fríggjadagur 17. mars 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 55 - 17. mars 2006
19
Flogbóltsfelagið
Tromsø, har tveir
føroyskir spælarar
royna seg, vann fyrru
hálvfinaluna og skal
í morgin taka seinni
stigið í finaluna um
norska meistaraheitið
Flogbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Rúni Weihe og Bárður Ben
dix Mikkelsen hava annað
beinið í finaluni um norska
meistaraheitið í flogbólti.
Farna vikuskiftið spældi
Tromsø fyrru hálvfinaluna
ímóti Nyborg úr Bergen,
og tað eyndaðist liðnum
hjá teimum føroysku spæl
arunum at vinna útidystin
3-1.
Tromsø byrjaði dystin illa
og tapti fyrsta settið 25-19.
Men so kom vend í. Rúni og
Bárður løgdu fyri við góðum
servum, og tá ið blokkurin
eisini kom á rætta lagið,
vendi Tromsø dystinum.
Næsta settið vann Tromsø
heili 25-12.
Í triðja og fjórða setti
var munandi tættari, men
Tromsø var frammanfyri
meginpartin av hesum
settum, og teir kláraðu eisini
at hála sigurin í land við 25-
22 og 25-23.
Seinna hálvfinalan ímóti
Nyborg verður leygardagin,
og hesaferð spæla Rúni,
Bárður og liðfelagarnir á
heimavølli.
Tromsø á veg
í finaluna
Bæði menninir hjá
Fleyr og kvinnurnar
hjá Drátti spæla
ársins seinasta dyst
í Klaksvík. Har fáa
føroyameistararnir
eisini handað steyp
og gull eftir dystirnar
leygardagin
Flogbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Eingin spenningur er undan
seinastu dystunum í bestu
mans- og kvinnudeildunum
í flogbólti um vikuskiftið.
Menninir hjá Fleyr og
kvinnurnar
hjá
Drátti
hava tryggjað sær føroya
meistaraheitið, og tá ið hesi
lið spæla sínar seinastu dystir
í Klaksvík leygardagin, eru
teir uttan týdning.
Hjá monnunum spæla tey
bæði bestu liðini í ár, Fleyr
og Mjølnir. Klaksvíkingar
vunnu steypafinaluna ímóti
Fleyr, men í landskappingini
hevur Fleyr havt munin.
Mjølnir hevur tryggjað sær
silvurið í landskappingini,
so dysturin leygardagin
snýr seg bert um heiðurin
at vinna.
Hin dysturin hjá monnum
leygardagin verður á Kambs
dali, har SÍ og ÍF spæla. SÍ
hevur vunnið bronsuna, með
an ÍF ikki kann broyta sína
støðu sum nummar fýra í
deildini.
Toppur og botnur
Hjá kvinnum er tað toppur
og botnur, sum hittast í
Klaksvík. Dráttur hevur alt
kappingarárið verið tað besta
kvinnuliðið, meðan Mjølnir
hevur havt tað trupult í ár.
Mjølnir er við at spæla eitt
nýtt lið saman, og tað krevur
tol og tíð.
Mjølnir liggur aftast í
deildini og skal spæla niður
flytingardyst ímóti Fleyr
mitt í næstu viku.
Tveir aðrir dystir verða hjá
kvinnum. Á Tvøroyri spælir
næstfremsta liðið, TB, ímóti
KÍF, og á Kambsdali verður
dystur millum ÍF og SÍ. Her
kann tað henda, at um TB
tapir og ÍF vinnur, so fer
ÍF við silvurinum, men TB
kann avgera alt sjálvt við at
vinna.
Gullið verður handað
í Klaksvík
Leygardagin verða seinastu flogbóltsdystirnir í landskappingini spældir, og báðir
føroyameistararnir í meistaradeildunum spæla í Klaksvík
Við fimm ymiskum
bilum á teimum
fimm fremstu pláss
unum í fríggjadags
venjingini, áðrenn
formel 1 koyringina
á Sakhir breytini
í Kuala Lumpur,
Malaysia, tykist alt
at vera opið áðrenn
koyringina.
Formel 1
Í fjør kappaðust fríggja
dagskoyrarnir hjá McLaren
og Toyota um skjótastu tíð
irnar fríggjadag. Men av
tí, at McLaren og Toyota
endaðu millum tey fýra
fremstu liðini í fjør, hava
tey í ár ikki loyvi at hava
ein triðja royndarkoyrara
við fríggjadag. Í ár hava
Honda og Williams aftur
fingið loyvi, at hava ein
triðja koyrara við, tí liðini
endaðu uttan fyri fýra tey
fremstu í fjør. Trendurin
heldur fram í ár, tí hesir áttu
eisini skjótastu umførini.
Alexander Wurz í Williams
Cosworth hevði skjótastu
tíðina, inntil fá sekund
vóru eftir, tá Anthony Dav
idsson í Honda fór um
málstrikuna við tí allar
skjótastu tíðini. Renault
bilurin hjá Fernando
Alonso var á triðja plássið,
Felipe Massa í Ferrari var á
fjóra plássi og Räikkönen
í McLaren-Mercedes var
fimtur.
Anthony Davidson var
alt kappingarárið 2004
skjótastur fríggjadagar.
Við skjótastu tíðini bæði
í Bahrain og nú í Kuala
Lumpur tykist tað, sum
um hann ætlar at endurtaka
bragdið.
Í koyringini seinastu
viku koyrdi Nico Rosberg
í Williams Cosworth
skjótasta umfarið í sjálvari
koyringini, Williams fekk
somuleiðis báðar koyrar
arnar í stigini á sætta og
sjeynda plássi. Við næst
skjótastu tíðini í dag, vísir
Williams at liðið skal takast
við álvara. Fólk hava tosað
um, at Renault, Ferrari,
McLaren og Honda fara at
stríðast um sigrarnar í ár.
Men kanska Williams fer
at blanda seg í hetta stríð.
Annars var koyringin
merkt av, at nógvir av koyr
arunum bert koyrdu fá
umfør, fyri at spara motorin.
Nógvi hitin í Kula Lumpur
er ein stórur trupulleiki fyri
motorarnir, ið longu hava
koyrt eina heila koyring í
Bahrain. Tí geva tíðirnar
óivað bert nakrar ábendingar,
ístaðin fyri nakra serliga
álítandi mynd av hvussu
leikur ferst.
Davidson
skjótastur
fríggjadag
Úrslit av fríggjadags royndarkoyring
1 Anthony Davidson Honda 1:35.041
2 Alexander Wurz Williams-Cosworth 1:35.388
3 Fernando Alonso Renault 1:35.806
4 Felipe Massa Ferrari 1:35.924
5 Kimi Räikkönen McLaren-Mercedes 1:36.132
6 Giancarlo Fisichella Renault 1:36.182
7 Michael Schumacher Ferrari 1:36.617
8 Jenson Button Honda 1:36.661
9 Jacques Villeneuve Sauber-BMW 1:37.045
10 Rubens Barrichello Honda 1:37.270
11 Jarno Trulli Toyota 1:37.317
12 Nick Heidfeld Sauber-BMW 1:37.418
13 Robert Kubica Sauber-BMW 1:37.457
14 Juan Pablo Montoya McLaren-Mercedes 1:37.463
15 Vitantonio Liuzzi STR-Cosworth 1:37.590
16 David Coulthard RBR-Ferrari 1:37.603
17 Ralf Schumacher Toyota 1:37.695
18 Neel Jani STR-Cosworth 1:37.831
19 Scott Speed STR-Cosworth 1:37.926
20 Mark Webber Williams-Cosworth 1:38.081
21 Nico Rosberg Williams-Cosworth 1:38.205
22 Giorgio Mondini MF1-Toyota 1:38.256
23 Christian Klien RBR-Ferrari 1:38.644
24 Christijan Albers MF1-Toyota 1:38.918
25 Robert Doornbos RBR-Ferrari 1:39.105
26 Tiago Monteiro MF1-Toyota 1:39.416
27 Takuma Sato Super Aguri-Honda 1:41.549
28 Yuji Ide Super Aguri-Honda 1:43.164
Dystir um vikuskiftið
HONDBÓLTUR
Sunset-kappingin
finala
Dagur
Klokkan
Dystur
Dómari
19.03
Neistin-Stjørnan
FLOGBÓLTUR
Meistaradeild kvinnur
18.03
14.00
ÍF-SÍ
TB
18.03
14.00
Mjølnir-Dráttur
TB
19.03
15.00
TB-KÍF
SÍ
Meistaradeild menn
18.03
16.00
ÍF-SÍ
Nøvan
18.03
16.00
Mjølnir-Fleyr
Nøvan
FÓTBÓLTUR
Kappingin um Løgmanssteypið
18.03
TB-Royn
Páll Augustinussen
18.03
Fram-NÍF
Ransin N. Djurhuus
18.03
FSV04-AB Eiler Rasmussen
18.03
SÍ-MB
Georg N. Rasmussen
Internet Sosialur
www.sosialurin.fo
in