fríggjadagur 17. mars 2006síða 29
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Petur Skeel Jacobsen um vikuskiftisveðrið:
Gott veður ímorgin – men
kaldari næstu dagarnar
Líggja veðrið, sum hevur
verið í nakrar dagar, er á veg
burtur. Njóta tí hitastigini
í vikuskiftinum, tí longu
sunnukvøldið kemur kavin.
Sosialurin fer nú undir
nýggjan tátt, har Petur Skeel
Jacobsen, veðurfrøðingur,
greiðir frá um vikuskiftisveðrið
Inna Tørnroos
inna@sosialurin.fo
Veðrið næstu dagarnar verður
meiri óstøðugt.
Leygardagin verður lýtt við
einum 4-7 hitastigum, og heldur
ikki so nógvur vindur, bert
3-8 metur um sekundi. Eisini
kunnu vit rokna við nøkrum
sólarglottum.
– Kanska verður okkurt
æl eisini, sigur Petur Skeel
Jacobsen.
Sunnudagin frískar vindurin upp
á einar 10 metrar um sekundi.
Eitt sindur kaldari verður eisini,
og okkurt kævaæl er væntadi
sunnudagin
– Høgætt við kulda er á veg, til
einaferð mitt í næstu viku, sigur
Petur.
Njótið tí tey tunnu klæðin,i tá
tit fara túr í vikuskiftinum, tí
í næstu viku mugu vit bjálva
okkum í ullint klæði aftur.
100 ár
dagfinn olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Í dag fyllir Johanna Maria Olsen,
nevnd Hanne Mia Olsen, í Vági
100 ár. Í morgun savnaðust
børn og vaksin við hús hennara
í Vági. Skúlabørn og børn úr
dagstovnum, og vaksin eisini,
sungu sangin, sum NePtuN
hevði gjørt og næmingar í
skúlanum í Vági hava vant.
Sangurin varð eisini býttur út
millum tey, ið vóru komin saman,
so øll mannamúgvan sang so
lystiliga sangin, ið gekk til lagið
um Kamferkistuna.
Skúlaorkestur spældi eisini
Happy Birthday og Om Lidt er
Kaffen Klar.
Hanne Mia er birg og kom í
hurðina at heilsa mannamúgvuni
Fríggjadag seinnapart verður
hátíðarhald í VB húsinum, har
løgmaður og onnur eisini taka lut
og fólk kunnu heilsa Hanne Miu
á 100 ára føðingardegnum.
Johanna Maria Olsen 100 ár
Í morgun savnaðust børn og ung úr skúla og dagstovnum í Vági uttanfyri hjá Hanne Miu Olsen. Hon fyllir 100 ár í dag og børn og vaksin heiðraðu henni við
nýgjørdum sangi og góðum tónleiki. Hanne Mia er birg og kom í hurðina at heilsa mannamúgvuni
Nr. 55 • fríggjadagur • 17. mars 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo