Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-17, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. mars 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 55 - 17. mars 2006 21 Dagstovnurin í Hósvík søkir eftir køksfólki, ið kann átaka sær at gera mat á stovninum og kann byrja sum skjótast. Eingin beinleiðis útbúgving er kravd, men tú skal hava áhuga fyri matgerð og sunnum kostvanum, harafturat er ein treyt, at tær dámar børn. Arbeiðstíðin er 25 tímar um vikuna. Eisini verður søkt eftir vikarum, ið kunnu byrja beinanvegin. Áhugað kunnu venda sær til leiðaran Gitte Jørgensen tlf. 772020. Umsóknin skal sendast til: Dagstovnin í Hósvík Áarvegur 3 420 Hósvík Freistin at søkja størvini er úti 28. mars. Stuðulsgrunnur Føroya Blindafelags Umsóknir um peningaligan stuðul úr Stuðulsgrunninum skulu vera grunninum í hendi í seinasta lagi 3. apríl 2006. Umsóknarbløð fáast hjá Føroya Blindafelag Adr. Føroya Blindastovnur Íslandsvegur 10 A, Tórshavn Boks 2074, FO-165 Argir tlf: 31 82 22 Endamál grunnsins er: At veita hjálp til blind og sjónveik, ið til fánýtis hava søkt um hjálp. At veita stuðul til luttøku á skeið- um, fundum og øðrum tiltøkum fyri sjónbrekað í Føroyum og uttan- lands – tó treytað av, at umsøkjarin er limur í Føroya Blindafelag. Nevndin Búskaparfrøðingur til Hagstovuna Hagstovan hevur eitt starv tøkt til ein búskapar- frøðing at arbeiða við tjóðarroknskapi. Uppgávan er at vera við til at menna uppgerðina av tjóðarroknskapinum og har serliga privata vinnuliga partinum av honum. Fremst av øllum sóknast vit eftir einum akademiskt útbúnum búskaparfrøðingi, men tað ber saktans til at søkja, um tú heldur teg hava aðrar førleikar til starvið. Lønt verður eftir sáttmála millum Landsstýrið og avvarðandi fakfelag. Umsóknarfreistin er 1. apríl 2006, tá skrivlig umsókn skal vera okkum í hendi. Vilt tú vita meira um starv, treytir og arbeiðspláss, ring so til Herman Oskarsson ella John Jacobsen á tlf. 35 28 00.