Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-17, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. mars 2006síða 40

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 55 - 17. mars 2006 ongan peilara. Vit stýrdu í ein landsynning eystan, so tað skuldi gingið væl uttan fyri tangan á Langanesi”. Kl. 8 um kvøldið var Edvard loystur av. Løtu seinni, meðan Edvard stóð frammi á halldekkinum, og tað var ógvuliga myrkt, sá hann sortan av nesinum og rópti á skiparan um at snara í bakborð. Men tá var ov seint. Skipið hoppaði og stóð fast. “Eg kenni enn, hvussu óhugnaligt tað virkaði undir fótum mínum. Skiparin slerdi fult bakk, men nei, skipið varð standandi. Skiparin kom rennandi til mín og bað meg hyggja niður í kolakjallaran, um sjógvur var komin inn í hana framman. Eg átti eina nýggja lummalykt við trimum battarímum. Eg fór eftir henni, og so fór eg fram í lugarið og lyfti lemmin upp á kolakjallaranum, men skipið vísti seg at vera tætt. Síðani fór eg fram á bógvin og lýsti við lummalyktini niður innanfyri skipið í stýriborð. Ein góðan favn miðskeiðis frá bógnum stóð ein veldigur boði avtakin við so nógvum taravøkstri so longum, at tað nærum nam við bógvin. Skiparin kom leypandi fram og sá boðan. Hann bað okkum halla skipið yvir á bakborð. Seglini vóru øll uppi. Vit tóku stopparataljurnar á mesaninum og stórseglinum og hálaðu teir for ímóti rigninginum og skannarabumminum við. Síðani leyp eg aftur í lugarið, lyfti lemmin á kjallaranum av aftur og fór sjálvur niður og lýsti for fram í gronina á kjallaranum, men skipið var tætt. Síðani legði eg lemmin aftur og kastaði meg á knæ og rópti til tann livandi Gud um at bjarga okkum”. Einki fordømi Tá ið skiparin hevði fingið at vita, at skipið var tætt, helt hann fyri, at Edvard var noyddur at fara inn til Skoruvíkar og spyrja bóndan, nær háflóðin varð. Edvard greiðir so á sín serstaka nágreiniliga og livandi hátt frá, hvussu tað gekk, tá ið hann og tveir aðrir í myrkrinum í maskinbáti stimaðu inn til Skoruvíkar, meðan skipið stóð sum á eini sleipistøð, sum hann tekur til. “Tað var kolasvart nátt og svart í toku. Vit sigla. Tá rópar Kal: “Nú er sandbotnur”. Eg bað Karl Meinhard taka frá, og samstundis snaraði eg bátinum í ein útsynning. Tá rópar Kal til mín: “Menn eru á landi, sum bresta svávulpinnar og kasta teir”. Tað undurfulla hendi, at vit komu við stevninum á bátinum móti sporlunnunum í Skoruvík. ...Tá vóru hesir tríggir synir Skoruvíkarbóndan. Eg spurdi teir eftir pápa teirra, og hvussu hann hevði tað. Teir søgdu, at hann hevði tað gott. Eg segði teimum, at eg ætlaði at tosa við hann og at skip okkara stóð á landi beint uttan fyri Viðamøl. Teir bjóðaðu okkum niðan, og vit takkaðu og fóru. Vit vóðu væl móttiknir av bóndanum og konu hansara..... Bóndin kendi væl Símun Poulsen og hevði handlað nógv við hann... So spurdi eg hann, nær full flóð var aftur úti við Pyntin. Hann segði um tey tíðina í nátt. Eg spurdi hann, um hann hevði nakra vón um, at vit fingu skipið út aftur við flóðini.... Hann svaraði, at tað aldri hevði hent seg fyrr, at skip, sum hevði siglt á land á Langanesi, var komið útaftur. Tað kom illa við. Eftir tað prátaði eg lítið... So fóru vit avstað aftur og umborð. Teir tríggir brøðurnir drógu bátin hjá sær á sjógvin og hongdu hann aftur úr bátinum hjá okkum. So stimaðu vit umborð aftur og løgdu at borði kl. 10 á kvøldi. Á, tann sjón at síggja. Patentið har frammi var meira enn ein metur uppúr og hægri aftan. Nú lá skipið meira á liðini, so tað var bratt at ganga á dekkinum. Boðin fyri framman, innan fyri skipið, stóð um leið eina alin uppundan, og tarabløðini og tangið toygdu seg móti stýriborðsbógnum. Nú er fløðandi sjógvur. Tað skal nógvur sjógvur til at reisa skipið upp, og tað er fult av fiski. Skiparin gav boð um at rigga til. “Takið varpið, sum 15 favnar av stýriborðsketu eru uppií, og skeklið tann nýggja veirin upp í stýriborðsketuna”. Veirurin var 60 favnar langur við eygaspleising í. Vit stungu veirin inn gjøgnum bakborðsklússið afturi á hekkuni, fram til akkersspælið, tóku, trý tørn um akkersspælið, og síðani skeklaðu vit eygaspleisingina fasta í stýriborðsketuna. Varpið bleiv surrað ella hongt um toftubekk á maskinbátinum uttanborðs og ketan hongd í buktum, og tá ið vit stima nóg langt út, kundu vit strúka knívin eftir og alt fara til botns. Soleiðis gjørdu vit. Vit stimaðu veirin út í ein landnyrðing eystan, so nógv, sum motorurin orkaði. So kubbaðu vit á stokkinum, og akkerið og ketan fóru til botns á 25 favna dýpi. Síðani fóru vit aftur at borði. Dekksmotorurin gekk. Vit koplaðu akkerspælið til, spakuliga í fyrstani, inntil varpið gróv seg fast. Síðani tóku vit slakkan inn, til tað var branntátt og tóku so tørn. Nú var bara at bíða eftir flóðini. Tá ið vit vóru lidnir við hetta arbeiðið, var klokkan hálvgum tvey um náttina. Skipið hevði reist seg, og vatnið vaks og vaks. Klokkan knapt tvey fór skipið at liva aftan og framman. Nú hoyrdu vit dunk undir skipinum, so vit skiltu, at onkur steinur undir kjølinum er hægri enn annar. Veirurin til akkersspælið stendur púra táttur. Klokkan tvey segði eg við skiparan: “Um tú nú bakkar við fullari ferð, so vænti eg, at skipið fer av aftur. Eg skal vera klárur at taka veirin av spælinum, so hann ikki kemur um skrúvuna”. Klokkan gott tvey setti hann fulla kraft bakk á motorin. Og skipið fór útaftur! Eg tók veirin av og søkti hann niður við síðuni, og skipið var leyst. Hann bakkaði í 10 min. til eitt korter og stýrdi skipinum bakk í ein landnyrðing, áðrenn hann legði stilt. Tá hann steðgaði, fóru íslendingarnir í bátin og róðu inn til Skoruvíkar, og vit tóku maskinbátin inn og settu hann upp á pláss. Tað var líka svart í toku og myrk nátt”. Tey, sum vilja vita meiri um hesa frásøgn og um skipslívið og lívið í síni heild hjá Edvardi, kunnu lesa í Minniligar hendingar, sum Forlagið Leirkerið gav út. Ivaleyst verður áhugaverda bókin at síggja á bókaútsøluni, sum verður fyrsta dagin. Edvard í Svínoy leggur afturat, at skjótt eftir, at teir vóru komnir leysir, vaks vindurin av norði til ein strúk. Hann heldur, at um teir ikki vóru komnir av aftur júst, tá ið teir gjørdu tað, so hevði Polo verið vrak. Einasti skaðin vísti seg at vera, at eitt stykki av strákjølinum hekk tvørtfyri. Og so sleppa vit 65 ára gamla minninum. Vit ganga aftur til bilin og seta kós suðureftir aftur. Vit hava ørindi á Finnafjørðinum. Tey venda vit aftur til næstu ferð. Fyrsti partur av ferðahug­leið­ ingunum úr Íslandi hjá Jóannesi Hansen vóru í Sosialinum fríggjadagin 24. februar 2006. 40 Framhald av síðu 39 Á viðamøl er tað framvegis nógvur rekaviður Langanes hava nógvir føroyingar fiskað í nánd av og siglt framvið Polo við kai á Stongunum í Klaksvík