Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-17, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. mars 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 55 - 17. mars 2006 Nr. 55 • Fríggjadagur • 17. mars 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo Hóast summi formel 1 lið ikki ynskja at taka nakran ávísan koyrara framum, so tykist longu aftan á fyrstu koyringina at vera greiður munur á koyrarunum í øllum teimum fremstu liðunum. Formel 1 Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Stríðið millum liðfelagar í formel 1 kann vera hart. Men nøkur lið velja at hava eina greiða støðu, har annar koyrarin er høvuðs prioritetur hjá liðnum, onnur velja heilt greitt ikki at gera mun. Eingin koyrari hevur iva­ leyst hug til at vera hjálp­ arkoyrari. Hetta var eisini bein­leiðis orsøkin til, at Rubens Barrichello fór til Honda í ár. Hann vildi ikki longur standa í skugganum av Michael Schumacher, men vildi sjálvur vinna. Í koyringini í seinastu viku komu greiðar ábendingar um, hvør er høvuðskoyrari og hvør er hjálparkoyrari í fýra teimum fremstu lið­un­ um. Í fyrstu koyringni fyri Ferrari gjørdi Felipe Massa eina koyrivillu og aftan á ein sera óheppnan pittsteðg, endaði hann aftastur og kláraði ongantíð at koma fyri seg. Hetta hóast hann sat í sama bili sum Schumacher, ið bardist um fremsta plassið. Hjá Renault var støðan tann sama. Fernando Al­onso vann koyringina með­an Giancarlo Fisichella ongantíð veruliga megnaði at avbjóða, áðrenn bilurin steðgaði upp við tøkniligum trupulleikum. Hjá McLaren-Mercedes bardi Kimi Räikkönen seg av aftasta plássi fram til triðfremst, meðan liðfelagin Juan Pablo Montoya, ið byrjaði í fimtu byrjunarstøðu, eisini endaði fimtur. Rubens Barrichello kapp­aðist ikki um sigrar í Bahrain. Liðfelagin Jenson Button hevði trupulleikar við koblingini í byrjanini. Hann var tó skjótur uppi á triðja plássi aftur. M.a. yvirhálaði hann Barrichello. Barrichello byrjaði nummar seks, men fekk skjótt trupul­leikar við girunum og endaði á fimtanda plássi. Enn er bert ein formel 1 koyring koyrd, og tí er einki avgjørt enn.Í fjør vann Fisi­ chella fyrstu koyringina, men stutt eftir var hann ein greiður hjálparkoyrari hjá Renault. Tvær ferðir á rað hava kvinnurnar hjá Neistanum bast reyðu favrittunum úr Klaksvík, sum tí als ikki eru eins sjálvsagdir favorittar, sum tær hava verið Hondbóltur Jákup Mørk Sunnudagin fyrsta av tveimum – og kanska trimum – FM- finalum í kvinnuhondbólti spæld. Soleiðis sum gongdin hevur verið hetta árið, er mest sum sjálvsagt, at dysturin stendur millum Neistan og Stjørnuna. Júst somu lið, sum hittust í steypafinaluni fyri góðum mánaði síðani. Ikki eins greitt Í mun til ta ferðina, so er favoritt-leikluturin hjá Stjørn­­uni tó als ikki so greið­ ur, sum hann var undan steypafinaluni. Partvíst, so prógvaði Neist­­in í finaludystinum, at tað eisini ber til at vinna á Stjørnuni, tá talan er um týdn­ ingarmiklan dyst. Og partvíst, so hevur Stjørnan meira ella minni verið rakt av einum ógvusligum niðurtúri síðani. Tann niðurtúrurin tóktist tó at enda, tá hálvfinalurnar móti VB vórðu spældar. Við tveimum knúsandi sigrum staðfestu stjørnurnar her, at tær so ruddiliga áttu fin­alu­ plássið uppiborið, og kanska var tað júst hendan succés- upplivingin, sum skuldi til, fyri at fáa liðið upp aftur. Og tað er eisini vert at hava í huga, at liðið »hevði ráð« til niðurtúrin, tí dystirnir í endaspælinum ikki høvdu so nógv upp á seg, tá lið­ið kortini var tryggjað hálv­ finalupláss. Fá ivamál Úr báðum legunum ljóðar, at so gott sum hvør tann einasta av spælarunum er til reiðar at fara á vøllin sunnudagin. Einasta ivamálið tykist vera Annika Thomsen hjá Neistanum. Hon fekk ein snudd í seinnu hálvfinaluni móti Kyndli, og tí er sterki skotarmurin enn ikki 100%. Men roknað verður tó við, at hon verður við sunnudagin, kortini. Hartil er eisini sannlíkt, at Birita Wardum kemur heima at hjálpa Neistanum, eins og hon gjørdi tað í steypafinaluni. Ta ferðina gjørdi hon góðan mun – serstakliga í verjupartinum – og vónin er sjálvandi, at tað aftur verður støðan hesaferð. Hjá Stjørnuni verður ikki tosað um nakað ivamál. Allar tær, sum í ár hava verið á liðnum, eru tøkar, og tað verða so eisini tær, sum skulu manna liðið sunnu­ dagin, skilst. FSV nýggja heimasíðu Á midnátt í kvøld verður nýggja heimasíðan hjá FS Vágum 2004 løgd á in­ternetið. Felagið, sum ætl­ar sær upp í bestu fót­ bóltsdeildina aftur, hevur havt eina heimasíðu í nøkur ár, men nú vrður nýggj síða gjørd, sum bæði skal vera meira upplýsandi og meira innbjóðandi. Adressan er www.fsvagar.fo Klaksvíkingar trívast væl í ÍF ÍF hevur nú fýra fót­bólts­ spælarar úr Klaksvík í hópinum hjá sær. Mál­mað­ur­ in Karstin Joensen er kom­in aftur til Fuglafjarðar at royna seg, og Arnold Joensen hevur eisini gjørt avtalu við ÍF. Afturat teim­um eru tveir yngri KÍ-spælarar eisini farnir til ÍF at spæla. Julian Samuelsen hevur verið í ÍF í fleiri vik­ur, meðan Tórður Lervig nú eisini roynir seg í fel­agnum. FCK nærkast finaluni Hálvfinalurnar í norð­ur­ lendsku fótbólts­kapp­ing­ ini Royal League vórðu spæld­ar í gjárkvøldið, og eftir fyrru dystirnar eru greiðar ábendingar um, at FC Keypmannahavn verður aftur í finaluni í ár. Í gjárkvøldið vann FCK 3-1 á FC Midtjyllandi. Úr­slitið var tað sama, tá ið Lillestrøm úr Noreg og Djurgården úr Svøríki spældu – her var tað norska liðið sum vann. Start tapti Hóskvøldið spældi Start venjingardyst ímóti Ros­en­ borg, og dysturin endaði við, at Start tapti 2-0. Todi Jónsson var ikki við hjá Start, tí hann fekk ein minni vøddaskaða undir venjing mikudagin, og tí kundi hann ikki spæla. Roknað verður tó við, at Todi verður klárur aftur fyrsta dagin. Nú fer Start til Spania á venjingarlegu. Helgi steðgaður í snar Helgi Dam Ziska var í vik­uni við í eini kapping í snartalvi í Reykjavík. Hann vann seg fram millum 64 teir bestu í kappingini – eini 200 spælarar vóru við – men har varð hann steðgaður av ísraelska stórmeistaranum Sergey Erenburg. Helgi kann tó fegnast um, at hann nú er tikin út til OL-landsliðið, sum fer til Torino. Landsliðið verður mannað við John Arna Nilssen, Martini Poulsen, John Rødgaard, Helga Dam Ziska og Hans Kristiani Simonsen. Greiðir leiklutir í fremstu formel 1 liðunum Finalan tykist víðopin Sunnudagin fara Neistin og Stjørnan undir fyrsta partin av stríðnum, sum skal gera av, hvør skal fáa rættin at rópa seg føroyameistara í kvinnuhondbólti 2006