fríggjadagur 17. mars 2006síða 30
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Millum bólkarnar á risa
tónleikatiltakinum Asfalt,
verður melidiøsa duettin
Safir við teimum báðum
Janusi Trúgvason og
Tór Verlandi Johansen
Asfalt
Rókur Jákupsson Jakobsen,
rokur@sosialurin.fo
& Niels Uni Dam,
nielsuni@sosialurin.fo
“Eg brúki høgru hvønn einasta
dag – Havi enntá Filmnet, men
bara mikudag”. Hvør minnist
ikki Høgra Jam? Hetta var eitt
av teimum heilt stóru hittinum
hjá Safir. Løgini hjá Safir vóru
sera nógv spæld í útvarpinum
síðst í seinastu øld. Tað verður
forkunnugt at hoyra teirra væl
klingandi sang og spæl aftur á
Asfalt.
Upprunin
Alt byrjaði við, at Janus Trúgva
son og Tór Verland Johansen
hittust í Café Natúr einaferð í
1995. Janus ætlaði at melda seg
til Prix Føroyar og sóknaðist eftir
einum at syngja aðrurødd. Teir
báðir prátaðu aftur og fram, um
hvør mundi verða ein hóskandi
loysn, og at enda skeyt Janus upp,
at Tór Verland kundi syngja. Tór
Verland segði, at hann ikki tímdi
bara at syngja aðrurødd, men um
hann slapp at taka cello´ina við,
so var tað ein heilt onnur søk.
Hetta helt Janus verða eitt frálíkt
hugskot, og Safir sá dagsins ljós.
Tilvildarligt navn
Men hví kallaðu teir bólkin
Safir? “Tað var mestsum av
tilvild”, sigur Tór Verland.
“Fyriskiparin av Prix Føroyum
ringdi til Janus og segði, at
bólkurin mátti hava eitt navn,
um teir skuldu luttaka. Janus
var nývaknaður, og hugdi eftir
strúkijarninum hjá mammu síni,
á tí stóð Safir. Janus segði so við
fyriskiparin, at hann bara kundi
skriva Safir á teirra umsókn, og
síðani hava teir gingið undir
heitinum Safir”.
“Eg var ikki serliga glaður fyri
hetta navni, men okkurt skuldi
barnið eita”, sigur Tór Verland.
Teir báðir høvdu als ikki ætlanir
um at gerast heimskendur í
Føroyum, og teir vistu slettis ikki
hvat, ið lá fyri framman. “Fyri
okkum snúði tað seg bara um
at luttaka í Prix Føroyum, og so
skuldu vit bara hava tað stuttligt”.
Fyrsta Prix Føroyar
upplivingin
Prix Føroyar 1995 var fyrsta
árið tiltakið var hildið, og fólk
vóru forvitin, tá fyrsta Prix
Føroyar undansendingin varð
send í SVF. Janus Trúgvason
greiðir frá “Vit vóru rættiliga
hepnir. Hetta árið valdi SVF at
fylgja einum bólki í hvørjum
umfari. Í allar fyrsta umfarinum
á Tvøroyri, valdu tey okkum. Tí
gjørdust hesar sjónvarpsmyndir,
fyrsta upplivingin stórur partur
av Føroya fólki fekk av Prix
Føroyum. Vit gjørdust tí kendur
millum mannað beinanvegin”.
Janus heldur fram: “Sum heild
gekk tað rættiliga lætt fyri
okkum, tá Útvarpið stutt eftir
hetta skuldi brúka livandi tónleik
í eini sending, ringdu tey til
okkara, ein cello, ein gittari og
tvær røddir er ikki so torført at
hava við at gera, sum t.d. ein
stórur rokkbólkur, og hetta
riggaði so mikið væl, at vit tvær
ferðir afturat spældu í somu
sending.”
Forbiðið ymiskir
Janus og Tór Verland kendust
ikki so væl, áðrenn teir funnu
saman um tónleikin. Teir sungu
saman í onkrum kóri, men
annars høvdu teir ikki nógv
til felags. “Vit eru so forbiðið
ymiskir”, greiðir Tór Verland frá.
“Tað er so stuttligt. Um eg haldi
okkurt, so hevur Janus sum oftast
eina aðra uppfatan. Soleiðis er
tað allan vegin; eisini tá tað snýr
seg um tónleik”.
Myrkt og ljóst
Tónlistarliga riggaði Safir. Tað,
at røddirnar vóru so ymiskar,
men allíkavæl rigga saman,
oman á botninum av gittari og
cello, skapti serliga Safir ljóðið.
Men einki av hesum var veruliga
tilvitað. Tór Verland sigur “Tað
Safir glitr
Tór Verland var ikki mettur av
tónleiki, tá Safir góvust at spæla.
Tí mannaði hann ein bólk, sum
hann kallaði Sirm. Bólkurin var
fyri tað mesta mannaður við
útlendingum, og teir fóru í holt
við at gera eina fløgu við tónleiki
hjá Tór Verland.
Fløgan varð útgivin í
Føroyum í 1999, og bólkurin
spældi eina minniliga konsert
á jazzfestivalinum í Tórshavn.
Serliga var tað tann garrvilli
hammondsnillingurin, ið fekk
føroyingar at gapa, hann lyfti
Hammond Orgli upp í luftina og
slepti tí niður aftur við einum
braki. Konsertin var garrvill,
men somuleiðis tann einasta hjá
Sirm.
“Eg hevði brúk fyri at royna
at gera tónleik við einum bólki.
Tí tað er sera gevandi, um tú
megnar at fáa eitt tónlistarligt
samstarv í lag við tónleikararnir.
Men eftir Sirm fløguna var eg
rættiliga sperdur. Eg orkaði stutt
sagt ikki at fylgja plátuna upp
við konsertum og øðrum, við
síðunar av mínum lesnaðin á
Århus Universitet.
“Av tí sama haldi eg heldur ikki,
at hon gjørdist líka væl dámd
sum Safir plátan, men eg eri
sjálvsagt glaður fyri, at eg fekk
útgivið eina plátu við mínum
løgum” sigur Tór Verland.
Sirm sirmaði bara
Tór Verland Johansen syngur og spælir cello í Safir
Mynd: Jens Kristian Vang
30
Nr. 55 - 17. mars 2006