Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-17, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. mars 2006síða 39

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 55 - 17. mars 2006 39 toskaveiðuni hjá føroyskum sluppum og skonnartum undan Íslandi (knappliga trettan túsund tons). Hægsta føroyska skipsfiskimannatalið undir Íslandi var í 1934, tá ið Erlendur Patursson sigur, at 3503 føroyskir fiskimenn vóru við íalt 155 føroyskum skonnartum og sluppum undir Íslandi. Tá eru teir, sum vóru til lands, ikki taldir uppí. Eftir at seinna at kríggið var liðugt, vóru tað fleiri orsøkir til, at talið av føroyingum, sum róðu út og fiskaðu við skipum í og undir Íslandi, ikki var so stórt, sum tað var frammanundan. Fremsta orsøkin mundi vera, at Ísland í 1944 gjørdist lýðveldi, og at Føroyar og Ísland harvið ikki longur vóru í ríkisfelagsskapi. At vera til lands helt tó ikki heilt uppat fyrrenn í 1949. Leirvíkingar mundu vera teir síðstu, sum góvust. Teir fingu loyvi til mest sum at doyggja út av Vattrarnesi. Í fimmti árunum, tá ið tað vóru rættulig rakár í Føroyum, vóru nógvir føroyingar – bæði menn og kvinnur – í Íslandi. Teir róðu út og sigldu við trolarum og línuskipum. Teir og tær arbeiddu á landi. Bæði í fiskivinnuni og í eitt nú byggivinnuni. Eiler Jacobsen hevur sagt frá, hvussu tað var at arbeiða á íslendskum bóndagarði. Men tað tykist ikki at vera nógv skrivað um, hvussu tað var at arbeiða í Íslandi í eftirkrígstíðini. Vónandi er tað ikki ov seint at gera tað, men tað hevði verið í tøkum tíma, um Fróðskaparsetrið nú skipaði fyri ritgerðarkapping um føroyingar í Íslandi. Fróarmenn vísa á, at hóast umstøðurnar vóru vánaligar og stríðið stórt, so komu føroyingarnir merkiliga væl frá at vera til lands. Nógvir fóru í skipsfiskiskapinum undir Íslandi. Eitt nú misti Kjølbro fýra skip við 44 monnum á Suðurlandinum: Kristina í 1920 (16 menn), Ernestina í 1930 (9 menn), Phi-Phi í 1933 og Fossanes í 1938 (19 menn). Onkra ferðina vóru heim­ ferðirnar buldrasligar hjá teimum, sum vóru til lands, uttan at álvarsligur skaði stóðst av. Heimferðin við Vaagen síðst í 1890unum er væl kend. Um hetta yrkti Kvívíks Tummas. Kend er eisini heimferðin við Finsen undan seinna krígnum, og tað er eisini væl kent, tá ið føroyingarnir, sum undir krígnum vóru á veg heim við Lyru, endaðu í Onglandi, áðrenn teir lendu aftur í Føroyum. Nógvir hundrað føroyskir unglingar vóru í út móti áttati árum til lands í Íslandi. Men tað kom so at siga ikki fyri, at teir giftust íslendskum gentum og settust niður har yviri. Áhugavert er í tí sambandinum at sammeta við, hvussu tað var, tá ið føroyskar gentur í stórum tali í fimmti og seksti árunum fóru til Danmarkar at arbeiða og seinni at læra. Tær fullu sum flugur fyri dønum og giftust niðri, helt ein skilamaður fyri, tá ið tosið nú ein dagin fall á føroyskar ungdómar í Íslandi og Danmark. Á Ytra Álandi Sveisiska parið letur væl at rundferðini í Íslandi. Hóast tey eru úr fjallalandi, so undrast tey yvir stórslignu náttúruna, og teimum líkar væl at ferðast í bili. Tá ið tey finna út av, at vit eru føroyingar, halda tey, at tað eigur at vera hugaligt at ferðast við ferju til Íslands. Vit undrast, tá ið tey siga, at tey í fyrireikingunum av Íslands ferðini einki hava fingið at vita um, at tað hevði borið teimum til at koyrt við bili úr Sveis og til Danmarkar og síðani at siglt til Íslands. Um tey høvdu vitað um henda møguleikan, so høvdu tey havt umhugsað hann. Vansin hevði havt verið, at tað hevði tikið meiri tíð at ferðast, men fyrimunurin hevði havt verið, at tey so eisini høvdu havt møguleika at vitjað í Føroyum og at tey høvdu havt møguleika at siglt á Atlantshavinum. Tað hevði í sær sjálvum verið stór uppliving hjá teimum, sum búgva mitt inni í Europa. Leiðin hjá okkum gongur norður móti Langanesi, sum er markið millum Eysturlandið og Norðurlandið. Føroyingar royndu í síni tíð nógv her. Á høgætt vóru teir eystanfyri ella sunnanfyri Pyntin, sum teir róptu seg uppá, og á lágætt vóru teir norðanfyri. Á Skála, sum er eitt av fleiri avtoftaðum plássum á Langanesi, róðu nógvir íslendingar út um sumrarnar, og tað gjørdu føroyingar eisini longu fyri meiri enn hundrað árum síðani. Nesið er kent sum framúr fuglapláss, sum – ikki minst av útlendingum – verður vitjað og kannað, og Langanes er eisini kent fyri, at NATO hevur havt virksemi har. Þórshöfn er síðsta búplássið áðrenn Langanes. Í innkoyringini verður á talvu greitt frá Langanesi, og har verður nevnt, at føroyingar í stórum tali plagdu at vera til lands á Skála. Dagurin er vorðin langur, og vit gera av at finna býli privat. Á ferðayvirlitinum verður víst til bóndagarð á Ytra Álandi, og vit koyra norður hagar. Tað er nógv virksemi á garðinum. Bóndin skal halda 60 ára føðingardag í vikuskiftinum, og øll fimm børnini eru heima saman við sínum næstu. Vit fregnast um, hvussu tað liggur fyri at fáa song. Tað er týðuligt, at tað ikki er bead and breakfast virksemið, sum er fremst í huganum hetta hóskvøldið, men tað ber kortini til, og vit fáa fínt kamar. Ikki sørt er tað, at kvalifikatiónin fyrst og fremst er, at vit eru føroyingar! Fløskupostur úr Føroyum Trivaligar kleynur og kaffi verður sett fyri okkum. Bóndakonan hevur nógv at stákast við, men hon tekur sær tíð at práta. Bóndin er blíður og týður. Hann kemur á hestbaki. Lágur á vøkstri, breiðvaksin og eitt sindur júllutur og við hatti á høvdinum er hann átøkur røttum kowboyara. Rossini er bóndin ógvuliga góður við. Fimm hoyra til garðin, og tey eru av alstórum týdningi í seyðahaldinum. Hann hevur mest sum alla sína tíð búð her á Ytra Álandi. Garðurin er størri nú, enn hann hevur verið, tí aðrir bóndur eru givnir. Bóndin tosar bara íslendskt, og hann sigur seg vera ógvuliga fegnan um, at tað skal bera til at tosa sítt móðurmál við útlendingar. Fyrsta ferðin hann var uttanlands, sigur hann, var í mai mánað, tá ið hann var eitt legg í Grønlandi. Tað komst av, at hann hevði havt grønlendskan húskall, sum so fegin vildi hava hann at vitja sín heimstað. Konan er úr Hveragerði, sum jú er so at siga í hinum endanum á landinum. Tey bæði hittust, tá ið bóndin var á landbúnaðarskúla. Tað er langt úr Hveragerði og norður á Pistilfjørðin, men konan sigur seg hava trivist væl her. Børnini og garðurin hava gjørt, at hon ikki hevur havt stundir at keða seg og leingjast, heldur hon. Tey rokna við nógvum gestum, nú bóndin skal halda 60 ára føðingardag. Silvurbrúdleypið hildu tey í skúlanum, sum ikki er so langt her frá. Nú hevur bóndin sett uppá, at rundi føðingardagurin skal haldast á garðinum. Tí hava tey fingið stórt telt til vega, sum yngra ættarliðið stríðist við at fáa upp at standa niðanfyri húsini. Tey hava fimm hundrað áseyðir, og tað hevur gingið væl við seyðahaldinum. Men bóndin sigur seg ikki vita, hvussu tað fer at hilnast í framtíðini. Fyritreytirnar broytast nógv, nú kappingin á eitt nú føroyska marknaðinum er vorðin so nógv størri. Hann hugsar um newzealendska kjøtið, og hann hugsar um, at rákið innan EBS økið er, at stuðulin til landbúnaðin minkar. Men hann hevur ongar ætlanir um at gevast, og hann vónar og roknar við, at okkurt av børnunum fer at taka garðin á seg, tá ið tann tíðin kemur. Konan greiðir frá, at hon fyri nøkrum árum síðani var í Føroyum saman við kvinnu­ felagnum her í økinum. Tær vóru til kvinnukongress. Nakað frammanundan hevði bóndin funnið fløskupost niðri í fjørðuni. Tvær føroyskar gentur bóðu í postinum um, at tann, sum fann postin, setti seg í sambandi við tær. Konan hevði goymt brævið í tvey ár, og so hevði hon tað við til Føroya. Fyrsta kvøldið í Føroyum fóru tær út at spáka í Havnini. Tær gingu eftir Svalbardsvegnum, og tá ið hon kom fram á húsini, sum vóru uppgivin sum adressa í fløskupostinum, fór hon inn. – Hinar róptu aftaná mær, um eg kendi nakran her. Eg svaraði ikki og bankaði uppá. Jú, teknikarin í útvarpinum, Finnur Hansen, var sera fryntligur og blíður. Dóttur hansara hevði verið onnur teirra, sum hevði sent fløskupostin. Føroyingar eru altíð so fyrikomandi, heldur íslendska bóndakonan. Fyri 65 árum síðani Meðan tey uttanfyri seta stóra teltið upp, finni eg endur­minningarnar hjá ommu­ beiggjanum, Edvardi í Svínoy, fram. Hann hevur skrivað nógv um skipslívið her á leið, og hetta er íblásturin til túrin hjá okkum dagin eftir út á Langanes. Vegurin gerst skjótt ov vánaligur at koyra á við Toyota bili. Tey, sum eru í jeepi, fara strúkandi framvið. Tað eru fyri tað mesta íslendingar, ið hava vikuskiftisbústað um sumrarnar her úti. Og so eru tað fremmandu fuglaáhugað, ið síggjast við kikara. Vit ganga fram við Viðarmøl, sum ber navnið eftir øllum rekaviðnum, sum altíð hevur verið har, og sum framvegis er har. Tað var her á leið, at Polo bar við land í 1941 og ikki gjørdist vrak, tí skiparin, Símun hjá Póli, sýndi so framúr dygdir, og sum lýsir so væl, hvussu samstarvið var millum føroyskar sjómenn og íslendskar bóndur. Polo var stoltleikin, og hvørt mansbarn í Norðoyggjum og ivaleyst kring alt landið, visti um skonnartina at siga, sum kom til Føroya úr Fraklandi í 1929. Tá ið eg nú slái Polo+Føroyar upp í Google leitiskipanini, so er tað Marco Polo, matstovan í miðbýnum í høvuðsstaðnum, sum er at síggja. Skonnartin, sum nógvu tey seinnu árini sigldi við timbri, sementi og øðrum farmi til Kjølbro, er horvin, og tey fara at fækkast, sum minnast stoltu skútuna. Eg lesi hetta hóskvøldið á Ytra Álandi um, hvussu tað gekk fyri seg í 1941, og dagin eftir hyggja vit eftir umstøðunum. Edvard í Svínoy greiðir soleiðis frá 17. mars 1941 ella í dag fyri 65 árum síðani, tá ið teir við fullum skipi fóru út av Siglufirði: “Eg tók vakt kl. 4 seinnapartin. Tað fyrsta, eg varð varur við, var, at ístokan nærkaðist landinum. Kl. 5 bleiv greytasvart í toku. Skipið sigldi við 8 míla ferð. Eg hevði verið varur við, at hesir djúpu firðirnir, bæði í Íslandi og Grønlandi, togaðu nógv til sín við innráki ella fløðandi sjógvi. Og soleiðis var hesa ferð eisini. Vit høvdu einki ekkolodd og Bóndagarðurin á Ytra Álandi Framhald á næstu síðu