fríggjadagur 17. mars 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 55 - 17. mars 2006
Føroya Symfoni
orkestur fer sunnu
dagin at spæla
nøkur av kendastu
symfonisku verkun
um eftir Antonin
Dvorak, Max Bruch
og Ludvig van Beet
hoven. Solistur á
konsertini verður
Sámal Petersen,
violinistur. Bernhard
Wilkinson er diri
gentur
Várkonsert
tíðindaskriv
Á várkonsertini, sum verð
ur sunnudagin, fer Føroya
Symfoniorkestur at fram
føra nøkur av kendastu,
áhugaverdastu og mest
spældu verkunum innan
symfoniska litteraturin,
nevniliga violinkonsertina
av Max Bruch, Eroica-sym
foniina av Beethoven og
ouverturuna “Karneval”
eftir Antonin Dvorak.
Violinkonsert
Konsertin
byrjar
við
eini konsertouverturu av
Antonin Dvorak (1841
– 1904) nevnd Karneval.
Eitt sera glaðlynt verk, sum
Dvorak upprunaliga nevndi
“Natúr, lív og kærleiki”.
Hann skrivaði tríggjar tílíkar
ouverturur, men hendan
FSO hevur á skránni, er
tann mest áhugaverda og
mest spælda.
Eftir ouverturuna kemur
violinkonsertin av Max
Bruch. Max Bruch var týskur
komponistur, føddur 1838 í
Køln. Sum heilt ungur vísti
hann seg at hava serstakar
gávur til bæði tónleik og
málaralist, so hann var í iva
um, hvørja listagrein hann
skuldi velja. Longu 14 ára
gamal skrivaði hann sína
fyrstu symfoni. Hann fór so
at lesa tónleik bæði í Köln
og Leipzig, men arbeiddi
mestu tíðina av lívi sínum
sum lærari í kompositión
í heimbýnum Köln; men á
gamalsaldri gjørdist hann
leiðari fyri meistaraflokkin
í kompositión við tónleika
háskúlan í Berlin. Hann
doyði í 1920. Kendastu verk
hansara eru violinkonsertin
í g-moll og Kol Nidrei, verk
fyri cello og orkestur.
Violinkonsertin í g-moll
opus 20, er skrivað í 1866 og
varð fyrstu ferð framførd av
tí tá kendasta violinistinum,
Joseph Joachim. Tónleikurin
í konsertini er syngjandi og
ljómfagur, og er hon tí ein
av mest vælumtóktu og mest
avhildnu violinkonsertunum
úr 19. øld.
Hetju-symfoni
Aftan á steðgin kemur 3.
symfoniin í Es-dur nr. 55
eftir Ludvig van Beethoven,
nevnd Eroica. Beethoven var
sera hugtikin og hámetti
Napoleon Bonaparte. Hann
sá í Napoleon ikki bert tann
stóra herføraran, men eisini
hann, sum skuldi frígera
fólkið í Europa úr teimum
bondum, sum keisarar og
fúrstar í øldir høvdu lagt á
tey, og hann roknaði við,
at Napoleon í verki fór at
fremja hugtøkini í fronsku
kollveltingini. Tá Napoleon
so læt seg krýna til keisara,
skræddi Beethoven vónbrot
in og illur titulblaðið, har á
hann hevði tilognað Napol
eon verkið.
Óavmarkað frælsi og tjóð
skaparligt sjálvbjargni vóru
aðalmerki í lívi Beethovens.
Hann vildi hava, at øll skuldu
hava sama rætt og atgongd
til landsins stýri. Vónaði at
Napoleon fór at geva øllum
atkvøðurætt í Fraklandi og
soleiðis leggja grundarstein
in undir eydnu mannaættar.
Beethoven var helst tann
fyrsti
komponisturin,
sum ikki var í tænastu hjá
nøkrum, men livdi av sínum
evnum og verkum. Sum eitt
kuriosum kann nevnast, at
tá Beethoven var stevndur
fyri rættin fyri at bera eitt
aðaslnavn – hann hevði jú
millumnavnið van, sum hann
hevði frá pápanum, sum var
hálendingur – segði hann
tey kendu orðini. “Kongar
og fúrstar eru og fara tað at
vera nóg mangir av, men tað
verður bert ein Beethoven.”
Titulin til verkið var tí
broyttir til: “hetju-sym
foniin, komponerað at
hámeta minnið um eitt stór
menni...”
Føroya Symfoniorkestur
verður stjórnað av Bernhardi
Wilkinson.
Hetju-symfoniin
1. satsur: Allegro con brio. Beint eftir tær báðar kraftmiklu,
innleiðandi akkordirnar hoyrist høvuðstemaið í
cellostemmunum, hetjutemaið, sum skiftir millum styrki
og heitari kenslur, men ein, sum lurtar, kann kanska fáa
fatan av einum stríði millum ymsu instrumentbólkarnar.
2. satsur: Marcia funebre. Adagio assai. Ein syrgimarsjur,
ein eymkan um at hetjan er deyð.
3. satsur: Scherzo. Allegro vivace. Tann tungi og tristi
syrgimarsjurin verður snøggliga avbrotin av eini scherzo,
lættur og kátur tónleikur, skemtiligur, í trideildari takt,
men hevur tó tematiskt tilknýti til 1. sats. Í triopartinum
hoyra vit glaðar hornklangir - eitt petti, sum flestu
hornblásarar frøast um at sleppa at spæla.
4. satsur: Finale. Allegro molto. Hetta er ein
variatiónssatsur, og symfoniin endar í einum ljósum og
løttum hugalag. Ein festligur endi.
FAKTA
Stórsligin várkonsert
Violinkonsertin
1. satsur: Vorspiel. Allegro moderato. Byrjar við einum recitativi í soloviolinini, síðani kemur
fyrsta motivið við breiðum akkordspæli í violinini. Heldur síðani fram við tríklangum í
soloviolinini og einum kontrapunktiskum spæli millum violin og orkestur. Satsurin nevnist
forspæl og hevur ein rættiliga frían form við nógvum “figuratiónum”.
2. satsur: Adagio. Sera vakur og kensluborin tónleikur, nærmast ein romansa.
3. satsur: Allegro energico. Satsurin hevur eitt eggjandi stev, fullur av kraft og lívi.
Solistur í violinkonsertini er konsertmeistarin í Føroya Symfoniokrestri, Sámal Petersen.
Sámal Petersen byrjaði sum 11 ára gamal at spæla violin hjá Viggo Dahl Christiansen.
Eftir lokið studentsprógv varð hann í 1987 upptikin á konservatoriið í Odense og fekk
undirvísing har frá Bela Detrekoy, A. Møller og Alexander Fischer. Tók diplomeksamen
í 93 og helt so fram í eitt ár í Wien hjá Ernst Kovacic og Maigread McCrenn. Var í 1995
settur sum violinpædagogur við Føroya Musikkskúla og hevur síðani studerað Suzuki
frálæringarháttin og ferðast í dag javnan til Belgia at undirvísa á Suzukiinstituttinum har.
Sámal er i dag konsertmeistari í Føroya Symfoniorkestur. Spælir kamartónleik og er limur í
føroyska yrkistónleikabólkinum Aldubáruni.
FAKTA
Talan verður eftir øllum at døma um enn eina stórsligna tónleikauppliving, tá várkonsertin hjá Symfoni-orkestrinum stendur á skránni