Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-17, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. mars 2006síða 32

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 55 - 17. mars 2006 32 Lýs teg sjálvan við trimum orðum: Hugsunarsamur, droymandi, leitandi Hvat orð ella hvønn setning nýtir tú oftast? Flott! Hvørjum hyggur tú at hjá hinum kyninum? Tað kemur nógv an uppá einstaka persónin, ið talan er um. Sovorið sum útstráling er nokkso avgerandi fyri, hvat ein leggur merki til. Men heilt erligt so kunnu formar og kurvar á røttum stað stundum fanga eyga. Hvussu langa tíð nýtir tú at gera teg kláran um morgunin? Millum 5 og 30 minuttir. Hvat stressar teg? Fyrst og fremst politikkur og politisk viðurskifti í Føroyum yvirhøvur! Hvussu hevði verið við eitt sindur av konsekvensi, álvaratos? Veit annars ikki um tað endiliga er “stressandi”, men tað kann irritera meg, tá fólk í skrift og talu benda nøvnini á tónleikabólkum, ið eg spæli við! Ein bólkur eitur, tað hann eitur! Tónleikurin verður ikki framførdur av “Gestum” ella “Mariusi”! Bólkurin Gestir eitur Gestir, og bólkurin Marius eitur Marius! Stutt og greitt! Hvat gleðir teg? Unnustan, lívið, Guds náði og kærleiki, list, tónleikur, vakurleiki, náttúra, skapan, tilvera, at vera á lívi og kunna liva hvønn dag, ið einum er givin. Nær feldi tú seinast eitt tár? Fyri 3 vikum síðani tá lítlasysturin lat seg doypa. Nær smakkaði tú tær seinast á? Í gjárkvøldi afturvið døgurðanum. Hvat var seinasta ynski, sum tú fekst uppfylt? Havi leingi hugsa um at tað hevði verið spennandi at gjørt eina tónleikasending í útvarpinum, so tá Ove Olsen, tónleikaleiðari í Útvarpi Føroya, bjóðaði mær júst tað, kanst tú siga, at tað var eitt ynski, ið varð uppfylt. At tað so gjørdist Rokkstovan, ið eg tók yvir eftir Rasmus Rasmussen, er bara enn betri. Hvar arbeiðir tú? Gangi á Føroya Læraraskúla á 1 ári. Hvørji ráð hevur tú til fólk, sum ætla sær at fáast við tónleik? Um talan er um at spæla og skriva tónleik, havi eg bert eitt: teori/ástøði er ikki ein fortreyt fyri skapan og kreativiteti, men eitt amboð! Sum onkur einaferð segði tað eitt sindur fýrakanta; “heldur duga 3 akkordir og 1000 sangir, enn 1000 akkordir og 3 sangir”! Tú verður ikki ein betri tónleikari av teoretiskum og tekniskum kunnleika, men tú fært sjálvandi fleiri amboð at arbeiða við, og tað kann vera gott. Minst bert til, at tað er ein orsøk til, at tað verður rópt at spæla tónleik! Hvat er besta uppfinningin og hví? Teldan! Tí hon ger alt tað keðiliga arbeiðið fyri okkum menniskju, soleiðis at vit kunnu konsentrera okkum um tann spennandi, menniskjaliga partin; at skapa og vera kreativ! Hvat hevur tú í lummunum beint nú? Lyklatyssi, bil-lykil (hvør sær), plastikk etuið við oyraproppum (at hava við til venjingar), fartelefon og mappu. Hvat er títt besta heimaráð? Haldi, at eitt Bono sitat er hóskandi; “...you can dream, so dream out loud”! Hevur tú ein dreym, syrg so fyri at droyma somikið hart, at onnur hoyra! Hvør er stuttligast í Føroyum og hví? Lítlibeiggi mín Tróndur! Tí hann er ein nógv meira peppað og orkumikil útgáva av mær sjálvum! Hvør er keðiligast í Føroyum og hví? Havi faktiskt ikki møtt viðkomandi enn! Hvussu ofta speglar tú tær? Umleið tvær ferðir um dagin; á morgni og á kvøldi, tá tennirnar vera bustaðar. Annars er tað ymiskt, alt eftir hvussu nógv spegl eru nærhendis! Hvussu ofta ert tú hjá frisør? Umleið einaferð um árið! Hvør er tín stuttligasta tónleikauppliving? At fólk (børn, vaksin og eldri) í túsundatali fóru í tónleikaekstasu meðan Europe spældu “The Final Countdown” live á Gøtusandi á G! 2005, stendur sum ein frísk ein í minninum. Annars var tað stuttligt at vinna Prix Før­oyar 2003 við Gestir, og fyrstu føroysku Global Battle of the Bands finaluna við Marius í 2005. Og at geva út fyrstu solofløguna í 2004...ringt at velja eina hending burturúr! Knút Háberg Eysturstein, tónleikari og útvarpsvertur í Rokkstovuni, 25 ár »Hjá frisør eina ferð um árið«