fríggjadagur 17. mars 2006síða 33
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Ritstjórn: Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Aldurdómurin inn á bókapallin
Norðuratlantiskir
tvídráttir
Palle Kjærullf-Schmidt, Lys og skygge
– Fra Grønlands og Færøernes verden,
Tinok, 2006
Herfyri gav forlagið Tinok út
myndabókina Lys og skygge
eftir Palle Kjærullf-Schmidt,
við myndum úr Grønlandi,
Føroyum og lutvíst Íslandi.
Saman við myndunum hugleiðir
myndamaðurin um lívið í Norður
atlanshavi, meðan hann sum
ferðandi gevur sær góðar stundir
og pláss fyri tí fremmanda.
Bókin er skipað sum ein
innara samrøða við søguna,
fólkið og mentanina, har høðru
kontrastirnar í myndunum
tykjast endurspegla tvídráttin,
høvundurin sær sum eyðkenni
fyri grønlendska og føroyska
samfelagið.
Í myndum og tekstum møta
grønlendingar danska høvund
anum og myndamanninum
við einum yvirskoti av egnari
inuitmentan, sum tey royna
at sameina við modernaða
samfelagið. Kanska vita grøn
lendinar ikki reiðiliga, hvagar
leiðin ber, men mentanararvurin
er so sterkur, at tey onga løtu
ivast í, hvar tey eru.
Øðrvísi er tað við føroyingum.
Her møtir høvundurin einum
tungum syndafikseraðum
kristindómi, innara tvídrátti
og støðugari ósemju um
sambandið við Danmark.
Kanska hava føroyingar ein so
krampakendan hugburð mótvegis
øllum, sum er danskt, júst tí
føroyski samleikin ikki á ein
nóg týðiligan hátt skilur seg
frá tí danska? Man tað vera tí,
føroyingar hava so nógv størri
tørv á at vera tjóðskaparsinnaðir
enn grønlendingar, spyr
høvundurin, uttan tó at koma
við nøkrum svari. Í staðin letur
hann myndirnar tosa og lesaran
hugleiða víðari.
Intelligent
machoskaldsøga
Levi Henriksen, Snø vil falle over snø
som har falt,
Gyldendal, 2005
Dan Kaspersen er júst leyslatin
úr fongsli og kemur nú aftur
til heimbygdina Skogli, sum
ein merktur maður. Tað er
vetur, bítandi kalt og lítli
bóndagarðurin, har hann vaks
upp, kennist oyðin og einsligur.
Beiggi Dan hevur júst tikið lívið
av sær, og familjan væntar, at
Dan nú tekur sær av garðinum.
Ikki júst ein ynskibyrjan, hjá eini
friðleysari sál sum Dan, sum nú,
hann nærkast teimum 40, heldur
tíðina verða koma at fáa skil á
sínum lívi.
Sjálvur hevur høvundurin Levi
Henriksen samanborið skald
søguna við ein country sang, og
samanberingin hóskar kanska
betri, enn hann ætlaði. Søgan
er kensluborin á markinum til
at vera banal í mátanum, hon
hugleiðir um, hvussu torført tað
er at vera menniskja. Kortini
verður røddin í henni hangandi
í oyrunum eins og ein country
sangur, langt aftaná at hann er
liðugur. Skeivu og forfjóðnaðu
lagnurnar í Skogli eru hugtakandi
á sín egna hátt, meðan lýsingin
av kúgandi pinsaumhvørvinum,
Dan er vaksin upp í, í løtum
verður næstan lokkandi.
Onkur ummælari hevur kallað
bókina eitt modernað verk um
brotsverk og revsing, meðan
onnur halda hana imponera
mest við at vera nakað so
óvanligt sum eina “intelligenta
machoskaldsøgu”
Ungdómurin er ikki
longur einaráðandi, tá
tað ræður um at manna
leiklutirnar í bókmentum.
Eldru og gomlu røddirnar
gerast alsamt fleiri, og
bókafólk fegnast, tí rákið
er við til at fjøltátta
einføldu myndina av
aldurdóminum
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Tey eru allastaðni. Bæði sum
høvundar og sum høvuðs
persónar í bókunum hjá høv
undunum. Tey eldru og gomlu
lata sær ikki longur lynda við
einum plássi í skugganum
av eimum ungu, men verða
viðgjørd av bæði eldri og
yngru høvundum. Og sambært
ummælarum, granskarum og
høvundum er myndin, vit fáa av
teimum gomlu í hesum døgum,
nógv meir fjølbroytt enn kanska
nakrantíð, skrivar Kristeligt
Dagblad.
Tørvur á symbolskari fatan
– Rákið er positivt og átrokandi
neyðugt í einum samfelag, sum
annars tykist hava samtykt, at
aldurdómur merkir sjúka, sigur
Jørgen Povlsen á Syddansk
Universitet, sum granskar í
sambandinum millum aldurdóm
og bókmentir. Sum dømi um
eldrabylgjuna í bókmentum
nevnir hann Ingenmandsland,
eftir Kirsten Thorup, Tæppefald
eftir Ole Juul og Evig Ungdom
eftir Maria Markussen.
Jørgen Povlsen vísir á, at um
ikki listin eisini viðgerð aldur
dómin, verða tað tíðarinnar
skiftandi sannleikar, sum sleppa
at gera av, hvørja mynd vit hava
av teimum gomlu
– Okkum tørvar eina meir
kensluliga, sansaliga og andliga
fatan av, hvat tað vil siga at
vera gamal. Og júst hetta er
sjálvskrivaða økið hjá listini og
teimum humanistisku fakunum.
Við aldrinum kemur kenslan av
tí, sum ikki slepst undan, og tí
verður tørvurin á at skilja lívið á
einum symbolskum støði størri,
sigur Jørgen Povlsen
Illsinni prutlar
Sambært høvundanum og
ummælaranum Lars Bukdahl
hongur rákið saman við, at
meðan høvundar fyrr løgdu
skrivingina aftur um seg, tá
teir vóru umleið 40, halda teir
í dag áfram at skriva, hóast
teir langt síðani eru farnir um
pensjónsaldur.
– Klaus Rifbjerg, Jytte Borberg
og allir hindir eldru høvundarnir
eru ikki bara tigandi, vísir ella
í barndómi. Tey megna at halda
illsinninum á lívi og skrivingini
í kók, og tað er frálíkt. Tey
skriva stórar, ørar skaldsøgur
og rúkandi óðar yrkingar, sum
skelda allan heimin út. Tað ger
myndina av tí eldru røddini meir
litfagra og skapar eina livandi
útgávu av, hvat lívsroyndir eru
fyri nakað, so tað alt ikki bara
verður klók vísdómsorð, sigur
Bukdahl.
Fyri júst Jytte Borberg, sum er
fødd í 1917, er eitt lív við listini
ein lívslang lærutíð. Hjá henni
eru lívsroyndirnar eitt av mest
týðandi arbeiðsamboðunum.
– Tá eg skrivi, brúki eg bæði
nýggjar og gamlar royndir. Eg
hugsi, at hetta er tann, eg eri í
dag. Eg hugsi ikki um, at eg eri
gomul og síggi ikki mín aldur
hvørki sum drívmegi ella íblástur.
Tvørturímóti er skrivitilgongdin
líka nýggj og undranarverd
hvørja ferð, sigur Jytte Borberg.
Best sum friður aftur
tóktisk valda kring donsku
kanonverkætlanina, hevur
danski mentamálaráðharrin,
Brian Mikkelsen, aftur fest eld
í. Hesuferð tí hann í farnu viku
endurtók sínar útsøgnir, har
hann ger kanonina til part av
síni egnu mentanarpolitisku
herferð og sigur útsøgnirnar
hava enn meir gildi nú enn
nakrantíð. Hetta hevur fingið
Erik A. Nielsen, lim í nevndini
fyri bókmentakanonina, at
boða frá, at hann ikki longur
vil hava sítt navn knýtt at
kanonverkætlanina, og vil hann
hava tey bókmentaverk, hann
hevur verið við til at velja, strika
av bókmentakanonini.
Myndabókin »Lys og skygge«
er ein innara samrøða við
grønlendsku og føroysku
søguna, mentanina og fólkið
Um ein country sangur
var ein bók, hevði
hann kanska ljóðað
sum norska skaldsøgan
Snø vil falle over snø
som har falt eftir Levi
Henriksen
89 ára gamla Jytte Borberg er ein
av høvundunum, sum er við til at
venda myndini í bókmentum av
aldurdóminum
Meir kanonrumbul
Erik A. Nielsen, limur í nevndini fyri
kanon yvir bókmentir, vil nú hava
verkini, hann hevur verið við til at
velja, strika av kanonlistanum