Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-17, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. mars 2006síða 37

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 55 - 17. mars 2006 37 Flúgva undir vatni: Pingvinirnar vóru eitt sindur kaldar, men tær eru eisini vanar við kuldan. Pingvinir flúgva ikki, men tær nýta veingirnar at svimja við. Føturnar, sum sita langt afturi á kroppinum, verða nýttar sum róður, tá pingvinirnar skjóta seg gjøgnum vatnið við eini ferð sum nærkast 35 km/t. Teir tríggir leyvuungarnir, sum vórðu føddir í maj 2005, stuttleikaðu sær og beistaðust í kavanum. Kuldin sýntist ikki níva teir. Leyvan livir í 15-20 ár. Djóragarðurin hevur eisini eina rúgvu av reinsdjórum. Sjóleyvurnar teljast heilt sikkurt millum tey stuttligastu djórini í djóragarðinum. Tær elska at spæla, og hvønn dag sýna sjóleyvurnar kynstur síni fyri teimum vitjandi, og tær duga ikki so lítið. Børnunum dáma hetta ógvuliga væl og tað er ikki so sjáldan, at onkur vitjandi eisini fær karm av teimum. Tær kunnu svimja 35 km/t. Myndir og orð: Símun Jóannesarson simunj@sosialurin.fo