Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. mars 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 56 - 20. mars 2006 9 Føroya Arbeiðarafelag hevur samtykt at hækka limagjaldið og peningurin skal brúkast til at tryggja nevnarlimir og álitisfólk betri Føroya Arbeiðarafelag Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nevndarlimir og álitisfólk í arbeiðarafeløgunum skulu nú tryggjast betri ímóti trýsti frá arbeiðsgevarunum. Tað samtykti aðalfundurin hjá Føroya Arbeiðarafelag um vikuskiftið. Á aðalfundinum kom fram, at tey, sum eru nevndarlimir í fakfeløgunum og álitisfólk á arbeiðsplássuum, eru mangan undir hørðum trýsti frá arbeiðsgevarum fyri at síggja ímillum fingrarnar við, at vikið verður frá sátt­ málanum. Og tað kemur eisini fyri, at tey verða hótt við uppsøgn, ella beinleiðis verða søgd upp, krevja tey, at sáttmálin verður hildin. Hetta førir onkuntíð við sær, at slakað verður og at brot á sáttmálan verða góð­tikin fyri ikki at missa arbeiðið. Ført varð fram, at tað eru serliga álitisfólkini, sum eru fyri trýstið, tí tey eru bindiliðið ímillum arbeiðsfólkið og virkisleiðsluna. Men tað rakar eisini nevndarlimirnar í teimum einstøku arbeiðara­ feløgunum. Hesum fer Føroya Ar­beið­ arafelag nú at royna at byrgja upp fyri. Tí fer felagið nú at stovna ein trygdargrunn, sum skal tryggja nevndarlimir og álitisfólk ímóti lønarmissi, tá ið tey verða søgd úr starvi fyri at krevja, at sáttmálin verður hildin. Av tí sama er limagjaldið til Føroya Arbeiðarafelag hækkað nakað, men Ingeborg Vinther vil ikki siga, hvussu stór hækkingin er. Hon sigur tó, at hon er ikki størri enn so, at tað er saktans til at bera hjá limunum. Nú skal so eisini ein reglugerð gerast fyri hendan nýggja trygdargrunnin, sum ásetir akkurát, hvør skal hava rætt til útgjald og, hvussu stórt útgjaldið skal vera. Allir tríggir nevndarlimirnir í Føroya Arbeiðarafelag, sum stóðu fyri vali, eru afturvaldir FA-Aðalfundur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Á aðalfundinum í Føroya Arbeiðarafelag um viku­ skiftið, fekk nevndin álitis­ váttan. Tríggir nevnarlimir stóðu fyri vali og teir vórðu allir tríggir afturvaldir. Teir, sum stóðu fyri vali, vóru Georg F. Hansen, næst­­formaður, úr Miðvági, Agnar Olsen úr Hósvík, Sunrid Vang úr Froðba og Margretha Rasmussen úr Fuglafirði og tey vórðu øll trý afturvald. Hini trý í nevndini í Før­ oya Arbeiðarafelag, eru Karla Einarsson úr Runavík, Poul Juul Festirstein av Eiði og Ingeborg Vinther, for­ kvinna. Annars fekk felagið ein nýggjan tiltakslim og tað er Maud Túgvustein úr Fugla­firði, sum er triði nevnd­arlimur. Hon varð vald fyri Jan Nielsen úr S&K, sum ikki tók við aftur­vali, eftirsum S&K fer úr Føroya Arbeiðarafelag á nýggjárinum. Fyrsti tiltakslimur er Jógv­an Páll Johannesen úr Hal­dórsvík og annar tiltaks­ limurin er Osmund Berg úr Skopun Nevndin fekk álit Skulu tryggjast betur ímóti trýsti frá arbeiðsgevarum Oddafólk í fakfeløgum er mangan undir hørðum trýsti frá arbeiðsgevarum, men nú skulu tey gerast betri før fyri at standa ímóti hesum trýsti. Her er nevndin í Føroya Arbeiðarafelag. Frá vinstru eru tey Karla Einarsson, Sunrid Vang, Georg F. Hansen, Agnar Olsen, Ingeborg Vinther, Poul Juul Festirstein og Páll Nielsen, løgfrøðingur Á aðalfundinum hjá Føroya Arbeið­ arafelag varð sam­tykt at styrkja møgu­ leikarnar fyri útbúgv­ ingum munandi FA-Aðalfundur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Møguleikarnir fyri út­búgv­ ingum skulu styrkjast mun­ andi. Tað varð samtykt á aðal­ fundi í Føroya Arbeiðarafelag um vikuskiftið. Í hesum sambandi sam­ tykti aðalfundurin at gera arbeiðsloysisgrunnin hjá Føroya Arbeiðarafelag til ein útbúgvingargrunn. Føroya Arbeiðarafelag hevur ein arbeiðsloysisgrunn, men Ingeborg Vinther sigur, at á aðalfundinum varð ført fram, at tað eru so nógvir limir í felag, at grunnurin munar ov lítið, samstundis sum ALS er komið. Men tað eru eisini tey, sum stúra fyri, at politiski myndugleikin hevði lagt arbeiðsloysisgrunnin undir seg, verður hann ikki broytt­ ur og umskipaður, so at hann ikki kann rørast. – Vit vita, at ætlaninr nú eru frammi um at ognartaka ALS, sum partarnir á ar­beiðsmarknaðinum eiga. – Og tá ætlanin er at taka ALS, kann arbeiðs­ loysis­grunnurin hjá Føroya Arbeiðarafelag avgjørt held­ur ikki kenna seg trygg­an, hóast talan er um ein grunn, sum limirnir í Føroya Arbeiðarafelag hava betalt, allan sum hann er. Men ALS er eisini ein grunnur, sum limirnir á Arbeiðsmarknaðinum eiga, men kortini eru røddir frammi um at ognartaka hann. – Tí er tað best og tryggast, at arbeiðsloysisgrunnurin verður umskipaður so at hann ikki kann rørast, sigur Ingeborg Vinther. Hon sigur, at at sostatt verður hann umskipaður til ein útbúgvingargrunn, har avkastið av honum skal brúkast til útbúgvingar og skeið. Uppskotið varð samtykt á aðalfundinum og nú skal so ein reglugerð ger­ast fyri tann nýggja útbúgv­ingar­ grunnin. Aðalfundurin í Føroya Arbeiðarafelag hevur gjørt av, at nógv meiri peningur skal brúkast til útbúgvingar og skeiðvirksemi Arbeiðsfólk skulu útbúgvast betur Georg F. Hansen varð um vikuskiftið í afturvaldur til næstformann í Føroya Arbeiðarafelag. Tað hevur hann verið í nógv ár og tilsamans hevur hann verið í nevndini í yvir 15 ár