Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-17, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. mars 2006síða 35

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 55 - 17. mars 2006 35 eftir, at eg ikki arbeiddi ov nógv, flennir Lisbeth, sum sostatt hevði ríkan møguleika at ganga og eygleiða hesa heilt serligu mannfólkaverðina. Hon greiðir frá, at sjálvt um hon brúkar upplivingarnar á túrinum í bókini, er tað, sum hendir fyri Kára umborð, í allar mátar ein fiktiv søga. – Men ein fiktiv søga skal framvegis verða sannførandi. Fyri meg hevði tað til dømis illa borið til lýst løgna sjónleikin, tá trolið verður tikið inn, um eg ikki hevði roynt tað í veruleikanum. Eisini ræður tað ein heilt serligur stemningur millum manningina umborð, sum eg mátti uppliva, fyri at geva prátinunum millum Kára og maskinmeistaran rætta tónan, sigur Lisbeth. Søgan um Kára leiðir høvundan víða um má sigast. À hesi vitjani í Føroyum hevur Lisbeth nevniliga nýtt høvið at tosa við ungar føroyskar tónleikarar um millum annað hetta at verða noyddur at flyta av landinum fyri at fylgja sínum dreymi. – Her er tað stutt sagt mítt forvitni, sum drívur meg. Er tjóðskapur, uppvøkstur og fortíðin nakað, tú kanst smoyggja av tær, ella hvat hendir, um tú roynir, spyr Lisbeth og letur spurningin hanga í luftini. Hjálandaarvurin Meðan spentu viðurskiftini millum Føroyar og Danmark var ein drívmegi í Når engle spiller Mozart, eru politiskir tjóðskaparspurningar ikki sum so ein partur av søguni um Kára. Og tó – Lisbeth er skjót at staðfesta, at tað neyvan slepst undan, at onkur útgáva av postkolonialum hugburði sníkir seg inn í sjónarhornið við tað, at hon er dani. Kortini heldur hon seg við vissu kunna siga, at søgan um Kára hvørki er umberandi, dømandi ella ein roynd at vekja samhuga. Tað hevur í øllum førum ikki verið ætlanin. Hvat so sníkir seg inn ótilvitað, er ein annars spurningur. – Fyri meg er tað mest umráðandi at vera til staðar í søguni meðan eg skrivi, so eg siti ikki við analytiskum eygum og meti um, hvørt hetta ella hatta brotið inniber ein fjaldan postkolonialan tvídrátt til dømis. Hinvegin – eg havi beint nú skrivað eina senu, har Kári ikki longur skal sita saman við sínum danska vini Óla í skúlanum - sum forrestin er sonur ein kommandørkapteyn í Mjørkadali, men staðin nú skal sita saman við føroyska Jákupi, sum eisini er sonur ein skipara. Handan senan kann ivaeyst gerast sera áhugaverd, sæð við postkolonialum brillum, grunar Lisbeth. Hvørki við tí fyrru ella við hesi skaldsøguni hevur Lisbeth sæð tað sum sína skyldu at geva einum kúgaðum minniluta eina rødd ella at umbera eitt hjálandaveldi, hvørs leivdir hon onkursvegna er partur av – ella hvat nú kundi hugsast at verið hennara postkoloniala ørindi. Tann støðan hevði verið ein heilt onnur ásannar Lisbeth, um hon skrivaði um Grønland, sum eftir hennara tykki er eitt díki av danskari skuldarkenslu. Á flog ... Drívmegin aftanfyri søguna um fyrst Lisu og síðani Kára er heldur ikki ein brádligur áhugi fyri einum lítlum eksotiskum landi. At tað er so umráðandi fyri Lisbeth at siga hesa søguna kemst av, at hon sjálv heldur seg hava eina heilt serliga føroyska søgu at fortelja, við tað at hon hevur støði í eini mynd av Føroyum, sum røkkur líka frá barndómsminnum til tað granskandi akademiska eygað – Burtursæð frá at vera mín lívslangi kærleiki, er Føroyar eisini mítt lívs løstur og gáva. Eg græt, tá eg sum 10 ára gomul varð noydd at flyta til Føroyar, tí pápi mín fekk starv hjá ríkisumboðnum. Og eg græt uppaftur verri, tá vit tvey ár seinni fluttu aftur til Danmarkar. So skjótt eg fekk møguleikan, fór eg aftur til Føroyar sum 19 ára gomul, tá eg starvaðist sum vikar á nunnuskúkanum í eitt ár, fortelur Lisbeth, sum seinni hevur verið á fleiri reportaguferðum í Føroyum sum journalistur. Í sambandi við sína útbúgving sum Master of Master of Public Management skrivaði Lisbeth harumframt eina ritgerð um føroysku fullveldistilgongdina og eina um arbeiðið við føroysku grundlógini. Føroyar er við øðrum orðum vorðið ein partur av Lisbeth, sjálvt um hon má ásanna, at hon ongantíð kemur at hoyra heima her. – Tað er so nakað eg ikki fái broytt. Men so er tað alt tað, eg sjálv kann gera av við at velja og velja frá. Kjarnin í báðum søgunum er, tá saman um kemur, tann æviga leitanin hjá okkum menniskjum eftir okkara virðum, samleika og tí, vit vilja við okkara lívi. Sjálv bleiv eg næstan 50, áðrenn eg fyri trimum árum síðani tók dik á meg og fylgdi mínum ungdómsdreymi um at gerast rithøvundur. Stóran part av tíðini føli eg meg sum ein lunda, sum fer skvatlandi eftir aldunum og roynir at koma sær at flog. So knappliga er hon har, kenslan av at flugva – og av at kenna seg sum heimsins lukkuligasta menniskja eina løtu ... løstur og gáva