Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. mars 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 56 - 20. mars 2006 Mikukvøldið hava øll fakfeløg í Føroy­ um kreppufund um ætlanina hjá politikarum at avtaka ALS Arbeiðsloysis­ skipanin Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Hetta er rætt og slætt tjóva­ rí! So greið er Ingeborg Vinth­ er í sínum dómi yvir ætlanina, sum politikarnir á Føroya Løgtingi nú hava um at avtaka Arbeiðsloysisskipanina og at leggja hana undir landið. Men forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag slær fast, fak­feløgini ætla ikki at lata hetta um seg ganga og miku­kvøldið er ætlanin at øll fakfeløg í landinum skulu hittast á einum slagi av kreppufundi at viðgerða støðuna. Tað, sum hevur loypt øði í fakfeløgini, er, at Løgtingið er farið at viðgera eitt upp­ skot, sum tey siga í roynd og veru avtekur ALS. Eftir uppskotinum verður tað skorið út í papp, at tað tað er bara Løgtingið, sum hevur rætt til at krevja inn skatt, ella at broyta skatt og at avtaka skatt. Men so er tann stóri spurn­ ingurin, hvat skattur er. Eftir uppskotinum skal skattur vera øll gjøld, sum borgarin betalir uttan at fáa eina beinleiðis mótveiting afturfyri. Sostatt er landsskattur, kommunuskattur, mvg og øll onnur gjøld, skattur. Men eftir hesum er inn­ gjaldið til ALS eisini skattur og skal sostatt leggjast und­ ir fíggjarlógina hjá lands­ stýrinum. Rakar ikki bara ALS Ingeborg Vinther, forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag, stað­ festir samstundis, at hetta rakar ikki bara ALS. – Fáa politikarar sín vilja í hesum føri, er tað ikki bara ALS, sum verður avtikið og lagt undir fíggjarlógina. Bæði barsilsskipanin, Sam­ haldsfasti Eftir­lønar­grunn­ urin og Frítíðar­grunnurin, fáa akkurát somu lagnu. Frí­ tíðargrunnurin er ein grunn­ ur, at frítíðarløn er, sum ikki er heintað. – Alt hetta eru grunnar, sum landið onki oyra eigur í. Hetta eru grunnar, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum be­tala hvørt oyra í av sínum lønum. Ingeborg Vinther sigur, at fáa politikararnir sín vilja, enda allar hesar hundrað­ tals milliónirnar, sum eru í hes­um grunnum í stóra potti á fíggjarlógini hjá løg­ tinginum. – Sostatt fer at bera til hjá politikarum at taka fult ræði á hesum pengum og at brúka teir til tað, teir vilja. Av tí sama hava vit als onga trygd fyri, at inngjaldið til ALS fer at koma teimum arbeiðsleysu til góðar, tá ið á stendur og vit hava heldur onga trygd fyri, at inngjaldið til barsilsskipanina kemur teimum til góðar, sum hon varð ætlað til. Hon vísir eisini á, at meiri­lutin í einum bólki av løgfrøðingum er komin til ta niðurstøða, at ALS er ikki ein skattur. – Men kortini ætlar løg­ tingið at trumfa ígjøgnum, at tað er ein skattur og tað er heilt óhugnaligt, heldur hon. Uttan orð ella eið Hon átalar eisini, at hóast politikararnir ætla at gera so álvarsligt inntriv í ogn­ir­ nar hjá pørtunum á arbeiðs­ marknaðinum, hava teir tos­ að við fakfeløgini um málið frammanundan. Ingeborg Vinther leggur afturat, at í hesum máli ar­beiðs­gevararnir púra samd­ ir við fakfeløgini. – Skal gjaldið til ALS, bar­ sils­skip­anina og sam­halds­ fasta, hereftir roknast sum ein vanligur skattur, er tað ongin orsøk hjá løntakarum og arbeiðsgevarum at be­tala serlig gjøld til hesi enda­ málini, leggur hon afturat. – Endamálið við at skipa ALS, Barsilsskipanina og samhaldsfasta í grunn­ar, sum partarnir á arbeiðs­ marknaðinum sjálvir skuldu umsita, var nettupp fyri at savna pengarnar saman í ein grunn, sum ikki kundi rørast til onnur endamál enn tað, grunnurin var ætlaður til. Ingeborg Vinther sigur, at fakfeløgini hava tosað saman um málið. Umframt at verða forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, er Ingeborg Vinther eisini limur í stýrin­ um fyri ALS, har hon er eitt av umboðunum fyri løn­ takararnar. Eisini tey hava tosað sam­ an og gjørt er av at kalla øll fakfeløgini til fundar á fund mikukvøldið at viðgera støðuna. Hon vil ikki enn siga, hvat kann henda, halda politikarar fast við ætlanina. – Men hetta er eitt mál, sum vit taka í allarstørsta álvara og vit fara ikki at lata tað ganga, sigur hon. Í øllum førum sigur hon, at stýrið fyri ALS og fakfeløgini fara at krevja at sleppa á fund við løgtingsnevndnina, sum skal viðgera málið víðari. Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðs­ mannafelag, ætla nú at leggja lívs­ tryggingarnar hjá báðum feløgunum saman Styrkt samstarv Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú er ætlanin at styrkja samstarvið ímillum Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag. Á aðalfundinum hjá Før­ oya Arbeiðarafelag um viku­skiftið, varð nevnt, at felagið hevur sera gott sam­ starv við Havnar Arbeiðs­ mannafelag. Og nú er ætlanin at styrkja tað samstarvið enn meiri. Í hesum sambandi eru ítøki­ligar ætlanir um at leggja lívstryggingarnar hjá Før­oya Arbeiðarafelag og Havn­ar Arbeiðsmannafelag, saman. Ingeborg Vinther, for­ kvinna í Føroya Arbeið­ara­ felag, sigur, tey bæði feløg­ ini hava tosað saman um møguleikan at leggja báðar trygg­ing­arnar saman og tað vísir seg, at áhugi er fyri tí. Og á alfundinum í Før­ oya Arbeiðarafelag um viku­­skiftið, fekk nevndin so heimild at leggja lívs­ trygg­­ingina hjá Føroya Arbeið­arafelag saman við tryggingina hjá Havnar Arbeiðs­mananfelag, sum er í ferð við at fáa sær eina lívs­ tryggingarksipan hjá ALKA, ið er sama felag, sum Føroya Arbeiðarafelag hevur sína trygging í. Nú skal spurningurin so eisini samtykkjast í Havnar Arbeiðsmannafelag. Lívstryggingin veitir endur­ gjald við deyða og álvarsliga sjúku og Ingeborg Vinther sigur, at vera tryggingarnar hjá báðum feløgunum sam­ anlagdar, verður puljan av tryggingartakarunum nógv størri og tað fer at geva báð­ um feløgunum eina væl bíligari og eina betri tryging eisini. Hon sigur, at riggar tað væl at leggja lívstryggingarnar saman, kann tað eisini henda, at Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag eisini fara at leggja eftir­ lønar­grunnarnar hjá báðum feløgunum saman um nøkur ár, tí tað skuldi eisini verið ein fyrimunur hjá báðum feløgunum og givið eina betri eftirløn og eina nóligari umsiting. Ingeborg Vinther sigur, at ein avgerandi styrki við eftirlønargrunninum hjá Før­oya Arbeiðarafelag er, at felagið umsitur sjálvt sín eftirlønargrunn og tað ger hann sera bíligan í umsiting og tað er ein fyrimunur. Annars tosað arbeiðara­ feløgini sum heild um tætt­ari samstarv. Inge­borg Vinther sigur, at Før­oya Arbeiðarafelag, arbeið­ara­ feløgini í Havn og í Klaks­ vík hava tosað saman um, hvussu tey kunnu skipa seg í samstarv. Fakfeløg styrkja samstarvið Ætla at stjala fleiri hundrað milliónir frá vanliga fólkinum – Hetta er beinleiðis at stjala fleir hundrað milliónir frá vanliga føroyinginum. Bara tað, at hesin tanki verður reistur á Føroya Løgtingi, er heilt óhugnaligt, sigur Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag Gongst, sum ætlað, fáa limirnir í Føroya Arbeiðarafelag einavæl bíligari og betri lívstrygging og tað sama fáa limirnir í Havnar Arbeiðsmannafelag