Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-17, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. mars 2006síða 28

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 55 - 17. mars 2006 9 av nøvnunum, ið skulu spæla á Asfalt í summar eru higartil avdúkaði, í dag lat heimasíðan hjá Asfalt upp og á henni vóru trý nøvn afturat avdúkaði TÓNleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Føroya besti bólkur 200 og trubadururin Stanley Sam­uelsen verða millum nøvn­ini, ið fara at spæla á stóra tónleikatiltakinum í Havn í summ ar, hetta vátta fyrireikararnir á heimasíðuni www.asfalt.fo, ið varð al­manna kunngjørd í dag. Somu­ leiðis varð tað endiliga váttað, at Poppkorn spælir á tiltakinum, hetta skrivaðu vit fyri hálvu aðrari viku síðan. Listin er sostatt 200, Annika Hoydal, Isadora & The Rebels, Kamarkórið, Kári Sverrisson, Lena, Makrel, Marius, Poppkorn, Pætur við Keldu, Side Effect, Skunk og Stanley Samuelsen er listin av nøvnum, ið liggur á heimasíðuni www.asfalt. fo. Aðrastaðni í blaðnum av­dúka vit, at eisini Safir fer á pallin á Asfalt. So talan er higartil um 13 av teim­um 70 bólkunum, og kom­andi vikurnar fara enn fleiri nøvn at verða avdúkaði á heimasíðini. Fløguaktuellir 200 Við eini fløgu á topp 10 list­an­um yvir seldar fløgur í 2005, einum lagi 9 vikur ovast á 15 teimum bestum, framúrskarandi konsertum á AME, á MjúS, á G!, á ís­lendska Airwaves, í Vega í Keypmannahavn, í SMS, á Faroe Expo og í spæli­ støðum kring allar Føroyar hevur seinasta árið verið eitt fantastisk ár fyri 200. Tí var tað ikki uttan orsøk at bólkurin varð valdur ár­sins bólkur 2005 á Planet Awards. Rokkenda punk trioin kom fram í sambandi við upp­tøkurnar av Rock í Før­ oyum 2 í 1997. Teir spældu tá antipopp á føroyskum, tað flutti seg síðan til full­ veldispunk á fyrstu fløguni 200% í 2001. Onnur fløgan Viva La Republica tekur tráin upp eftir 200%, men er heldur meira rokkkend enn fyrra fløgan, og tekstirnir eru enn meira argandi. Tað verður tí sera spennandi at vita hvat nýggja fløgan, ið bólkurin í næstum fer at taka upp, fer at hava at bjóða. Tað verður í øllum førum 200 við nýggjum og spennandi løgum, ið fer á pallin á As­falt. Teir eru allir tríggir fram­­ úr góðir tónleikarar, sum við sínum papp­masje­fokk­ júfingri leggja eftir øllum, sum teir halda vera skeivt. Sangarin Stanley Stanley Samuelsen hevur á tveimum fløgum spælt á hjartastreingirnar hjá føroy­ ingum. Hann hevur verið truba­durur í nógv ár og hevur serliga í Danmark ferðast nógv við sínum sangi og gittara. Hann er ein framúr góður undirhaldari, hetta hevur hann víst á nógvum kon­sertum, har hann syngur egin løg og tolkar vísur hjá øðrum meistarliga. Tað er serlig songrøddin hjá Stan­ ley, ið er so sannførandi. Hon er sera egin, og sera góð. Hann fortelur søgur við sínum sangi, og tú kennir teg noyddan til at trúgva hon­ um. Fyrra fløgan hjá Stanley Um eg kundi kvøðið, gjørd­ ist fólkaogn serliga orsakað av tittullagnum, ið er ein óvanliga vøkur útgáva av yrk­ ingini hjá Janusi Djurhuus. Lagið gjørdist ein sonn landaplága, og er enn javnan at hoyra í føroyskum útvarpi. Í fjør kom so onnur fløgan út, Sól og Regn. Eisini hon hevur vunnið nógv hjørtu í Føroyum. Asfalt vil menna tónleikin Á heimsíðuni verður kunnað um tónleikatiltakið og ym­iskt sum fer at henda í samband við asfalt. Tað ber eisini til at kjakast á heimasíðuni.Asfalt hevur sum endamál at stuðla undir menningina av føroyskum tónleiki, tí er ætlanin at kjak­­síðan skal verða eitt for­um, har kjakast verður um, hvat skal til fyri at menna føroyskan tónleik, hvørji átøk, karmar osfr. eru neyðug, um føroyskur tón­ leikur áhalandi skal menna seg. Øll eru vælkomin at siga sína hugsan á www. asfalt.fo Heimasíðuna hjá asfalt hevur Petur Hansen sniðgivið og gjørt. Punkur og vísu­ sangur á Asfalt Stanley Samuelsen spældi í fjør eina rørandi og inniliga konsert í Miðlahúsinum, í juni verður hann aftur at hoyra í Tórsgøtu [2] Ger trygga íløgu í japansk lánsbrøv Nógv gjørdust ov sein, tá Føroya Banki fyrr í ár beyð viðskiftafólkum at gera íløgur fyri 100 milliónir krónur í lánsbræv við trygd ímóti at missa ílagda peningin. Men nú kunnu íleggjarar aftur halda seg framat í Føroya Banka. Frá 20. mars til 7. apríl 2006 ber til at gera íløgur í nýtt lánsbræv, sum fylgir gongdini á japanska partabræva- marknaðinum. Íleggjarar fáa við vissu 1% í rentu um árið. Í mesta lagi kann rentan gerast heili 30% árliga í fimm ára gildistíðini. Kommuninvest í Svøríki útgevur nýggja lánsbrævið, og Føroya Banki samstarvar við Nordea um útgávuna. Teknast kunnu 200 milliónir krónur hesaferð. Vilt tú vita meira um nýggja lánsbrævið, set teg so í samband við íløguráðgevarar bankans.