Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-17, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. mars 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 55 - 17. mars 2006 17 – Vit eru sera mis­ nøgdir við, at ameri­ kanararnir fara úr Keflavík, sigur Halldór Ásgrímsson, forsætisráðharri Ísland Árni Joensen fartekst@mail.dk Síðst í september fara tey fýra amerikonsku F-15 jag­ araflogførini og tær báðar amerikonsku Sikorsky-bjarg­ ingartyrlurnar av støðini í Keflavík, og saman við teimum fara næstan øll tey umleið 1200 amerikonsku starvsfólkini av støðini. Amerikanski sendiharrin í Reykjavík hevur sagt, at tað er George W. Bush, forseti, sum hevur gjørt av at taka flogførini og tyrlurnar úr Íslandi, tí brúk er fyri teimum aðrastaðni. Boðini fekk íslendski utt­anríkisráðharrin, Geir Haarde, frá amerikanska varauttanríkisráðharranum Nicholas Burns í telefonini mikukvøldið, og tey hava vakt stóran ans í Íslandi. Sam­bært einari avtalu frá 1951 hevur USA skyldu til at verja Ísland hern­ aðar­liga, og tí eru nógvir ís­lendingar vónsviknir av, at amerikanararnir gevast við so stuttari freist. – Vit eru sera misnøgd við amerikonsku avgerðina. Hetta styrkir ikki viðurskiftini ímillum londini. Soleiðis bera vinir og sameindir seg ikki at ímóti hvør øðrum, segði Halldór Ásgrímsson, forsætisráðharri, í gjár. Sam­ stundis boðaði hann frá, at hann hevur gjørt av at senda Bush, forseta eitt bræv við kravi um eina frágreiðing úr Hvítu Húsunum. Halldór Ásgrímsson hevur eisini tos­ að við leiðsluna í NATO um málið. Sambært fjølmiðlunum eru nógvir íslendingar skelkaðir av amerikonsku avgerðini, tí íslendska stjórnin tók undir við amerikonsku innrásini í Irak, sjálvt um nógvir ís­lend­ ingar vóru ímóti. Er hetta takkarlønin, spyrja nógvir íslendingar nú. Norðurkorea vil hava Noreg at royna semju um landsins kjarnorku Kjarnorka Árni Joensen fartekst@mail.dk Norskir diplomatar hava drúgvar royndir sum sem­ ingsmenn í Miðeystri, Sri Lanka, á Balkan og aðra­ staðni, og nú vil Norðurkorea hava teir at royna seg sum semingsmenn í ósemjuni um landsins kjarnorku. – Noreg hevur gott orð á sær sum semingsland og harafturat drúgvar royndir, og tað er okkara vón, at land­ið eisini kann royna at loysa hesa ósemjuna, sigur norðurkoreanski sendiharrin í Norðurlondum, Jon In Chan, við norska blaðið VG. Norska uttanríkisráðið um­hugsar at senda em­bætis­ mannin Raymond Johansen til Norðurkorea í heyst. Sjálv­ ur sigur Raymond Jo­hansen við VG, at norðurkoreanska hugskotið er sera áhugavert, sjálvt um Noreg tekur lut í altjóða trýstinum á Norð­ urkorea fyri at fáa landið at sleppa ætlanini at útvega sær kjarnorkuvápn. UTTAN ÚR HEIMI Blíður Blair Nógvir bretar vilja vera við, at Tony Blair, for­sætis­ ráðharri, hevur innstillað nakrar menn til aðalsheiti sum samsýning, aftur fyri at teir hava verið við til at fíggja valstríðið hjá Arbeiðaraflokkinum til und­anfarin val. Men tað avsannar Blair. Á einum tíðindafundi í gjár viðgekk hann kortini, at menn, sum hava hjálpt stjórnarflokkinum við fígg­ing, hava fing­ið að­als­­heiti, men hann helt uppá, at hesi viður­skiftini høvdu einki við hvørt ann­að at gera. Kortini hev­­­­ur kassameistarin hjá flokkinum, Jack Dromey, gjørt av at kanna málið, sigur BBC. Tony Blair er vísur í at fáa sítt egna aðalsheiti, tá hann eina ferð leggur frá sær, tí í Bretlandi er tað siður, at drotningin gev­­ur fyrrverandi stjórnar­leið­ arum aðalsheiti. Helst fær hann heitið Sir Tony. John Major, sum var for­ sætisráðharri frá 1990 til 1997, fekk í fjør heitið Sir John, og Marga­reth Thatcher, sum var í Down­ ing Street frá 1979 til 1990, gjørdist Baro­ness Thatcher í 1992. Jam­es Callaghan, sum fór frá í 1979, fekk í 1987 aðals­heitið Sir Leo­ nard James. Tony Blair Kadima dregur frá hinum Í Ísrael vísir ein nýggj mein­ ingakanning, at álopið á palestinska fongslið í Jeriko kemur Kadima-flokkinum hjá Ariel Sharon til góðar. Flokkurin hevur havt trupulleikar í teimum sein­ astu kanningunum, men tað er líkt til, at álopið á fongslið í Jeriko fær undir­ tøku ímillum fólk, og at tað kemur flokkinum til góðar. Einstakir eygleiðarar hava lagt Ehud Olmert, for­ sætisráðharra undir at hava givið boð um álopið fyri at styrkja flokkin, men tað avsannar hann. Tær seinastu veljarakann­ ingarnar undan álopinum vístu, at Kadima fer at fáa umleið 40 umboð í tingið á valinum tann 28. mars, men nú verður roknað við størri undirtøku, skrivar AP úr Jerusalem. Mannasmuglari í fongsul Ein dómstólur í New York hevur dømt eina kvinnu av kinesiskum uppruna 35 ára fongsul fyri manna­smugl­ ing. Tann 57 ára gamla kvinn­ an vildi vera við, at hon hevði arbeitt eftir boð­um frá brotsmonnum í China­ town, og at hon tí átti at fáa lina revsing. Men tað helt dómarin, Michael Mukasey, ikki. Tvørturímóti dømdi hann kvinnuna seka í at hava smuglað fólk úr Kina til USA, eins og hon bleiv funnin sek í at hava kravt pengar frá teimum, eftir at tey vóru komin til USA. Sambært dóminum hevði kvinnan eisini ábyrgdina av, at 24 kinesarar doyðu, tá roynt varð at smugla teir til USA í árunum frá 1993 til 1998. Kvinnan skal nú sita í fongsli tey næstu 35 árini. Tað er harðasta revsing fyri mannasmugling í USA. Máttu halda sær í sjey tímar Ferðafólkini umborð á einum flogfari hjá spanska flogfelagnum Spanair vóru illa stødd á einari ferð úr Noregi til Gran Canaria tann 25. februar, tí hóast ferðin tók sjey tímar, slapp eingin á vesi. Norska blaðið Harstad Tidende skrivar, at stutt eftir fráferðina fingu ferða­ fólkini at vita í hátalarun­ um, at einki vesi umborð á flogfarinum kundi brúkast, og stutt eftir góvust flog­ ternurnar eisini at selja drykkjuvørur. Samstundis vórðu ferðafólkini støðugt mint á, at tey máttu halda sær, til flogfarið lendi. Norska brúkararáðið held­ur, at ferðafólkini hava rætt til at krevja avsláttur av ferðaseðlunum, tí tey fingu ikki tað, sum tey høvdu goldið fyri. Tað er kortini ikki greitt, um nakað av teimum 220 ferðafólkunum hevur kravt avsláttur. Íslendingar vónsviknir av amerikanarum Vil hava norðmenn at royna semju Dýrt at vera í kríggi Amerikanska kongressin játt­aði í gjár stjórnini at brúka 414 milliardir krónur afturat til kríggini í Afghanistan og Irak. Ein stórur meiriluti av kongressini atkvøddi fyri meirjáttanini, men einstakir kongresslimir fýltust tó á, at krígsførslan er alt ov dýr. Við meirjáttanini hevur USA brúkt meiri enn 2500 milliardir krónur til krígs­førsluna í teimum báðum londunum. Halldór Ásgrímsson, forsætisráðharri: -Soleiðis bera vinir og sameindir seg ikki at ímóti hvør øðrum Mynd: Reuters