mánadagur 20. mars 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 56 - 20. mars 2006
Ein útlendskur maður
helt seg hava skotið
pappageykin, tá hann
seldi øl til unglingar
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Fríggjadagin um fýratíðina
varð løgreglan boðsend
niðan í Rúsuna í Havn.
Har høvdu fólk varnast
ein útlendskan mann, sum
tóktiskt keypa øl til børn
yngri enn 15 ár. Løgreglan
fór á staðið og rætt var.
Fimm ungir dreingir høvdu
keypt øl frá manninum, sum
sjálvsagt rýmdi, tá løgreglan
nærkaðist. Løgreglan bar
so í bandi, at dreingirnir
fóru inn í rúsuna aftur við
fløskunum og fingi peningin
aftur. Síðani vórðu teir
koyrdir heim til foreldrini,
sum fingu eitt lítið prát við
løgregluna. Maðurin, sum
helst var úr Eystureuropa,
hevur mestsum sæð ein
møguleika fyri at forvinna
sær nøkur oyru við at selja
øl til óvitarnar.
Leygarkvøldið vann
Carola Häggkvist
svenska melodi
grandprixið fyri
triðju fer. Og telefon
netið brendi saman,
tá atkvøðast skuldi
TÓNLEIKUR
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Favoritturin vann, tá Carola,
við sanginum ”Evighet”,
sang seg inn í stovurnar
hjá svium leygarkvøldið.
Fyrst á svenskum, og síðani
á enskum, tá sigurin var
greiður. Men tað var ikki bara
sum at siga tað hjá 40 ára
gomlu sangarinnuni, tí rødd
hennara var burtur dagarnar
undan stóri kappingini. So
nógvar gitingar vóru millum
fólk, um hon nú fór at klára
at syngja seg upp á toppin.
– Hetta er veldugt fyri
meg, og eg takki svenska
fólkinum, segði Carola, tá
tað gjørdist greitt, at sigurin
var í hús.
Carola vann eisini svenskt
melodi grand-prix í 1983 við
”Främling” og aftur í 1991
við sanginum ”Fångad av en
stormvind”.
Men mitt í rokanum var
ein, sum ikki var vinur sviia.
Tað var Hans Hernborn, sum
hevði ábyrgdina av atkvøðu
greiðsluni.
– Tað vóru nærum tvær
milliónir uppringingar, og
tað sigur seg sjálvt, at tá so
nógv ringja í senn, so rakar
tað loftið á telenetinum onkra
staðni. So ljóðar telefonin
upptikin ella eitt sperruljóð
kemur. Men vit kunnu ikki
eftirkanna, um hetta rakti
okkurt lag oftari enn annað,
siger Hans Hernborn, við
svenska Aftonbladet.
Carola Häggkvist
aftur á toppinum
Carola vann svenskt
Melodi Grand-prix
Talan er helst ikki
um vandamikla
H5N1 virusið
Fuglakrím varð fríggja
dagin staðfest í níggju
deyðum dunnum, sum
vórðu funnar á donsku
oynni Ærø. Sambært
tíðindum frá DR, er talan
um H5 virusið, og danska
matvørustýrið sigur, at
talan er ikki um vandamikla
H5N1 virusið.
Fyrivarni eru sett í gildi,
har sjúkan er staðfest, eins
og í síðstu viku, tá ein fuglur
varð funnin við Næstved.
Trygdarøkið, sum talan er
um, er í sunnara parti av
landinum: Ærø, Tåsinge,
sunnari parti av Langeland,
Drejø, Skarø, Strynø og
sunnasti partur av Fjóni.
Fólk í raktu økjunum verða
áløgd at halda kettum
innandura og at hava
hundar í bandi, og annars
at seta seg í samband við
myndugleikarnar, um tey
finna deyðar fuglar.
rd
Fuglakrím í níggju
dunnum á Ærø
Av politistøðini í Havn
verður sagt, at vikuskiftið
hevur verið framúr friðar
ligt. Løgreglan gjørdi
ferðslukanningar í Havn
fríggjadagin og vórðu 22
fráboðanir skrivaðar. Hesar
snúðu seg einamest um, at
fólk tosaðu í fartelefon með
an tey koyrdu og at nøkur
høvdu gloymt koyrikortið
eftir heima. Ferðsluátak var
eisini í Kollafirði, og har
vóru 21 bilar skrásettir fyri
at koyra ov skjótt í bygdum
øki, og hesir fáa allir bót.
Ein bilur varð tikin fyri at
koyra 98 km/t í bygdum
øki, og stendur hann til
eina treytaða frákenning
av koyrikortinum.
Rd.
Náttarravnar
nýggja nevnd
Felagið Náttarravnar í
Tórhavnar kommunu
hevur havt aðalfund, og
nýggj nevnd er vald
Nevndin hevur síðan
skipað
seg:
Ásvør
Højgaard,
formaður,
Maiken Jacobsen, næst
formaður, Ella Müller,
kassameistari, Guðrið
Rubeksen, skrivari, Arni
Clementsen nevndarlim
ur.
Nýggja nevndin sigur, at
hon heldur fram í góðum
treysti við arbeiðinum at
gera náttarlívið tryggari
fyrst og fremst fyri okkara
ungu.
– Og øll ábyrgdarfull
vaksin fáa hervið eina
áheitan um at koma út at
ganga við okkum 2 – 4
túrar um árið. Tað er alt,
ið skal til, fyri at gera
býin tryggari.
Talt&Hagreitt er
heitið á nýggjasta
tilboðnum frá
Hagstovu Føroya
Hagtøl
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Á heimasíðuni hjá Hagstovu
Føroya verður greitt frá um
nýggja tilboðið, sum fevnir
um stuttar frágreiðingar um
gongdina innan fiskiskap,
uttanlandshandil, íbúgvar,
tað almenna, kommunu
fíggjarskap, arbeiðsfjøld
og tjóðarbúskap. Ætlanin
er at viðgera fleiri evni,
sum frá líður.
– Á síðunum ”Talt&
Hagreitt” royna vit at nøkta
tørvin á liðugt uppsettum
hagtalsevnum í myndum
og texti, uttan at flætta ov
nógv tøl uppí. Hvørt evnið
verður viðgjørt stutt og
greitt, so frægt tølini loyva
tí, og vit royna at taka fram
nøkur týðandi fyribrigdi í
hvørjum evni sær, siga tey
av Hagstovuni.
– Frammanundan hava
vit veitt eina – eftir okkara
tykki frálíka – tænastu í Hag
talsgrunninum, har hvør
og ein kann leita sær fram
hagtøl í einum leitiamboð,
sum er lætt at handfara.
Men vansin er so tann, at
har eru bara hagtøl – nógv
hagtøl – og møguleikarnir
at seta tey saman kunnu
sýnast ørkymlandi, siga
tey eisini á heimasíðuni
hjá Hagstovu Føroya. Og
tey greiða víðari frá, at
tey hava staðfest ein tørv
á liðugt taldum og hag
reiddum tølum, sum kunnu
geva eitt skjótt innlit í hvørt
einstakt evni.
– Vit vóna at bæði skúlar,
tíðindafólk, fyrisiting og øll
onnur kunnu fáa gagn av
hesari tænastuni, stendur at
lesa á heimasíðuni, og sagt
verður víðari, at,
– Onki er lýtaleyst og
vit hava eisini ta vón, at
vit kunnu fáa eitt aktivt
samstarv við onnur um
hesar síðurnar. Bæði sum
viðmerkingar og rættleið
ingar, men eisini sum
veruligt samstarv um at
gera fleiri og betri síður.
rd
Kvinnur, sum hava
fingið skurðviðgerð
fyri krabbamein í
bróstinum hittast
annan hvønn mánað.
Sjálvhjálpar
bólkur
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Bót til bata, sum er sjálv
hjálparbólkur fyri kvinnur,
sum hava fingið skurðviðgerð
fyri bróstkrabbamein, vil
fegin røkka so nógvum
kvinnum, sum til ber. Tí vónar
bólkurin, at nógvar kvinnur
fara at leita sær í hølini hjá
Krabbameinsfelagnum á
Grønlandsvegnum í Havn,
nú tey fara at hava opið
hús annan hvønn mánað.
Kvinnurnar í bólkinum
ásanna, at tað er ov lítið
bert at skipa fyri tveimum
hugnaløtum
um
árið,
umframt at varpa ljós á bróst
krabba í oktober eins og onn
ur lond gera.
– Vit vilja røkka so nógv
um kvinnum, sum hava verið
undir skurði fyri bróstkrabba,
sum til ber. Tí fara vit nú
at hava opið hús regluliga.
Endamálið er at hava eina
hugnaliga løtu saman, har
til ber at tosa, stuðla, hjálpa
hvør aðrari og veita hjálp
til sjálvhjálp, sigur Heidi
Hvidbro, formaður í Bót til
bata.
Sjálvhjálparbólkur
Bót til bata er sjálvhjálpar
bólkur undir Føroya Felag
móti Krabbameini. Bólkurin
varð stovnaður í 1988 og
hevur verið virkin síðan. Í
bólkinum eru kvinnur, sum
eru skurðviðgjørdar í brósti.
Tær hava fingið upplæring
í at veita stuðul, vegleiðing
og ráð til aðrar kvinnur, ið
skulu skurðviðgerast ella eru
skurðviðgjørdar fyri krabba
mein í brósti.
Sambært bólkinum verður
opið hús í hølunum hjá Føroya
Felag móti Krabbameini á
Grønlandsvegi 58 í Havn
mikukvøldið 29. mars 2006
kl. 19.00. Sagt verður, at
tær, sum hava hug til at taka
lut, skulu boða frá í seinasta
lagi mikudagin 29.mars kl.
15.00 á telefon 317959,
217959 ella 217957, ella í
telduposti: krabbamein@
krabbamein.fo
Stak friðarligt vikuskifti
Útlendingur keypti fyri børn í rúsuni
Bót til Bata
opið hús oftari
Tølini tala