Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-17, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. mars 2006síða 43

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 55 - 17. mars 2006 43 P/F BYGNINGSSNIKKARAVIRKIÐ Smyrilsvegur 4 • Postsmoga 1087 FO-110 Tórshavn Telefon 31 25 87 • www.bsv.fo Verkstaðsleiðari Søkt verður eftir verkstaðsleiðara til Bygningssnikkaravirkið BSV. Høvuðsuppgávur: • At leiða, býta út uppgávur og hava eftirlit við dagliga arbeiðinum. • Ráðgeva og samskifta við kundar. • Gera og rokna út tilboð. • Arbeiða fyri góðum trivnaði og menning á verkstaðnum. Førleikakrøv: Til starvið krevst handverkaraútbúgving, harumframt útbúgving sum byggifrøðingur/byggiteknikari. Vit vænta at tú ert fyrikomandi, ærligur og hevur góð samstarvsevnir, at tú arbeiðir sjálvstøðugt og við ábyrgd. Vit bjóða: Eitt fjølbroytt, spennandi og avbjóðandi starv. Gott samstarv og møguleika fyri menning. Eitt umhvørvið í broyting. Løn eftir avtalu. Umsókn: Skrivlig umsókn skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 27. mars. Søkt verður eftir varaskúlastjóra, sum • undir ábyrgd og í samstarvi við skúlastjóran skal taka lut í teirri fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluni av virksemi skúlans • dugir at samstarva og er fyrikom- andi • er fúsur at taka á seg uppgávur í samstarvi við og eftir fyriskipan skúlastjórans. Harumframt skal varaskúlastjórin • vera næsti medarbeiðari skúla- stjórans • saman við skúlastjóranum átaka sær fyrisitingarliga ábyrgd • undir fráveru skúlastjórans hava ábyrgdina av leiðslu skúlans • vera førur fyri at loysa trupulleikar • saman við skúlastjóranum skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri medávirkan og medábyrgd. Førleikakrøv Umsøkjari skal hava fólkaskúlalærara- útbúgving og starvsroyndir í fólka- skúlanum. Lønar- og setanartreytir Setanarøkið er undir Mentamálaráðn- um við tænastu í Vestmanna skúla. Tann, ið sett/-ur verður, eigur at tola broytingar starvinum viðvíkjandi. Starvið verður lønt í lønarflokki 32.2 sambært avtalu millum Fíggjarmála- ráðið og Føroya Lærarafelag. Starvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at tann, sum sett/-ur verður, er tænastumannasettur lærari framman- undan. Skylduga undirvísingartímatalið verður ásett eftir galdandi reglum. Umsóknir Umsóknir við c.v. og avriti av prógvum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi hósdagin 6. apríl 2006, kl. 16.00. Fleiri upplýsingar um starvið fært tú við at ringja til Vestmanna skúla tlf. 470100 ella til skúlastjóran tlf. 424449 ella at senda teldupost til skúlastjóran olavur.winther@skulin.fo Varaskúlastjórastarv í Vestmanna skúla Starvið sum varaskúlastjóri í Vestmanna skúla verður lýst leyst til setanar frá 1. august 2006. Vestmanna skúli Toftavegur 12, FO-350 Vestmanna · Føroyar Tlf. 0298 470100 · Fax +298 470101 · e-mail: vestmanna@skulin.fo Vestmanna Skúli hevur komandi skúlaár um 212 næmingar og um 24 lærarar. Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.skulin.fo/ves/ Vestmanna Skúli er kendur fyri at vera næmingavinarligur og grønur skúli. Skúlin arbeiðir annars í løtuni við hesum evnum: at menna trivnaðin, byrjanarundirvísingina, samstarvið við vinnulívið, tann opna skúlan og at geva næmingunum fjølbroyttar avbjóðingar. T Ó R S H A V N A R K O M M U N A MENTANARSTUÐUL MENTANARSTUÐUL Møguleiki er nú at søkja stuðul frá mentamálanevnd Tórshavnar býráðs. Fyri at fáa stuðul, skal vera sýnt í verki, at álvari er aftan fyri tiltakið. Grundgevast skal fyri umsóknini, og eigur fíggjarætlan/roknskapur at fylgja við umsóknini, so metast kann um studningstørvin hjá viðkomandi felagi ella persóni. Meiri fæst at vita um stuðulin við at venda sær til Jákup Simonsen, mentamálaleiðari, á tlf. 302010. Umsóknir skulu vera Tórshavnar kommunu, postsmogu 32, FO-110 Tórshavna í hendi í seinasta lagi týsdagin 18. apríl 2006. Merkið umsóknina: "Mentanar- stuðul". Tvær ferðir um árið, um várið og um heystið, er møguleiki at søkja um stuðul frá mentamálanevndini. Stuðulin verður veittur einstaklingum og feløgum í kommununi til tiltøk, ið verða mett at hava týdning fyri mentanarlív kommununnar.