Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. mars 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 56 - 20. mars 2006 11 Nú ið ætlanin er at leggja virksemið hjá Postverki Før­ oya í P/F Postverk Føroya hevur tú lagt uppskot fyri løgtingið at broyta lógina frá 27. mai 2005 soleiðis, at nøkur posthus skulu verða latin aftur. Eitt teirra, sum ætlanin er at lata aftur, er post­húsið í Sandavági. Sum tú óivað veitst, hava bæði Føroya Banki og Føroya Sparikassi latið deildir sínar aftur her í bygdini. Líka síðan 1918 hevur bræv­støð verið her. Eina tíð vóru tríggir peningastovnar opnir her. Nú er ætlanin við lóg at lata postavgreiðsluna aftur, so at vit onga almenna tænastu hava her í so stórari bygd, sløk 800 fólk, nú vit eru í 2006, og bygdin er í stórum vøkstri. Eldri og gomul fólk kunnu ikki fáa greitt síni ørindi, ikki so frægt sum fáa eitt glas við heilivági ella greitt síni peningamál uttan at leiga sær bil av bygdini. Teldu eiga ikki øll. Tað er eitt ógvuliga stórt afturstig. Henda bygdin fer at fáa verri tænastu enn tær smáu bygdirnar, sum hava landpostboð. Tá ið lógin var fyri í 2005 tók bygdarfólkið harðliga til mótmælis við 340 undir­ skriftum, og enn er ónøgdin ógvuliga stór. Tú segði í samrøðu í út­varp­ inum við Dagmar Joensen Næs, leygardagin 11. mars, og eisini í løgtinginum í dag, at ætlanin er at bøta um tænastuna. Vit fara tí at biðja teg gera so væl at greiða frá her í blaðnum, hvussu tænastan verður betri her hjá okkum, enn hon hevur verið. Eisini fara vit at biðja teg greiða frá, hví Toftir, Sandur og Skopun skulu varð­veita postavgreiðslurnar og ikki Sandavágur Skála og Leirvík, so stórar bygdir. Fráleikin til næstu avgreiðslu er tann sami hjá teimum sum hjá okkum. Tú skalt minn­ast til, at tær eru betur fyri enn her, tí at har eru peningastovnarnir opnir. Tær flestu miðalstóru bygdirnar hava onkra almenna tænastu, men vit fara onga at hava. Vónandi fáa vit svar, og vónandi gerst okkurt enn at varðveita postavgreiðsluna her. Einans fótbóltslig framburður er ikki nóg gott. Ein menning á øllum økjum er neyðugur At menningin í føroyskum fótbólti, er alt annað enn góð, sæst á, at smærru feløgini leggja saman og fótbólturin í smáu bygdunum og feløg­ unum dettur sundur. Fyrr var tað soleiðis, at leikarar høvdu eina felags­ kenslu, sum oftani bar tey smærru feløgini uppi, og teir góðu leikararnir, gjørdu teir verru betri, og gav tað fótbóltinum á staðnum ein tiltrongdar íblástur og livi­ kor. Øll bygdin livdi við, og kendi seg sum partur í hes­ um verki. Soleiðis er ikki longur. Eg sigi heldur ikki at tað skal vera soleiðis. Men vita vit hvat vit gera ? Síð­ ani peningafótbólturin er kom­in, eru smærri feløg og eisini miðalstór feløg, sum eru ítróttarliga illa fyri, meðan tey feløg, sum hava sponsorar og eru fíggjarliga væl fyri, keypa leikarar, sum tey smærru feløgini í veruleikanum ongar møgu­ leikar hava at knýta at sær. Tað eru rætt og slætt ikki nóg mikið av sponsor pengum. Kortini hoppa øll feløgini á vognin...... Feløgini,sum vinna sær atgongumerkini til Europa, verða alsamt betri fyri, og færri, meðan tey smærru feløgini, standa so at siga í stað, ella fána burtur í onki. Trupulleikin er, at vit eru í ferð við at innføra keypmans normar og krøv, sum eru galdandi í vinnulívinum, í feløgunum og er hetta als ikki gott, ella í tráð við tað mentan og lívsarv, vit hava á teimum einstøku plássun­ um. Vit hugsa ov nógv um at fremja framburð í ítróttini. Vit hava landslið, og byrja at kappast 25. mars, tá vetrar­ítrótturin framvegis er, og tá flestu børnini íðka fleiri – allar – ítróttargreinir noyða vit tey at velja í ung­ um árum, hvørja ítrótt “tey” skulu velja. Hetta skap­­ar sundurlyndi í smáu feløgunum, meðan størru fe­løgini neyvan hava tann trupuleika, burtursæð frá tí, at børnini verða ikki vænd fjølbroytt. Samleiki hevur nógv meiri at siga, fyri at vit kunnu kenna okkum væl. Er henda elituúrtøkan neyðugt? Bara fyri 11 lands­liðsleikarar skuld, at bein­ini verða skrykt undan feløgunum ?? Ella verður tað gjørt í navninum hjá fót­bóltinum, ella einum fe­lags­skapi – ella orsakað av hvørjum ? Tað er ikki hugsa um einstakað barni í hesum føri, og langt frá tí ! Tað gerst alsamt tyngri at reka feløgini, og sæst hetta aftur í tí, at verri er at manna nevndirnar, og tað er ikki uttan grund. Felagskenslan er burtur. Betru leikararnir søkja annað kunstgras, og krevja nakað afturfyri. Meðan feløgini hava so at siga ongi krøv, t.d. um hvussu ofta skal venjast, avboð og um hvíld. Nei, leikararnir hava dupult arbeiði og onga hvíld. Tað er ikki í tráð við tað meiningin var, og tað er kanska líka so frægt – í fótbóltsins navni. Vit eru í fer við at gerða fótbóltin til eina vinnu, og ikki tað sum hann eigur at verða, nevniliga eitt spæl, har øll óansæð evni og kunnleika eiga at verða við, so ella so – eitt fólksins spæl. Fótbóltspæli er ikki nóg gott Samanumtikið er støði á fót­bóltspælinum nógv verri enn áður. Kann verða at tal­ið av dystum er økt upp í 27 í fremstu deildini, men talið av óáhugaverdum dyst­um er eisini margfalda. Havi ongantíð sæð so nógv­ar vánaligar dystir í Gunda­ dali, og tað sæst aftur í áskoð­aratalinum, í týdningin áskoðari. Og tað er til okurs­ prís. At kappingin 05 gjørd­ ist meiri enn spennandi var eitt Guðs undur, og als ikki leikligani. Samstundis sita formenn­ irnir í feløgunum á fundi, og samtykkja glaðbeintir, at tvey lið skulu millum fremstu deildirnar. Tað er at seta fótbóltin lágt, um teir meta, at næstfremsta liðið í næstfremstu deildini, fer at økja dygdina í fremstu deildini. Tað liðið finst ikki í landinum. Leiðararnir hava bert hugsa um løtuvinningin, og ikki um fótbóltin. Vit hava innført ein hóp av miðalgóðum leikarum og venjarum, uttan at feløgini hava fingið nakað burtur úr, ístaðin fyri at skapa okk­ara egna, og brúka okk­ ara egna vit og skil. Og vit hava forkomið fleiri ættar­liðum av okkara egnu fótbóltsleikarum. Og hetta sæst aftur í smáu feløgunum nú. Samstundis sum útvarpið hevur trupuleikar við at siga nøvnini á hesum fremmandu, so koyrir myllan framvegis kring einstaklingin í fót­bólt­ inum – tað hóast vit fram­ vegis hava hetta frálíka bólt­ spæli, sum also nú einaferð er eitt liðspæl. Gamaní, venjingingar er helst betri enn áður. Onki at ivast í. Men týkist mær, at hvíldin sum er umráðandi í spælinum og sum er neyðug verða ikki vird. Leikarar venja 5-6 ferð um vikuna, arbeiða eisini, og skulu til venjing. Hvørki kroppur ella sinniliga heldur tú ikki til slíkt, og so fellur gleðin við leikinum. Ella hví gevast góðir leikarar í fremstu røð, t.d. Hallur Danielsen, Allan Mørkøre og Rúni Nolsøe, alt framúr leikararar? Ungdómsvenjingin misrøkt Krøvini til venjingina eru ikki nóg stór, tað hava vit vita leingi, og hetta sæst eisini í tekniska førleikanum í eldru deildunum. Í nógv­ um feløgunum er ung­dóms­ venjingin misrøkt, tí feløgini hava ótilvita ikki brúk fyri henni. Tey hava so ikki brúk fyri henni, og kemst hetta av at tey kenna ikki samfelagsliga ábyrgd sum felag. Tey kunnu jú eisini keypa seg burtur úr tí. Skal ikki siga, at ein broyt­ing er á hesum øki, sum kann skyldast tær fáu eldsálirnar, sum framvegis eru til. Kanningar aðrastaðni vísa, at venjingin blívur betri í lægru feløgunum, og feløg fyri bert ungdómslið eru alt meiri vanlig. – Hugburðurin má avgjørt broytast Neyðugt er at vit broyta hug­burðin soleiðis at tey krøv um úrslit í ítróttini, eru tey einastu virðini vit hava, verða tilsíðissett. Somu­leiðis tey áhugamál, sum felagsskapir, t.d. FSF og peningalig áhugamál, sum taka yvirhond í ítróttar­ lívinum hjá okkum. Hetta er neyðugt um menn­ iskanslig virðir, sum áhugið og vilji til at luttaka í spæl­ inum, sum hóska nógvar ferðir betri í okkara heimi, og takað lut í, og kenna ábyrgd fyri. Og uttan at lata onnur avgerða hvussu, nær og hvar, tingini henda. Tí er týdningarmikið at varðveita tey smærru feløgini. Lurtaði eftir sendingini í út­varpinum týskvøldið, um at vera lesiveikur í Før­oy­ um og fekk tí hug at skriva hetta lesarabræv. Havi sjálv ein 16 ára gaml­an lesiveikan drong. Av fittastu dreingjum, skila­góður og fyrikomandi. Hann hevur skift skúla fleiri ferðir, tí hann er bliv­ in happaður, – fyrst vegna húðarlit og síðani, tí hann ikki hevur megnað at fylgt við í flokkinum. Hann plagdi at sníkja seg eftir gong­ini í skúlanum, so at teir størru dreingirnir ikki skuldu síggja, at hann fór yvir ímóti tí stovuni, har ið tey lesiveiku gingu. Sam­ stundis hevur onkur rópt »tapari« aftan á honum. Vit hava sitið heilar nætur og tosað og tosað, og hava hálvgrátið, tí hann ikki meira tímdi at ganga í skúla og vildi hava eina forkláring uppá, hví hann ikki var sum hini, sum dugdu at lesa. Hann hevur ongan fastan lærara havt, ein nú og ein annan tá. Hann hevur fingið at vita, at hann bara kann seta seg inn á bókasavnið at lesa teir tímarnar tey ikki vistu hvat tey skulu gera við hann. Men tað er ikki lætt, tá ið ein ikki dugir at lesa. Og hvat hendir so?, jú tað sum var væntandi. Drong­urin tímir ikki meira, – tímir ikki meira at føla seg býttan, at verða háðaður, at skula forklára hví hann bara situr inni í flokkinum og hyggur út í tóman heim ellar teknar eitthvørt, tí hann slettis ikki klárar at fylgja við. Hann hevur nú verið heima í fleiri mánaðir og noktar totalt at fara í skúla. Sjálvsálitið er í botni og niðurlagið er: »Eg komi aldrin at arbeiða, tí eg kann ikki brúkast til nakað, tá eg ikki dugi at lesa«. At hann noktar at ganga í skúla og sigur stopp her, skilji eg væl, og eg ætli mær ikki at tvinga hann til tað heldur. Tað sum undrar meg, er, at vit ikki eru komin víðari á hesum økinum. Í grannalondunum hava tey skúlar fyri lesiveik. Eg havi ein beiggja, sum ar­beiðir sum lærari í Dan­ mark, har tey bæði hava skúlar og flokkar í vanligu skúlunum, við somu til­boð­ um sum tilboðini til »van­ ligu« børnini, – øll møgulig fak, ikki bara lesing. Hesi hava ein innihaldsríkan dag við ymiskum greinum, og kunnu eisini gleða seg til morgindagin, tá tey til døm­is hava køk ella okkurt annað. Tá so 10. flokkur er liðug­ ur, hava skúlarnir avtalur við øll møgulig lærupláss, sum vita um lesitrupulleikan hjá næminginum og um hvussu næmingurin er fyri, og har kann hann so koma í læru. Tað sum jú er við børnum við lesitrupulleikum í Før­oyum er, at tey fáa verð­ins óinterresantastu skúla­gongd. Alt annað verð­ur tikið av skemanum fyri fyrst at fáa lesingina í rætt lag, og tey lesa og lesa og koma ongantíð til nakað annað. Og aftaná lokna skúlagongd duga tey stadigvekk ikki at lesa, tí tey fingu ongantíð ta rættu hjálpina, og tey duga samstundis heldur einki annað, tí tey lærdu einki annað. Vit mugu fáa betri um­ støðir til børn við lesi­trupul­ leikum her og nú og ikki um 9 ár. Tað nyttar einki at hava sum mál, at í 2015 skal alt verða so fantastiskt, tá ein stórur partur av okk­ara ungu ikki duga at lesa og tí heldur ikki fáa arbeiðið. Harumframt hava tey manglandi sjálvsálit og manglandi eydnusemi. Eg haldi, at tað mátti kunna latið seg gjørt at sett á stovn ein eftirskúla ella háskúla fyri tey sum ikki fingu nakran kjans í fólkaskúlanum. Ein skúla fyri lesiveik, við ymiskum áhugaverdum greinu m, alt eftir hvat næmingurin hevur hug til. At tosa um hvat vit hava ráð til, kann alst ikki koma uppá tal. Vit mugu heldur spyrja »hava vit ráð at lata vera«? VIÐMERKINGAR Menningin í føroyskum fótbólti ov einvís ungdómsvenjari hjá MB Annfinn Danielsen Jóna Mortensen Sandavágur Heini F. Petersen Opið bræv til Bjarna Djurholm, landsstýrismann Føroyar fyri øll???