mánadagur 20. mars 2006síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 56 - 20. mars 2006
Nýggja uppfinningin
skal gera, at skipið
fiskar meira og hartil
sparir olju
TROL
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Sunnudagin fór trolarin
Magnus Heinason at roynd
arkoyra eitt nýtt slag av troli,
har tær 245 kúlurnar eru tikn
ar av, og ein pressending er
sett á høvuðslínuna í staðin.
Endamálið við nýggja trolin
um er at fiska meira og at
spara olju.
Gamalt hugskot
Maðurin aftan fyri nýskap
andi hugskotið er 87 ára
gamli Petur Højgaard úr
Saltangará, sum fekk skips
boð av Magnus Heinasyni
sunnumorgunin. Petur fekk
hugskotið fyri mongum
árum síðani, tá hann eisini
evnaði eitt royndarmodell
til. Síðani hevur tað verið
dreymur hansara at fáa tað
royndarkoyrt. Seinasta heyst
setti hann seg so í samband
við Fiskirannsóknarstovuna
og greiddi teimum frá um
hugskotið. Síðani hevur
stovnurin arbeitt víðari við
hugskotinum, og er tað úr
slitið av samstarvinum mill
um gamla sjómannin úr
Saltangará og yngru gransk
ararnar úr Havn, sum nú
skal roynast í verki. Petur
Højgaard er gamal sjómaður.
Hann fór til skips í 1934,
og sigldi til hann legðist
uppi í 1980. Hann sigur, at
hann royndi hugskotið við
Polarfarinum einaferð seinast
í fýratiárunum, men at óvist
var um tað riggaði tá. Í dag
ber betur til, við ymiskum
tólum at kanna, hvussu trolið
gongur í sjónum.
Kann gerast
kollvelting
Teir á Fiskirannsóknarstov
uni siga, at um royndin
eydnast, og hugskotið elvir
til, at trolið gapar eini 25
prosent meira, og at skipið
kann spara eini 10 prosent
av oljunýtsluni, kann upp
finningin gerast ein sonn
kollvelting fyri trolvinnuna.
Teir nevna talið 7 á einum
skala á 10.
Hugskotið aftan fyri ný
skapanina er, at ein pressend
ing ella segl verður sett á
høvuðslínuna í staðin fyri
kúlurnar, sum vanliga halda
trolinum flótandi. Sostatt
lækkar vatnmótstøðan, trolið
gapar hægri og verður lættari
at draga. Endamálið er so,
at trolið skal ganga hægri,
samstundis sum at sleppast
kann undan kúlunum. Olju
sparingin kemur við, at trol
ið verður lættari at draga.
Magnus Heinason verður
aftur á Havnini týsdagin ella
mikudagin.
87 ár og
uppfinnari
Petur Højgaard vísir eitt modell av trolinum, har seglið situr á høvuðslínuni
Hóast Petur fekk skipsboð sunnumorgunin, ætlar hann sær ikki út við
Teir riggað seglið til, áðrenn tað verður surrað fast á høvuðslínuna