Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. mars 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 56 - 20. mars 2006 Nýggja meinig­heits­ húsið á Skála varð vígt í gjárkvøldið av sóknarprestinum Jógvan Fríðriksson. – Her fáa bæði prest­ ar, trúboðarar og leikfólkið møguleika at tæna Gudi og bygd­arfólkinum. Tí er hetta nýggja húsið so væl plaserað – mitt í bygdini og mitt millum fólkið her á Skála, segði sóknarpresturin í vígslutalu sínari Meinigheitshús Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Skáli: Klokkan er fáar minuttir í seks. Og salurin er longu fullsettur av fólki, bæði børnum, yngri og til­ komnum. Øll eru tey samankomin hetta sunnukvøldið at vera við í hátíðarligu løtuni, tá nýggja meinigheitshúsið á Skála skal vígast. Sóknarpresturin Jógv­an Fríðriksson er har. Aðal­ skrivari í Heima­missiónini, Vagn Foldbo og formaðurin Bergur Debes Joensen eru har. Trúboðarin Niels Jacob Nielsen er har. Stýrið fyri meinigheitshúsið er við, sam­an við formanninum Syl­veriusi Jacobsen. Umframt hesi er ein hópur av fólki úr og av bygd komin saman hesa løtuna. Eftir mang­ar arbeiðstímar og mong long kvøld er dagurin nú komin, tá hetta nýggjasta meinigheitshúsið í landinum skal vígast. Fólkið hevur alla or­søk at fegnast um góðu um­støðurnar. Tað gera børn­ ini og tey eldru á Skála eis­ini. Her eru møguleikar skaptir fyri framhaldandi virk­semi og eisini heilt nýggj­um virksemi. Ein teirra sum eisini fegn­ ast um hetta nýggja mein­ igheitshúsið er Johannus Mikkelsen. Hann er ein teirra, sum standa fyri andaliga ung­ dómsarbeiðinum í bygdini. – Vit hava her fingið ótrú­ligar umstøður at virka millum tey ungu. – Nýggja tøknin gevur okk­um nýggjar møguleikar. Men hon skapar ikki alt einsa­møll. Er Gud ikki við í arbeiðinum, so ber einki til, sigur Johannus. Við vígsluna av meinig­ heits­húsinum í gjárkvøldið vóru omanfyri 300 fólk til staðar. Barnakór, tey ungu og tey tilkomnu luttóku við sangi, og er hetta tekin um tað víttfevnda arbeiðið sum verður gjørt í hesum húsi. Góðir karmar Jóhannus Mikkelsen er ikki óvanur við arbeiðið í meinigheitshúsinum á Skála. Her hevur hann sína dagligu gongd – og nú eisini sum ein av teimum, sum tekur sær av tí unga ættarliðnum í heim­ bygdini. Umstøðurnar til eitt slíkt arbeiði eru ein týðandi partur av, hvussu ein skipar og menn­ir eitt arbeiði millum ung, tilkomin og eldri. Tær umstøðurnar sum fólk­ið nú hevur fingið í nýggja húsinum eru sambært Jóhannusi ótrúliga góðar. – Hetta er eitt fantastiskt hús, og tað er lagt eitt sera stórt arbeiði í at fáa húsið til tað, sum tað er í dag. – At karmarnir eru so ótrú­liga góðir, tað verður til signing fyri arbeiðið í fram­tíðini, sigur Jóhannus, sum gongur fyrsta árið á Lær­ araskúlanum í Havn. Ein gularót fyri ung Fyri meinigheitsarbeiðið eru skaptir ótrúligir møguleikar, – ikki minst fyri tann aldurs­ bólkin, sum Jóhannus serliga hevur áhuga fyri. Millum hesar møguleikar eru teir tøkniligu, har ein hevur keypt nýtt ljóðannlegg og eitt ljósanlegg. Her kann ein varpa sangir, myndir og annað uppá ein stórskíggja har frammi í salinum. – At hava fingið slíka út­gerð, er ein rættiliga stór gula­rót fyri okkum øll. Hetta gevur okkum møguleikar, sum vit ikki høvdu áðrenn. – Nú fer tað at vera ordiliga spennandi at arbeiða saman við teimum ungu, sigur Jo­hannus. Men hann slær tó í sama andadrátti fast, at tøkni, ljós og ljóð skapa einki uttan so, at alt arbeiði er knýtt at Gudi og hansara signing. Góð uppmøting Tað gamla meinigheitshúsið á Skála var vorðið ov lítið, og longu í 1983 var farið undir at savna pening fyri einum nýggjum. Seks ár seinni vórðu so tær fyrstu tekningar til hetta húsið gjørdar. Í gamla húsinum var nógv andaligt virksemi, og vónað verður sjálvandi, at hetta kann halda fram og mennast í framtíðini í tí nýggja. Millum virksemið í tí gamla húsinum vóru var sunnu­dagsskúlin og ung­ dóms­møtini. Og hesi koma sjálv­andi at halda fram í tí nýggja. Undirtøkan til ungdóms­ arbeiðið hevur verið skift­ andi. Onkutíð hava tey verið niðri á 10 fólkum, men aðrar tíðir eru tey regluliga eini 40 ung saman. – Í løtuni hevur uppmøt­ ingin verið rættiliga góð, sigur Johannus. Ungdómsmøtini vóru áður leygarkvøld, men eru nú flutt til sunnukvøld. Hetta hevur gjørt sítt til at fleiri ung eru komin á hesi møtini. Skráin fyri hesi ungdóms­ møtini eru fjølbroytt og skift­ andi. Onkutíð er ein tala um eitt ávíst evni og onkutíð er sangur og vitnisburðar. – Men vit leggja eisini stóran dent á at hava tað gott saman, har vit uppbyggja ein kristnan felagsskap. – Hetta er grundarlagið undir øllum andaligum ar­beiði. Eisini ungdóms­ arbeið­inum her á Skála, sig­ ur Johannus Mikkelsen. Mitt í bygdini og mitt í fólkinum Eitt hús uttan skuld Eftir at møti hava verið í gamla meinigheitshúsinum í nógv ár, verður byrjað at savna inn pening fyri einum nýggjum í 1983. Í 1999 verður grundøki keypt, og í 2001 verður byrjað at stoypa fyri tí nýggja. Í desember 2001 verður kjallarahæddin í nýggja meinigheitshúsinum tikin í nýtslu. 19. mars 2006 verður restin av meinigheitshúsinum vígd. Til vígsluna er væl omanfyri 300 fólk. Húsið stendur í dag í uml. 2,2 mió. kr. Skuldin í húsinum er einans 100.000 kr. FAKTA Trúføst gomul garda Síðani arbeiðið byrjaði uppá meinigheitshúsið fyri mongum árum síðani, hava menn í bygdini ar­beitt hvørt einasta týs­ kvøld í húsinum. Í hesum sjálvbodna ar­beiðinum hava teir lagt stóra orku í, at fáa húsið so gott og væl frágingið sum gjørligt. Og tað ber endaliga úrslitið eisini boð um. Sjálvur hevur Johannus eisini verið við í hesum arbeiðinum onkutíð, men ikki so ofta. – Eg skal bara siga sum er, at eg eigi ikki nakran stóran part av æruni fyri hesum úrslitinum. – Her hevur tað serliga verið tann gamla gardan og teir miðaldrandi, sum hava staðið fyri tí stóra arbeiðinum, sigur Jo­hannus. Hinvegin so hava tey ungu allatíðina fylgt væl við, hvussu arbeiðið hevur gingið framá viku fyri viku. Serliga í seinastuni hava tey verið sera spent til dagin, tá alt arbeiðið skuldi verða liðugt. – Tað er tað so í dag. Og tí eru vit eisini sera fegin um hetta nýggja hús­ ið, sigur Johannus Mikk­ elsen. Omanfyri 300 fólk í øllum aldrum vóru til staðar í snotuliga meinigheitshúsinium á Skála í gjárkvøldið. Hóast húsið stendur í omanfyri 2 mió. kr., so er skuldin lítil og eingin Tey ungu eru ein týðandi partur av meinigheitslívinum á Skála. Millum hesi er Johannus Mikkelsen (í hvítu skjúrtuni). – Hesar nýggju umstøðurnar eru sum ein gularót fyri tey ungu, staðfestir hann