Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-17, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. mars 2006síða 44

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

44 Nr. 55 - 17. mars 2006 Skrivstovufólk til Gøtu Kommunu Søkt verður eftir skrivstovufólk til kommunu- skrivstovuna í Gøtu, at byrja skjótast tilber. Høvuðsuppgávurnar eru: • ábyrgd av roknskapinum hjá kommununi • at føra dagliga bókhaldið • stýring av debitorum og kreditorum • journalisering • fólkayvirlit • aðrar fyrifallandi uppgávur Útbúgving v.m.: • viðkomandi útbúgving • góðan kunnleika til teldutøkni Persónligir eginleikar: Vit vænta at tann, ið sett/ur verður, • er ágrýtin og kann arbeiða sjálvstøðugt • hevur lætt at samskifta við onnur • hevur góð samstarvsevni Setanarviðurskifti: • talan er um fulltíðarstarv • løn og setanarviðruskifti annars eru sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Komm- unala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Tann, ið sett/ur verður, má kunna tola, at møguligar broytingar í bygnaðinum hjá kommununi verða gjøgnumførdar, eisini um hesar hava við sær eitt broytt starvsøkið. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til kommunuskrivstovuna, tlf. 44 10 12, ella borgarstjóran á tlf. 21 29 12. Umsóknir við prógvum, CV og møguligum viðmælum, skulu vera kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi 4. apríl 2006, kl. 12.00. Tlf. 44 10 12 · Fax 44 17 74 · www.gota.fo Við Gjónna 2 · Postboks 40 · FO-510 Gøta Hjá kommununi starvast í løtuni 3 skrivstovufólk fulla tíð. Harafturat eru 2 fólk innan teknisku umsitingina knýtt at kommunuskrivstovuni. Bókhaldið hjá kommununi fevnir um allar stovnar undir kommununi, herundir eisini lønarútgjaldingar v.m. Arbeiðshandskar til øll endamál - bæði á sjógvi og landi Landsins størsta úrval frá eingangshandskum til fóðraðar Japan-handskar Beinleiðis frá framleiðara Sosialurin 311820 spf Føroya Felag Móti Krabbameini Aðalfundur felagsing verður á Hotel Hafnia mikudagin 19. apríl 2006 kl. 19.00. Skrá sambært lógum felagsins. Øll eru vælkomin.