Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-17, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. mars 2006síða 34

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 55 - 17. mars 2006 34 Bókmentir Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Mynd: Jens K. Vang Í gongini standa kuffertini pakkaði. Í tí, hon setur seg við borðið, avdúkar rithøvundurin Lisbeth Nebelong, at summar­ fuglarnir í búkinum leika í ríkiliga í beint nú. Ikki av at skula í flogfarið til Danmarkar um eina løtu. Men tí í tí eina kuffertinum liggur nú enn eitt kapittul til hennara nýggju skaldsøgu um føroyska skiparasonin Kára. – Ja, eg má viðganga, at eg illa fái slept hesum tankanum, um ein donsk kvinna yvirhøvur kann loyva sær at skriva eina skaldsøgu um ein føroyskan drong. Tað eru tað uttan iva ymsar meiningar um. Men tað taki eg við, tí nú er ongin vegur aftur, sigur Lisbeth Nebelong, sum júst hevur verið í Føroyum og savna tilfar, so hon kann leggja seinastu hond á sína aðru “føroysku” skaldsøgu. Gongst sum ætlað kemur bókin út í heyst. Í pápasa fótasporum ella? Bókin um Kára er samtundis tann næsta einum tríverki, har lagnurnar hjá føroyska Kára og donsku Lisu snara seg inn og út úr hvørji aðrari. Í fyrru bókini, Når engle spiller Mozart, var 44 ára gamla Lisa miðdepil við føroyska fullveldisstríðnum sum leiktjaldi. Í nýggju bókini tekur høvundurin lesaran við aftur í 60ini, har vit fylgja Kára, ungdómssjeikinum hjá Lisu, sum hesuferð er høvuðspersónur. Men umframt at vera ein lýsing av unga dronginum, er bókin eisini ein breið ættarliðs- og tíðarlýsing av einum spírandi føroyskum vælferðarsamfelagið, har mamma Kára fer út at arbeiða hálva tíð, og pápin vinnur so væl, at tey kunnu flyta í nýggj hús í Hoyvík – Eg havi leingið havt hug at siga søguna um 60ara ættarliðið, sum var jú tað fyrsta, sum veruliga hevði møguleikan at velja. Fyri Kára inniber valið samstundis nakrar øðrvísi og átrokandi spurningar, sum eg hevði hug at djúpa meg í, sigur Lisbeth, og sipar til, at tað onkursvegna liggur í luftini, at Kári verður sjómaður, líka sum pápin. Sum smádrongur droymir Kári sínar skiparadreymar, meðan hann gongur og leingist eftir pápanum. Men tá hann umsíðir fær møguleikan at fara ein túr til skips, verður hann greiður yvir, at tað kortini ikki er sjómaður, hann skal verða. – Í bókini lati eg Kára og maskinmeistaran hava nøkur prát um hetta at velja sjólívið og at velja sum heild. Prátini hava við sær, at Kári umsíðir torir at seta orð á sín innasta dreym, sum er at gerast professionellur selloleikari. Fyri Kára fær avgerðin nakrar heilt ítøkiligar avleiðingar, sum tvinga hann at umhugsa alla sína framtíð í einum heilt øðrum ljósi og møguliga í einum heilt øðrum landi. Tað eru tankar sum hesir, eg í løtuni royni at seta meg inn í, greiðir Lisbeth frá. Ein mannfólkaverð Og tað er her, summarfuglarnir í búkinum byrja at flagsa. Tí sum høvundurin sigur – Hvat veit eg, ein donsk kvinna um hvat tað vil siga, av vera ein ungur føroyskur drongur? Og hvat verður tað fyri ein “føroysk” søga, eg við mínum donsku brillum fái fortalt? Eg kann royna at vera saklig og annars gera mítt kanningararbeiði so gjølla, sum til ber. Men tá samanum kemur, verður ein søga jú altíð litað av høvundanum, ásannar Lisbeth. Ein niðurstøða hjá høvund­ anum í hesum sambandi var, at fyri at kunna gera eina lýsing av tvídráttinum hjá Kára, mátti hon fáa innlit í tað lívið, hann velur frá. Tískil fór Lisbeth í fjør ein túr til skips við línubátinum Brestur, har hon mynstraði við sum dekkari. – Tað var ein fínur túrur saman við ótruliga fittum monnum. Men teir ansaðu øgiliga væl – Spurningurin er jú, um ein donsk kvinna yvirhøvur kann loyva sær at skriva eina søgu um ein føroyskan drong. Rithøvundurin Lisbeth Nebelong ivast, men bert eina løtu. Til heystar sleppur spurningurin at standa sína roynd, tá Lisbeth Nebelong gevur út sína aðru “føroysku” skaldsøgu – Mín lívslangi kærleiki til Føroyar kennist sum ein løstur og ein gáva. Onkursvegna verður landið altíð ein partur av mær, men eg komi ongantíð veruliga at hoyra til her, sigur Lisbeth Nebelong, rithøvundur, sum í løtuni skrivar sína aðru føroysku skaldsøgu – á donskum Lisbeth Nebelong: Føroyar – mítt lívs