mánadagur 20. mars 2006síða 2
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 56 - 20. mars 2006
Góð ráð
– Brúka vatn og lappa
og møguliga eitt lítið
sindur av sápu í staðin fyri
vátserviettar
– Nýt bara vátservietter som
eina neyðloysn
– Tak ein vátan lappa ella
eingangslappa við í einum
lítlum posa, tá tit fara túr
– Sápa er sum oftast bara
neyðug, tá barnið hevur
kukkað. Brúka tá eina milda
barnasápu
við
ongum
luktilsi
– Brúka ongantíð vát-
serviettar í andlitinum,
tí teir kunnu innihalda
iodopropynylbutylcarbamat,
sum eru evni, ið ikki mugu
koma
í
samband
við
munnin.
Kelda: www.
miljoeogsundhed.dk
Av 13 kannaðum
vátserviettunum,
eru bert 5, sum
ikki innihalda
evnafrøðilig evni,
ið kunnu vera
heilsuskaðilig, vísir
nýggj kanning frá
danska umhvørvis-
og heilsustovninum,
IMS.
Kanning
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
8 av 13 ymiskum merkjum
av vátserviettunum, sum
verða nýttir til at vaska
pinkubørnum við, innihalda
heilsuskaðilig evni og
luktilsi, sum kunnu elva
til ovurviðkvæmi (allergi).
Hetta vísti ein kanning,
sum danski stovnurin
Miljømærkesekretariatet
almannakunngjødi 26.
januar 2006. Stovnurin segði
tó einki um, hvørjar vørur
talan ítøkiliga var um.
Tí hevur kunningar-
stovnurin Informationscenter
for Miljø & Sundhed verið til
handils, og stovnurin hevur
valt at almannakunngera
nøvnini og úrslitini av
kannaðu vátserviettunum.
– Á einum av teimum
kannaðu serviettpakkunum
stendur, at teir eru við
ongum anga, ella luktilsi, og
kortini vísir tað seg, at teir
eru við luktilsi, siger Rikke
Petersen, sum er umhvørvis-
og heilsufakligt starvsfólk
hjá IMS.
– Vanliga ráða fólki frá
at nýta vørur við luktilsi til
børn, samstundis sum tað er
skilagott at halda aftur við
haldevnum, sum kunnu geva
ovurviðkvæmi, siger Rikke
Petersen. Hon leggur tó dent
á, at talan í øllum førunum er
um góðkend evni, sum ikki
eru bannað at nýta í vanligar
vørur til húðrøkt og smyrsl.
– Listin er ætlaður at vera
ein hjálp til brúkarar, sum
ynskja at verja børnunum
ímóti evnum, sum eru
undir illgruna fyri at kunna
elva til ovurviðkvæmi. Við
listanum ber til at velja teir
serviettarnar frá, sum kunnu
vera heilsuskaðiligir, siger
Rikke Petersen.
Skaðilig evni í vátserviettum
Listin yvir serviettar, sum ikki hava evni, ið kunnu vera heilsuskaðilig
Baby Mini Risk Vådservietter
Baby’ O Vådservietter
Pigeon baby wipes fra
Apoteket
COOP Soft & Mild
Vaskeservietter fra Matas
Listin yvir serviettar, som hava evni, ið kunnu vera heilsuskaðilig
HUGGIES Wipes Pure gentle
cleaning
Natusan Baby Wipes vaske-
servietter gentle care
Natusan Extra Care vaskeserv-
ietter best ever protection
Natusan Baby Wipes vaske-
servietter parfume free
Pampers sensitive
Pusletid vådservietter
Vibelle Babyservietter
Unique vådservietter uden
parfume
FAKTA