Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-17, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. mars 2006síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 55 - 17. mars 2006 2. PARTUR FERÐAHUGLEIÐINGAR ÚR ÍSLANDI Jóannes Hansen Tað verður ikki gingið so høgt upp í at læra uttanat í føroyska skúlanum nú, sum tað gjørdi, tá ið vit, sum nú eru tilkomin, terpaðu eitt nú tabellirnar, sálmaversini og ikki minst nøvnini á bygdum og býum, firðum og sundum og fjallarøðum og vøtnum, høvum og áum heima á landi og eisini aðra staðni kring heimin. Tað var neyvan altíð so hugaligt hjá teimum, sum troytt av dagsins strevi nýttu seinastu orkuna áðrenn songartíð at minna seg á ramsurnar. Kortini man eingin kenna tann førningin tungan at bera, sum varð lærdur uttanat í skúlanum. Fokus uttanlands var í skúlan­ um fyri fjøruti árum síðani Danmark og Skandinavia og síðani restin av Europa og Amerika. Merkiliga lítið er klárt í huganum av tí, sum varð lært um Ísland og eitt nú íslendskar býir og bygdir og firðir og flógvar og fjallarøðir. Meðan vit koyra av Egils­ støðum og í ein landnyrðing, verður kortið kannað nágreini­ liga, og tað kennist hugaligt, tá ið kend nøvn eru at síggja, og tað fæst betri hylling á, hvussu firðirnir og bygdirnar liggja hvør eftir øðrum. Kanska tað nú fer at eydnast – uttan at sláa upp í kortinum – at síggja fyri sær, hvussu flógvarnir og firðirnir liggja í mun til hvønn annan: Seyðisfjörðurin, Löðmundurfjörður, Borgafjörður, Héraðsflógvin, Vopnafjörður, Bakkaflógvi, Bakkafjörður, Miðfjörður, Finnafjörður, Breiðifjörður og norðanfyri Langanes Pistilfjörður og so mangir aðrir, sum so at siga allir føroyskir unglingar í tíðini undan 2. heimsbardaga kendu eins væl og Skálafjørðin, Svínoyarvík og vánna í Klaksvík. Tað er bratt at koyra upp um fjallarøðina frá Héraðsflógva og norður á Vopnafjørðin. Her hevði ein tunnil verið rættuliga kærkomin á hásumri, og tað kann ikki ætlast um, hvussu kærkomin hann hevði verið, tá ið vetrarstormarnir leika. Síðsta summar var tó einki annað at gera enn at fara upp um eftir vegnum, sum í skapi - men sjálvandi ikki í dygd – minnir um gamla vegin úr Gøtu og niðan á Eiðið. Útsýnið er framúr, og í góðveðrinum steðga vit eina løtu á Ketilsstøðum undir Dýjafjalli. Vit eru ikki púra einsamøll. Á sama lítla steðgiplássinum er ein annar bilur. Pláturnar eru íslendskar, men tey bæði vísa seg at vera ættað úr Sveis. Sum so mong onnur úr Miðeuropa, so hava tey leigað húsbil í Reykjavík, og so hava tey fyri tað mesta koyrt eftir ringvegnum. Vit práta um góða veðrið her á Eysturlandinum, og at vesturættin tykist vera munandi betri her, enn hon er í Reykjavík, har tað oysregnar og er lítið summarsligt. Tey halda, at mangt er undarligt nú á døgum. Í skúlanum lærdu tey, at veðrið í Íslandi og í Norðurhøvum yvirhøvur skuldi vera meiri ótespuligt, enn tað var hjá teimum í Sveis og har á leið. Tey hava umvegis fartelefonina støðugt samband við familjuna í Sveis, og tíðindini, sum tey frætta, eru fyri tað mesta um vánaliga summarveðrið, nógva regnið og stóru vatnmongdirnar, sum floyma av fjøllum og úr skógum og eftir vegum og niður í kjallarar har heima. So skjótt ferðast tíðindini, og so nógv er øðrvísi nú á døgum. Her á fleiri hundrað metra hædd í Íslandi hava vit samband til Føroya og tey til Sveis. Komi at hugsa um føroyingarnar, sum síðst í átjan hundrað talinum og fyrra helmingin av síðstu øld summarhálvárini stríddust her á leið, og sum sjálvandi støðugt hugsaðu um síni kæru, men sum bara frættu tíðindi, tá ið onkur kom framvið, sum hevði verið heima og var komin yviraftur. Og tá ið so brøvini komu. Stríðið var nógv, og inntøkan var einki at reypa av. Fyri íslendsku bóndurnar hevði føroyska virksemið ikki ongan týdning. Summir teirra hýstu føroyingunum, sum vóru til lands, og fyri tað og rættin at nýta fjørðina tóku teir tíggjunda partin av veiðuvirðinum. Sluppirnar og skonnartirnar høvdu nógv samband við bóndurnar. Føroyingarnir drógu vatn og keyptu seyð og annað frá íslendingunum. Søgan Føroyingar fóru at fiska undir Íslandi síðsta fjórðingin av 1800 talinum. Tað er ikki einki, sum er skrivað um tíðina, tá ið føroyingar vóru í Íslandi. Vilhjálmur Hjálmarsson, sum er føddur í 1914 á Mjóafirði, har hann var stórbóndi á Brekku, umrøður føroyingarnar. Hann var eisini lærari og skúlastjóri, og so var hann politikari. Frá 1949 og mest sum stútt til 1979 var hann altingslimur fyri Bóndaflokkin ella Framsóknarflokkin, og hann var mentamálaráðharri 1974-78. Sámal Johansen, sáli, skrivaði áhugavert og læruríkt um at vera til lands í Íslandi í bókini, sum kom út í 1980. Fleriri ár frammanundan hevði hann havt samrøður við gamlar menn, sum høvdu verið til lands í Íslandi undan 1. heimsbardaga og einstakir eisini undan aldarskiftinum 1900. Har greiða íslendingar frá, hvussu teir mintust tíðina, tá ið føroyingar vóru til lands og eisini fiskaðu við slupp og skonnart. Í 1987 gjørdi Sjónvarp Føroya tríggjar sendingar um føroyingar í Íslandi. Dagmar Joensen Næs og Bergljót Debes Hentze ferðaðust kring landið, og í fyrstu sendingini viðgjørdu tær tíðarskeiðið, sum er nevnt omanfyri. Í 1985 skipaði Petur Andrew Petersen, sum tá var føroyskur prestur í Keypmannahavn, fyri ferð við Norrønu yvir á Eysturlandið, har føroyingar vóru so væl kendir. Tað man hava verið framúr áhugaverd ferð. Niels Juel Arge, sáli, gjørdi útvarpssendingar burturúr ferðini, og greinar vóru at síggja í bløðunum. Og so var tað ferðafrásøgnin hjá D. P. Danielsen, sála, sum varð nevnd í fyrsta parti av hesum hugleiðingum. Landbúnaðurin var longri álitið hjá íslendingum, enn hann var tað í Føroyum. Fleiri ferðir hava fellisár í Íslandi havt stórar fólkaútflytingar við sær. Eitt nú var talan um rættulig fellisár fyri einum 125 árum síðani, tá ið sumrini vóru ógvuliga stutt, og vetrarnir vóru serliga ringir. Eisini síðst undir fyrra krígnum vóru umstøðurnar vánaligar, og aftur tá fluttu mong av Eysturlandinum og uttanlands. Í hópa tali fluttu íslendingar til Amerika síðst í átjan hundrað talinum. Tað hevur verið stór íslendsk koloni á Vancouver leiðini, har teir vóru sera tjóðskaparligir og varðveittu íslendska málið í fleiri ættarliðum. Íslandingar fluttu eisini til onnur Norðurlond og eisini til Føroya. Teir kendu føroyingarnar, sum teir vóru væl við, og teir búsettust ymsa staðni kring landið. Søga er eitt nú um íslending, sum var borin til festi, men sum í fellisárunum heldur valdi at ganga frá garðinum og flutti til Føroya at búgva. So vánaligar vóru tíðirnar um hetta mundið í íslendska landbúnaðinum. Føroyingarnir róðu út á firðunum á Eysturlandinum og kanska aðra staðni eisini inntil 2. heimsbardagi var brostin á. Samstundis vóru fleiri túsund føroyskir skipsfiskimenn undir Íslandi summarhálvárið, og tað vil siga, at ein rættuliga stórur partur av føroyska fólkinum búleikaðist á og kring Ísland. Sambært Erlend Patursson, sála, vóru 1921-25 í miðal 98,4 prosent av samanløgdu Í forfedranna fótasporum Ferðin síðsta summar á Eysturlandinum í Íslandi, gav íblástur til hugleiðingarnar, sum hesa ferð snúgva seg um nútíð og fortíð á leiðini frá Héraðsflógvanum og norður á Pistilfjørðin Vilhjálmur Hjálmarsson, fyrrverandi altingsmaður og mentamálaráðharri, hevur skrivað um føroyingarnar á Eysturlandinum