fríggjadagur 17. mars 2006síða 31
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
var eitt so sera stórt pluss, at
okkara røddir riggaðu so væl
saman. Janus hevur eina djúpa
rødd við nógvum undirtónum,
og eg havi eina ljósa rødd við
nógvum yvirtónum. Hetta gevur
ein heilt serligan klang, tá ið vit
syngja saman”.
Tór Verland lýsir tónleikin við
tveimum mótsigandi heitum. “Eg
vil lýsa tónleikin sum glaðan
og tristan. Sum sagt, eru eg og
Janus sera ymiskir, og sostatt
verður tónleikurin eisini ymiskur.
Hetta meti eg hevur gjørt sítt
til, at bólkurin gjørdist so væl
dámdur, tí har var nakað fyri øll”.
Vildu hava tað stuttligt
“Vit hugsaðu ongantíð um at raka
ein ávísan málbólk. Tað einasta
sum var týdningarmikið fyri
okkum var, at vit skuldu hava
tað stuttligt”, sigur Tór Verland
Johansen.
“Hvørki eg ella Janus meta
okkum vera tónlistarligar
úrmælingar, men eg haldi heldur
ikki, at ein noyðist at verða mega
dugnaligur fyri at vera kreativur
og skapa góðan tónleik. Tað sum
vit gjørdu var bara erligt”.
Aftur til tað einfalda
Tór Verland hevur eisini gjørt
sær nakrar tankar um, hvønn
leiklut Safir hevði á føroyska
tónleikapallinum. Tá ið Safir
byrjaðu at spæla, byrjaðu summi
fólk aftur at seta prís uppá tann
einfalda tónleikin. “Vit vóru
beinleiðis andsøgn til tann harða
rokkin. Hetta var ikki nakað,
sum vit hugsaðu stórvegis um,
men vit hava hoyrt frá øðrum, at
tey vóru glað fyri, okkara øðrvísi
íkast til tónleikapallin”, sigur Tór
Verland.
Tóku væl ímóti
At Safir vóru væl dámdir vitnar
teirra fløga um. Teir góvu eina
fløgu út í 1996, og tá vóru
teir longu sera væl dámdir í
Føroyum. Teir seldu um 2000
eintøk av henni, og hetta er stak
nógv í føroyskum høpi. Nøkur
av løgunum kláraðu seg eisini
heilt væl á 15 teimum bestu.
Millum annað lagið Tú ert so
deilig. Onkur løg spøkja enn
í útvarpinum, og Tór Verland
heldur, at føroyingurin tók stak
væl ímóti fløguni.
Janus Trúgvason leggur afturat,
at teiminingin eisini var sera góð.
Hetta var tíðin, tá bólkar fóru
frá at geva bond og LP’ir út til
at geva fløgur út. Ein fløga var
kostnaðarmikil, og eitt band seldi
ikki longur, tí kom ikki serliga
nógv út tá. Um ólavsøkumundið
í 1996 komu bara 2 fløgur út,
Safir og Moirae. Hetta gjørdi
sjálvandi, at tað ikki vóru so
nógvir bólkar ið kappaðust, um
at verða spældir í útvarpinum.
Endin
Safir spældi nógvar konsertir í
tíðarskeiðum 1995-1998, men
so tagnaði duettin brádliga. “Eg
búði í Århus, og Janus búði í
Keypmannahavn. Sostatt funnu
við ikki so nógv saman longur,
og tað gjørdist torført at venja
saman”, fortelur Tór Verland.
Í 1998 spældu teir eina
konsert í Gimle á Amager. Hetta
skuldi vísa seg at verða seinasta
konsertin hjá Safir í 8 ár. “Eg
skal siga tær heilt erligt. Vit
grettu ongantíð orð um at gevast,
men vit fingu heilt einfalt ongar
fyrispurningar longur. So man
kann siga, at vit bara bíða eftir,
at onkur fer at ringja og biðja
okkum koma at spæla”, sigur Tór
Verland Johansen og flennir.
Janus greiðir frá, at teir báðir
hittust fyri nøkrum árum síðan
í Keypmannahavn, og settu seg
niður við ljóðførunum aftur, og
neistin var har beinanvegin. “Vit
hava eitt ordiliga gott samband
tónlistarliga”, sigur Janus
Trúgvason.
Come back
Síðani hevur verið at hoyrt frá
Tór Verlandi. Men Janus hevur
luttikið í Prix Føroyum sum
einstaklingur, og hevur spælt til
nøkur tiltøk, men ikki í serliga
stóran mun. Men nú í juni fara
teir báðir so aftur at kína okkara
oyrum við vøkrum tónum á stóra
Asfalt tiltakinum. “Vit gleða
okkum báðir sum smádreingir
til Asfalt. Tað verður stuttligt at
spæla aftur, og vit fara sjálvandi
at spæla tey góðu, gomlu Safir
løgini fyri at minnast aftur á
gamlar dagar”, sigur Tór Verland
Johansen at enda.
ar aftur!
Janus Trúgvason hevur síðan
Safir spælt rættiliga fitt sum
einstaklingur og í bólkum. Altíð
er tað eitt slag av fólkatónleiki,
ið hann fæst við. Í 2001 stillaði
Janus upp til Prix Føroyar seks ár
eftir, at henda kappingin gjørdist
bæði upprunið og lopfjøl hjá
Safir.
“Eg vildi statuera eitt eksempul”
sigur Janus, “Í reglunum fyri Prix
Føroyar stendur, at einstaklingar
kunnu luttaka. Men teir hava
ikki ein livandi tjans ímóti
rokkbólkum. Tað riggaði bara
heilt væl, fólk vistu slettis ikki,
hvussu tey skuldu reagera”
Janus sigur, at hann hevur havt
nógvar ætlanir um fløguútgávur,
men at tað hendir ongantíð. Hann
er maðurin við hugskotunum
og ikki maðurin, ið fær ting at
henda. Hann nevnir, at einaferð
arbeiddi hann við ætlan um eina
fløgu við skjøldrum, kvæðum
og vísum, men so gav Eivør sína
fyrstu fløgu út, og hann helt, at
so var best at lata vera.
Á Fólkatónleikarastevnuni
í 2003 luttók Janus við bólki.
Saman við Finni Hansen, Eyðuni
Hansen og Arnoldi Ludvig
spældi Janus egin løg, okkurt
lag hjá Anniku Hoydal og
nøkur kvæði sett út sum írskur
fólkatónleikur.
Janus hevur eisini sungið
nógv í kóri. Tá hann búði heima
um aldarskiftið, sang hann í
Tórshavnar Mannskóri. Komin
til Danmarkar fór hann at syngja
í Studenterforeningens Sangkor.
Hetta er eitt háttvirt kór við
langari søgu. Tað er yvir 100
ár og búnin er kjole og hvidt,
greiður Janus frá.
Vildi ikki verða
tann nýggja Eivør
Janus Trúgvason syngur og spælir gittar í Safir
Mynd: Símun Jóannesarson
Nr. 55 - 17. mars 2006
31