mánadagur 20. mars 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 56 - 20. mars 2006
Tað vóru sera áhugaverd tíðindi frá aðalfund
inum hjá Føroya Arbeiðarafelag um dagarnar,
at tað nú eru ítøkiligar ætlanir um at leggja
lívstryggingarnar hjá Føroya Arbeiðarafelag
og Havnar Arbeiðsmannafelag saman. Nú
skal spurningurin eisini samtykkjast í Havn
ar Arbeiðsmannafelag. Lívstryggingin veit
ir endurgjald við deyða og álvarsliga sjúku
og Ingeborg Vinther, forkvinna í FA sigur,
at vera tryggingarnar hjá báðum feløgunum
samanlagdar, verður puljan av tryggingartak
arunum nógv størri, og tað fer at geva báðum
feløgunum eina væl bíligari og eina betri trygg
ing eisini.
Sum kunnugt er pensiónsspurningurin ein tann
størsti spurningurin í dagsins samfelag og eigur
hesin tí eisini at verða givið nógv størri gætur í
almenna orðaskiftinum sum heild. Landsstýrið
hevur boðað frá, at tað politiskt verður miðað
ímóti eini samfingnari skipan í trimum pørtum.
Hesir partar eru: fólkapensiónin, samhaldsfasti
og so privatar pensiónir ell a samlagspensiónir,
sum verða teknaðar gjøgnum fakfeløgini. Tað
er tí eitt sera týðandi stig, sum HA og FA hava
tikið, og tað er at vóna, at henda ætlan kann
gerast veruleiki. Eydnast henda ætlan verður
hon ivaleyst til fyrimunar fyri limirnar í báðum
feløgum. Tað besta hevði sjálvsagt verið, um
øll feløgini á privata arbeiðsmarknaðinum tóku
seg saman í eina pensióntrygging.
Tað eru nú nógv ár síðan, at Havnar Arbeiðs
mannafelag við Karl Johansen á odda sum
fyrsta verkamannafelag fór undir at seta í verk
pensiónsskipan fyri limirnar. Ikki vóru øll fegin
tá, og skipanin fekk nógvar atfinningar. Hesar
gingu uppá, at betri var at fáa gjaldið uppá
lønina enn til eina pensiónskipan. Eftirtíðin
hevur prógvað, at hetta var ein sera klók avgerð,
sum hevur verið limunum til mikið gagns. Nú
stendur eftir, at tað almenna ger sín part lidnan.
Tað tykist ganga striltið við hesum partinum.
Tíðin gongur, og val verður um tvey ár. Jú nærri
vit koma valinum, jú torførari verður at fáa
slík mál sum pensiónsskipan í hús. Avvarandi
myndugleikar mugu tí nú taka seg um reiggj og
fáa pensiónslóggávuna i løgtingið sum skjótast
t.v.s. í næstu tingsetu. Pensiónsmálið hastar!
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Pensiónsmálið hastar!
VIÐMERKINGAR
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónssekreterur:
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl‑an
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Samgongan setti sær sum
mál at føra ein skatta
politikk við innihaldi, og
nú tvey ár eru farin kann
staðfestast, at hetta hevur
eydnast
Samgongan setti sær sum
mál at føra ein aktivan skatta
politikk, ið skuldi virka
arbeiðs- og búskaparliga
vakstrarfremjandi og mett
var, at hetta var alneyðugt
fyri framhaldandi búskap
arvøkstri og fyri at varð
veita eitt høgt alment tæn
astustøði.
Nú vit eru farin inn í seinnu
hálvu av valskeiðnum,og
næsta stigi í skattaum
leggingini er komið at virka,
byrja úrslitini at síggjast.
Skattaútrokningarnar yvir
ymsu lønarbólkarnar vísa, at
beinleiðis skatturin hjá øll um
fakbólkum er lækkaður, og
at lækkingin er rímiliga jøvn
mill um fakbólkarnar.
Myndin omanfyri prógv
ar heilt greitt, at hóast
skattalættar hava verið
givnir mestsum á hvørjum
ári síðani kreppuna fyrst í
90-inum, er skattatrýstið á
flestu lønarbólkarnar ikki
lækkað merkisvert. Grundin
til hetta er ein afturúrsigldur
skattastigi, ið hevur viðført,
at stóru lønarhækkingarnar
í samfelagnum eru uppetnar
í skatti.
Skattanýskipan
Landsskatturin er uppbygd
ur annaleiðis enn komm
unuskatturin, ið er ein
proportionalur skattur við
einum botnfrádrátti, meðan
landsskatturin er ein pro
gressivur skattur, ið merkir,
at skattasatsurin av síðst
vunnu krónu hækkar alt eftir
hvat ein hevur í inntøku.
Orsøkin til at mett var
neyðugt at fáa eina nýskip
an av progressiva skatta
stiganum er, at vit t.d. í 1984
kundu forvinna 2 ferðir eina
arbeiðsmannaløn, áðrenn
vit skuldu gjalda topskatt,
meðan vit í 2003 einans
kundu forvinna 80% av eini
arbeisðsmannaløn.
Við teimum broytingum ið
higartil eru framdar, sleppur
ein arbeiðsmannaløn fyri
fyrstu ferð í mong ár undan
at gjalda toppskatt. Tað er
ikki annað enn rætt og rímu
ligt eftir mínum tykki.
Málið er framhaldandi
at gera skattaskipanina
meira búskaparliga vakstrar
fremjandi, og skal hetta ger
ast við at eisini miðalinntøkur
skulu sleppa undan at gjalda
topskatt.
At Javnara-og Tjóðveld
isflokkurin, sokallaðir
verjar hjá Palliba og Mar
sannu, nú ætla at geva
helvtina aftur av tí, teir
hava stolið í LÍV, er látur
ligt og grátuligt. At Sam
bandsflokkurin tekur
undir við, at stjala LÍV
frá tryggingartakaranum,
vísur bert, hvar flokkurin
stendur.
LÍV er ein sjálvseigandi
stovnur, sum tryggingartak
ararnir eiga og eingin annar.
Men við einum pennastroki
hevur løgtingið stolið hesa
ogn frá Pall iba og Mar
sannu.
Tað er ikki moralskir
trupulleikar, ið hava fingið
nøkur løgtingsumboð at seta
uppskot fram um at geva,
tryggingartakaranum í LÍV,
eitt sindur av tjóvagóðsinum
aftur, men bert trýst frá fak
feløgunum, og fyri atkvøð
ur.
Við at stjala LÌV og gera
tað til eitt partafelag, taka
løgtingsumboðini og minka
um
tryggingarveitingarnar til
Pall iba og Marsannu, tað er
fakta.
Umboðini í Løgtingið og
Landsstýrinum hava ikki
brúk fyri LÍV, tí tey eru
tryggja í høvd og r...., tað er
seinasta uppskoti um eftirløn
besta dømi um.
Leiðslan í LÍV
Er tað bert nakrar nikku
dukkur, ið sita í stýrinum
og leiðsluni, – hví hava tey
ikki fyri langari tíð síðani
reist sak móti Landsstýri/
Løgtingi, fyri at verja trygg
ingartakararnar?
landstýrismaður
Bárður
Nielsen
Løgtingsumboð fara fram, eins og tjóvur á nátt
tryggingartakari
Finnleif
Guttesen
Skattapolitikkur