mánadagur 20. mars 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 56 - 20. mars 2006
7
Aftur í ár hava ov
nógvir skikkaðir
næmingar søkt
um at sleppa á
miðnámsskúla at
ganga komandi
skúlaár, men
fíggjarlógin fyri 2006
er nakað hægri enn
í fjør, og tess vegna
sleppa allir skikkaðir
næmingarnir á
miðnámskúla.
Spurningurin er
einans – er pláss
á skúlunum fyri
næmingunum?
Skúli
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
Eins og í fjør fara at kalla
allir miðnámskúlarnir í
Føroyum komandi skúlaár
at hava væl fleiri næmingar
enn undanfarin ár. Í fjør
hevði Studentaskúlin og
HF-skeiðið í Hoydølum eitt
nú tørv á eini eykajáttan fyri
at taka ímóti øllum teimum
skikkaðu næmingunum, á
HF-skeiðnum í Klaksvík
stóðu 19 á bíðilista, harav
bert
tveir
næmingar
sluppu inn á skúlan og á
Handilsskúlanum í Havn,
var plásstrot ein stórur
trupulleiki:
– Vit tóku tveir flokkar
inn á HH í fjør, men høvdu
umsóknir frá skikkaðum
næmingar til heilar tríggjar
flokkar. Nøkur avboð komu
sjálvandi, men at enda vóru
vit hóast hetta noydd til at
vísa burtur um fimta hvørjum
skikkaðum
næmingi,
sigur Olav Absalonsen,
inspektørur á HH-skeiðnum
á Handilsskúlanum.
Skúlaleiðslurnar kring
landið eru samdar um,
at
orsøkin
til
mongu
umsóknirnar seinastu tvey
árini er, at árgangurin, ið
fer úr fólkaskúlanum er so
stórur. Á Mentamálaráðn
um verður sagt, at tey fyri
langari tíð síðan hava tik
ið hædd fyri stóru árgang
unum:
– Vit hava hugsað um hetta
í fíggjaruppskotinum 2006.
Enn vita vit tó ikki við vissu,
um pengarnir, ið eru játtaðir,
røkka til. Men næmingatalið
er á leið tað sama, sum í
fjør, so fíggjaruppskotið
átti at rokkið, sigur Eyðbjørn
Poulsen, deildarstjóri á
Mentamálaráðnum.
Á
Mentamálaráðum
vátta tey somuleiðis, at
fíggjarlógin fyri 2006 er væl
hægri í ár enn í fjør. Játtanin
til miðnámskúlarnar í 2005
var 12.5693 milliónir, men í
ár er hon 13.2486:
– Við hækkingini er
rúm fyri fleiri flokkum
næsta skúlaár, men eisini
lønarhækkingum. Somu
leiðis arbeiða vit av álvara
við at útbyggja fleiri skúlar,
men løgtingið hevur endaliga
orðið hesum viðvíkjandi,
leggur Eyðbjørn Poulsen
afturat.
Olav Absalonsen váttar, at
hóast peningatrupulleikin nú
er loystur, er plásstrot avgjørt
aftur í ár ein trupulleiki á
Handilsskúlanum í Havn.
Jógvan á Lakjuni lands
stýrismaður í undirvísingar-
og mentamálum er samdur í
hesum:
– Plásstrot er altíð ein
afturvendandi spurningur.
Serliga á Handilsskúlanum
í Havn. Men vit fara at royna
at lata vera við at kroysta
fleiri enn 24 næmingar inn
í hvønn flokk – sjálvandi
kann tað altíð koma fyri, at
ein ella tveir næmingar eru
til avlops, men sum heild er
nóg mikið av peningi játtaðir
í ár.
Somuleiðis
staðfestir
Jógvan á Lakjuni, at
landsstýrið arbeiðir við
útbyggingum á Handils
skúlanum í Havn:
– Men hetta er ikki ein
knútur, vit fáa loyst við
útbyggingum í ár.
John Johannesen, limur í
mentanarnevndini í løgting
inum, sigur, at í ár er eingin
trupulleiki at hýsa øllum
skikkaðu næmingunum
á miðnámsskúlunum í
Føroyum:
– Um plásstrot verður á
onkrum skúla, verða teir
næmingarnir, ið ikki sleppa á
henda skúlan, bodnir á annan
miðnámsskúla, har pláss er
fyri teimum at ganga.
Men Jógvan á Lakjuni
ásannar samstundis, at tað
sjálvandi ikki ber til at noyða
nakran, ið eitt nú ætlar sær
á Handilsskúlan í Havn at
fara til Suðuroyar at ganga
á studentaskúla, bara tí har
til pláss.
Øll skikkað sleppa á miðnámsskúla
Snotuliga dansistaðið
Jacques, ið liggur
mitt á torginum í
Keypmannahavn, er
til sølu
Dansistað
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
– Vit hava leingi ætla okkum
at selt Jacques. Tá vit
stovnaðu dansistaðið settu
vit okkum fyri at reka tað í
trý ár, og tað hava vit nú gjørt,
sigur ein av eigarunum, Suni
Reinert.
At byrja við var Jacques
ætla lesandi føroyingum í
Danmark. Men eftir eina
tíð fóru føroyingar á onnur
dansistøð í býnum, og tess
vegna fór Jacques eftir
einum størri móttakarabólki
- nevniliga danskarum:
– Vit skilja væl, føroyingar
eisini fara aðrastaðni. Hjá
okkum kostar tað hvørt
leygarkvøld 50 krónur
at sleppa inn, og tá tað
aðrastaðni er ókeypis at
sleppa inn, fara lesandi
sjálvandi hagar.
Suni Reinert ásannar
somuleiðis, at Jacques ikki
bara hevur verið lætt at
reka, og at lítil fíggjarligur
vinningur hevur verið hesi
árini:
– Vit vóru tríggir stakir
menn, Todi Jónsson, Martin
Ansbjørn og eg, ið av fyrstan
tíð stovnaðu Jacques. Tá
høvdu vit góða tíð og orku at
fáa alt at hanga saman. Men
nú hava vit annað at fáast við
og aðrar ætlanir. – Eitt nú
Todi eisini giftur.
Nøkur boð eru komin frá
møguligum keyparum, men
enn hava eigararnir ikki tikið
av nøkrum boði:
– Vit ætla okkum ikki at
selja Jacques fyri minni enn
2.150.000 milliónir.
Í
januar
lat
eitt
annað dansistað upp í
Keypmannahavn – nevniliga
Skarv. Men Suni Reinert
váttar, at orsøkin til søluna
einki hevur við Skarv at
gera:
– Vit hava leingi roynt at
selt Jacques. Skarv er heldur
ikki ein ein kappingarneyti
hjá okkum. Skarv hevur ein
heilt annan móttakarabólk,
enn vit.
Jacques til sølu
Nú sleppa øll, sum eru skikkað á miðnámsskúla, har tað er pláss, at nema sær útbúgving
Hetta snotuliga dansistaðið mitt í Keypmannhavn er til sølu