fríggjadagur 17. mars 2006síða 36
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 55 - 17. mars 2006
36
Keypmannahavn: Flestu okkara
hava bestan hugin at halda okkum
innandura í kalda vetrarveðrinum.
Seinastu dagarnar hevur verið kalt, og
onkra náttina hava hitamátararnir
rokkið heili 16 kuldastigum.
Kortini eru summi, sum njóta kuldan.
Millum annað í djóragarðinum í
Keypmannahavn síggjast hesar dagar
djór, sum stuttleika sær í kavanum og
stórtrívast í kuldanum. Sosialurin var ein
túr í Zoologisk Have við myndatólinum.
Um tú veitst onkran føroying,
sum arbeiðir í garðinum, ger
so væl at siga okkum frá.
Kalt í djóragarðinum
Úlvar eru hundar, og sum allir hundar, so elska teir kava og trívast sera væl í kuldanum. Úlvurin er millum annað
kendur fyri at vera eitt sera vandamikið djór og skal hava dripið nógv menniskju. Men satt at siga, so finst ikki ein
vældokumenterað hending, har ein úlvur hevur dripið eitt menniskja. Úlvurin er ættarfaðir hjá øllum hundum,
sum vit kenna í dag. Hann livir í flokkum og teir eru sera góðir við hvønn annan. Eitt sindur stuttligt er tað, at í
djóragarðinum í Keypmannahavn uppliva tey ofta, at tá ein sjúkrabilur fer ýlandi framvið garðinum, so byrja allir
úlvarnir eisini at ýla. Úlvur hevur ikki verið í Danmark síðani í 1700-talinum.
Oyðimarkarinnar skip: Kamelurin er lagaður lívinum í asiatisku
oyðimørkunum við glóðheitum sumrum og ísakøldum vetrum, og í fleiri
túsund ár hava menniskju nýtt kamelin sum ferðasamband í oyðimørkini.
Ein kamelur vigar 450-650 kg og livir 25-30 ár.
Ísbjørnin er heimsins størsta
landlivandi rovdjór. Hon er tillagað
eitt lív í kaldastu arktisku økjunum.
Pelsurin er sniðgivin til at halda
ísbjønini heita og er sum ein
bjálvandi kappi. Hann er somuleiðis
vatnavvísandi og stóru labbarnir virka
sum kavaskógvar og svimjiføtur og eru
bjálvaðir við einum tjúkkum hárlagi.
Sibiriski tikarin er
størsta og tyngsta
kettan sum finst.
Ein fullvaksin
hanntikari vigar
upp ímóti 300 kg
og er 2 metrar til
longdar. Fyri minni
enn hundrað árum
síðan vóru 100.000
tikarar, í dag eru
umleið 5.000 eftir