við trimum
vikum. Soleiðis fáa
áhugað fram til 2. apríl
høvi at síggja áhugaverdu
framsýningina.
-mørk
Televarpið
yvirskot í 2005
Tíðindaskriv
Televarpið hevur havt
nevndarfund í dag, har
roknskapurin fyri 2005
varð lagdur fram og góð
kendur.
Úrslitið í 2005 varð kr.
732.000 eftir skatt, og er
hetta ein vøkstur á kr. 2,5
mió í mun til 2004.
Nettosølan er hækkað
við 32 % úr kr. 10,2 mió.
í 2004 til kr. 15 mió. Tele
varpið hevði við árslok
5.206 haldarar, ið er ein
øking uppá 21 %.
Nevnd og stjórn eru nøgd
við úrslitið. Úrslitið vísir,
at Televarpið eftir minni
enn trimum árum hevur
rokkið málsetningarnar
um eitt positivt rokn
skaparúrslit fyri felagið.
Stóra framgongdin er
grundað á vaksandi hald
aratilgongd, skynsama
kostnaðarstýring og effek
tiva umsiting. Í Televarp
inum starvast trý fólk.
Útlitini fyri 2006 eru
góð. Miðað verður eftir
enn betri úrsliti fyri rokn
skapin í 2006 og einari
haldaratilgongd á uml.
20 %. Televarpið ætlar
at gera munandi íløgur í
útbygging av sendinetin
um m.a. vestur í Vágar,
partar av Sandoynni og
Suðuroynni. Í dag røkkur
digitala sendinetið hjá
Televarpinum uml. 76 % av
føroysku húsarhaldunum.
Við ársskiftið 2006/7 er
ætlanin at røkka uml. 85
%.
– Tað verður tekniski
leiðarin hjá FaroeJet,
Mourits Joensen, sum
kemur at hava eftirlit
við og ábyrgd av tí
arbeiði, sum Malmø
Aviation, fer at gera
fyri okkum, sigur
stjórin í FaroeJet,
Jóhan Simonsen
Flúgving
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Nýggja føroyska flogfelagið,
FaroeJet, hevur nú bæði
fingið flogfar, manning og
samstarvsfelag, sum saman
við tekniska leiðaranum,
Mouritsi Joensen, skal syrgja
fyri, at trygdin er í lagi.
Jóhan Simonsen, stjóri í
FaroeJet, sigur, at tað verður
Malmø Aviation, sum kemur
at taka sær av eftirlitinum
og viðlíkahaldinum av flog
farinum
– Felagið, sum hevur
verkstað í Kastrup, umsitir
eini 10 flogfør av sama slagi,
sum flogfarið hjá FaroeJet.
Hann vísir á, at tað verð
ur tekniski leiðarin hjá
FaroeJet, sum kemur at
hava eftirlit við tí arbeiði,
sum Malmø Aviation ger
fyri felagið, og tað verður
somuleiðis tekniski leiðarin,
sum stendur við ábyrgdini.
Flogleiðari hjá FaroeJet
verður Hans Meinhard á
Høgabóli, og saman við
Mouritsi Joensen hava teir
báðir drúgvar royndir á sín
um øki.
Langtíðarleiga
Jóhan Simonsen sigur, at
felagið hevur langtíðarleigað
flogfarið, BEA RJ100, frá
írska felagnum, Trident Jet
Leasing. Leigan gongur fyri
bils yvir 5 ár.
– 94 sitipláss verða í
okkara flogfari, ið er av
sama slagi og somu stødd,
sum nýggjasta flogfarið
hjá Atlantsflogi. Vit fara
at leggja stóran dent á, at
tað verður gott pláss hjá
ferðafólkunum at sita.
Stjórin vísir á, at hóast
tvey flogfør eru eins og hava
sama tal av sitiplássum, er
ikki vist, at plássið hjá ferða
fólkunum er tað sama.
– Hetta veldst um so
nógv annað eisini, eitt nú
hvussu nógv skáp og annað
eru í flogfarinum. Vit ætla
í hvussu er, at ferðafólk
skulu hava gott pláss, sigur
Jóhan.
Skrivstovan
FaroeJet fer at selja sín
ar ferðaseðlar um ferða
skrivstovur og á alnetinum,
og tí verður umsitingin hjá
flogfelagnum ætlandi lítil.
Jóhan sigur, at felagið fer
at hava skrivstovu á flog
vøllinum í Vágum.
Í byrjanini verða tilsamans
24 fólk í fullum starvi hjá
felagnum, harav seks flog
skiparar og 10 flogternur.
– Her er talan um full
tíðarstørv, men talið av
fólki er sjálvsagt størri, tí øll
arbeiða ikki fulla tíð, sigur
hann.
Enn vil stjórin í FaroeJet
einki ítøkiligt siga um prísir
og tilboð, tí kunnað verður
um hetta á tíðindafundi, sum
verður í næstum, helst annan
mánadag.
Lægri prísir
– Nógv verður øðrvísi hjá
okkum enn hjá Atlantsflogi,
og kappingin fer heilt vist
at lækka ferðaseðlaprísirnar.
Tilboðini hjá okkum verða
einfaldari, og eisini verða
færri prísklassar. Men vit
fara eisini at hava bílig til
boð, og kappingin fer at
lækka ferðaseðlaprísirnar,
tí samlaða útboðið av
tilboðum verður størri,
segði nevndarformaðurin í
felagnum, Knút Lutzen, við
útvarpið fyri nøkrum vikum
síðan.
FaroeJet fer sum kunnugt
ikki at skonkja ókeypis á
sínum ferðum.
Fleiri íleggjarar
Jóhan Simonsen sigur, at
støðan í løtuni er hon, at
út við 400 íleggjarar eru í
nýggja felagnum, og samlaði
partapeningurin nærkast nú
25 mió krónum.
– Vit hava lýst okkara
ferðaætlan, har flogið verð
ur tvær ferðir um dagin um
summarið og eina ferð um
dagin um veturin – og vit
miðja framvegis eftir, at
flogið verður fyrstu ferð, 1.
mai, sigur stjórin at enda.
FaroeJet:
Trygdin í hondunum
hjá Malmø Aviation
Daprar yvirlitstrolingar eftir toski og upsa
Enn vil stjórin í FaroeJet, Jóhan Simonsen, einki ítøkiligt siga
um ferðaseðlaprísir og møgulig tilboð, men kunnað verður um
hetta á tíðindafundi í næstum
Mynd: Øssur Mohr
– Veðrið var sum heild vánaligt á túrinum, sigur Petur
Steingrund, fiskifrøðingur
Mynd: Rógvi Mouritsen