mánadagur 20. mars 2006síða 3
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 56 - 20. mars 2006
3
Nú sleppur
havnarungdómurin
á café, sum tey ungu
sjálvi standa fyri og
reka
Ungdómskafé
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Í nógv ár hevði ungdómurin
í Havn ongastaðni at fara
í vikuskiftunum. Av tí,
at tey ikki sluppu inn á
skonkistøðini og á caféirnar,
hava tey í mangan gingið og
reikað í gøtunum, til tey eru
vorðin somikið beinfryst, at
einasta gongda leiðin hevur
verið heim í song. Men nú
verður hetta søga.
Ung starvsfólk
Nýggjasta tiltakið hjá
kommununi er ein ungdóms-
kafé í boheme-umhvørvinum
í Tórsgøtu, har mentanin
í býnum frammanundan
blómar. Kaféin verður opin
hvørt fríggja- og leygarkvøld
millum 19 og 01, og verða
tað ung fólk millum 15 og
17 ár, sum koma at reka og
mynda staðið. Higartil hevur
kommunan sett sjey ung í
starv, og verða tey somikið
væl lønt, at tað ber til at
krevja nakað av teimum.
Ungt hugskot
Hugskotið til kaféina birtist,
tá
ungdómsráðstevna
á
Háskúlanum
var
í
heyst. Har var eitt nú ein
bólkur, sum viðgjørdi
ungdómspolitisk mál, og
var ein av niðurstøðunum
hjá bólkinum soljóðandi:
Vit ynskja okkum eina
kula kafé, har babyrokkarar
ikki sleppa inn. Har vit
kunnu hanga út, skipa fyri
temakvøldum, jamsessions
og dansi í vikuskiftinum...!
Og kommunan gjørdi ikki
mætari, enn at taka tey ungu
á orðið, lýsa eftir ungum
starvsfólkum, seta tey í
starv og so annars at fáa tey
í sving.
Ung ábyrgd
Bogi Andreassen, leiðari fyri
Margarinfabrikkina kemur
at stuðla teimum ungu í at
fáa staðið upp at standa, og
hann leggur stóran dent á, at
hetta verður eitt tilboð til tey
ungu úr 14 ár, og at tað vera
tey ungu sjálvi, sum seta
dagskránna á staðnum. Tey
koma at skipa fyri tiltøkum,
at hava vaktir og at hava
ábyrgdina av samskiftinum
við miðlarnar. Tó fara tey
altíð at kunna keypa sær
professionella ráðgeving,
eitt nú frá Jákup Weihe
og øðrum, greiðir Bogi
Andreassen frá. Og hann
sigur víðari, at tað verða trý
ung til arbeiðis hvørt kvøld
í vikuskftinum, umframt
ein vaksin, sum altíð hevur
evstu ábyrgdina.
– Higartil hava tey
lagt til rættis og keypt
inn til kaféina, og eg má
viðganga, at eg kenni ikki
helmingina av heitunum:
Espresso, Café au Lait,
Ice Chocolat, Cappuccino,
peanuts, nachos og salsa…
og so framvegis. Maskinur,
innbúgv, koppar og annað.
Tað ljóðar ordiliga lekkurt,
sigur Bogi Andreassen, sum
samstundis sigur, at hetta
ikki er ein typisk pedagogisk
verkætlan, men at endamálið
við kaféini er at geva teimum
ungu í Havn betur umstøður
at hanga út í – men undir
skipaðum umstøðum.
Spurdur um hetta ikki er
kappingaravlagandi, svarar
Bogi avgjørdur:
Nei, tí hesin málbólkurin
er ikki vælkomin nakra
aðrastaðni.
Aftur í ár hevur
Peturbjørg Poulsen
fylt ein handil
á tremur við
heimagjørdum
páskareggum í
alskyns litum,
støddum og sniðum.
Páskir
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Í ár hevur Peturbjørg leigað
seg inn í hølini, sum eru
næst frisør Sax & Føn
uppi við ljóskurvarnar á
Jóannesar Paturssonar gøtu
í Havn. Hetta er aðru ferð
at Peturbjørg sjálv selur
heimgjørd páskaregg, fyrr
plagdi hon at selja tey í kiosk
Activ.
Peturbjørg sigur, at hon
bílegði sjokolátuna til eggini
úr Belgia beint undan jólum
og at hon síðani hevur stoypt
skeljarnar síðani nýggjár.
Fyri eini tveimum vikum
síðani fór hon undir at
fylla og pynta skerljarnar,
og balla tær inn í litfagurt
silvurpappír og í sellofan.
Og nú er handilin fyltur frá
gólv til loft við prýddum
páskareggum, páskapynti,
krukkum, kurvum og skálum
við konfekt og góðgæti.
Og Peturbjørg greiðir frá,
at sum nakað nýtt, ber nú
eisini til fáa eitt egg fylt eftir
egnum ynski í handlinum,
og hon vísir á íløtini og
skálirnar, sum er á tremur við
belgiskari konfekt, smáum
litføgrum páskareggum og
karamellum.
– Tey flestu vilja hava
egg við ljósari sjokolátu,
og tey miðalstóru fyri einar
150 krónur selja best, sigur
Peturbjørg, sum bæði selur
egg til tann forelskaða
mannin, til ommubarnið
og til fyritøkuna, sum vil
forkela starvsfólkini. Fyri
ikki at gloyma risaeggið,
sum stendur aftanfyri diskin
og kostar 1600 krónur. Og
tað er selt!
– Í hesum egginum eru
hálvsfjórða kilo av sjokolátu,
og tað er fylt við øllum
sløgunum av góðgæti, sum
vit selja, sigur Peturbjørg,
sum eisini heldur, at munur
er á, um eggið er til børn
ella vaksin. Sostatt eru
eggini til børn ofta fylt við
gummibommum, lakres og
karamellum, meðan teimum
tilkomnu líkar best, at
eggini eru fylt við konfekt,
marsjipan og tílíkum.
Spurd, um hon kann
liva av at selja heimagjørd
páskaregg, sigur hon, at tað
loysir seg als ikki. Av tí, at
hon ger alt sjálv, hevði hon
eiheldur kunna liva upp
til eftirspurningin, um so
var, at allar Føroyar skuldu
havt heimagjørd páskaregg.
Tó selur hon til nøkur
støð í Føroyum, eitt nú til
Klaksvíkar.
Páskareggini við ljósari
sjokolátu selja best. Peturbjørg
hevur innflutt sjokulátuna úr
Belgia.
Heimagjørdu páskareggini klár
Endiliga:
Ungdómscafé í Havn
Tey sjey starvsfólkini á ungdómscaféini. Frá vinstri: Alis, (varaleiðari í Margarinfabrikkini),
Døgg, Bára, Turid, Bogi (leiðari í Margarinfabrikkini), Fríði, Tjóðhild og Karl Jóhan. Margretha
situr við rygginum til.