Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-17, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. mars 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 55 - 17. mars 2006 Søkt verður eftir pedagogi at arbeiða 20 tímar um vikuna. Starvið verður sett 1.apríl 2006 ella skjótast gjørligt. Verkstaðið Vón er ein vardur verkstaður har gott 40 vaksin fólk við menningartarni arbeiða við framleiðslu. Uppgávan hjá tí, sum sett/ur verður, er at stuðla vaksnum manni við down syndromi í dagligu lutunum á varda verkstaðnum. Verkstaðið er opið vanligar arbeiðsdagar kl. 8.00 -16.00, arbeiðsfólkini hava aðrar arbeiðstíðir. Um tú hevur hug at søkja hetta starvið, vænta vit, at tú • Hevur evnir og hug at arbeiða við fólki við menningartarni • Hevur góð samstarvsevnir • Hevur evnir og hug at arbeiða í einum starvsfólkabólki eins og sjálvstøðugt • Ert álítandi og fleksibul Vit kunnu bjóða tær • Eitt gott arbeiðsumhvørvi við ymiskum fakbólkum • Luttøku á viðkomandi fundum og skeiðum Lønar- og setanartreytir: Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag, og lønt stigini 11 til 18. Nærri fæst at vita um starvið frá leiðaranum á tlf. 214288. Umsókn við avriti av prógvi og møguligum viðmælum verður send til: Verkstaðið Vón Att: Maud Wang Hansen, leiðari Postboks 2003 165 Argir Umsóknarfreist 31. mars 2006 kl. 16.00. Heimarøktin og Serforsorgin Serstovnadeildin Pedagogur til Verkstaðið Vón Aðalfundur hjá Fosturforeldrafelagnum Aðalfundurin hjá Fosturforeldrafelagnum verður leygardagin 25. mars 2006 kl. 9.30 í hølunum hjá Starvsmannafelagnum. Skrá sambært viðtøkum felagsins. Annars verður kunning frá Barnaverndarstovuni og Karin Kjølbro heldur ein fyrilestur um hennara arbeiði við ung kriminell. Nevndin