mánadagur 20. mars 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 56 - 20. mars 2006
13
Eftir at freistin at stilla
upp til formansvalið í
Sambandsflokkinum
var úti sunnudagin,
er greitt, at tvey
valevni verða til for
manssessin. Jóhan
Dahl, løgtingsmaður,
váttar, at hann hevur
latið seg stillað upp í
kapping við sitandi
floksformann, Kaj Leo
Johannesen
Formansval
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað er nú greitt, at formaður
Sambandsfloksins, Kaj Leo
Johannesen, verður ikki
afturvaldur uttan atkvøðu
greiðslu á aðalfundi Sam
bandsfloksins, sum verður
í Læraraskúlahøllini í Havn
komandi fríggjakvøld.
Fýra limir í Sambands
flokkinum, Poul Martin Ras
mussen úr Norðoyggjum,
Atli Hansen úr Eysturoy,
Hans Sigvard Hansen úr Norð
urstreymoy og Jan Haldansen
úr Suðuroy, hava stillað Jóhan
Dahl, løgtingsmann, upp til
formansvalið.
Hetta var greitt eftir, at
freistin at stilla upp til valið
var úti sunnudagin.
Formaðurin í Sambands
flokkinum er samstundis for
maður í landsnevnd floksins.
Jóhan váttar
Jóhan Dahl, løgtingsmaður,
váttar, at hann eftir áheitan frá
nevndu limum hevur latið seg
stillað upp til formansvalið,
men hann sigur seg í løtuni
ongar viðmerkingar hava til
avgerðina.
Kaj Leo Johannesen, løg
tingslimur og verandi floks
formaður, sigur, at hann í
morgun fekk endaliga at
vita, at fýra limir í Sambands
flokkinum hava stillað Jóhan
Dahl upp til formansvalið,
soleiðis at flokkurin nú hevur
tvey valevni at velja ímillum
á fundinum fríggjakvøldið.
Lesið annars viðmerkingar
hjá Kaj Leo niðari á hesi
síðuni.
Eingin viðmerking
Atli Hansen, sum er millum
stillararnar hjá Jóhan Dahl,
sigur seg onga almenna við
merking hava til málið.
– Nei, eg haldi ikki, at
eg fari at gera nakrar við
merkingar til málið. Nú er
stillað upp, og eg haldi, tað
tænir sakini best, at friður
er um málið, til valið verður
fríggjakvøldið.
Hann vísir á, at sjálvandi
er eitt slíkt mál áhugavert
fyri fjølmiðlarnar.
– Eg havi mínar meiningar
um uppstillingina, men eg
haldi ikki, at eg fari at úttala
meg alment um tað, sigur
hann.
Atli vísir á, at sambært við
tøkum floksins kunnu limirnir
í Sambandsflokkinum stilla
løgtingslimir upp til for
mansvalið, og tað er tað, sum
hesir fýra limirnir hava gjørt.
– Jóhan Dahl hevur játtað
at lata seg stillað upp til val
ið, sigur Atli Hansen.
Kaj Leo Johannesen og Jóhan Dahl:
Skulu dystast um formanssessin
– Eg havi mínar meiningar
um uppstillingina, men
eg haldi ikki, at eg fari at
úttala meg alment um tað,
sigur Atli Hansen, sum er
ein av fýra, ið hevur stillað
Jóhan Dahl, løgtingsmann,
upp til formansvalið í
Sambandsflokkinum
Mynd: Vilmund Jacobsen
Fríggjakvøldið verður avgjørt, hvør av hesum báðum, Kaj Leo Johannesen ella Jóhan Dahl, er
formaður í Sambandsflokkinum og í landsnevnd floksins, tá ið fundur er lokin
FAKTA UM ATKVØÐURÆTT
Helgi Abrahamsen, skrivari í Sambandsflokk
inum, sigur, at skipanin við formansvali á
landsfundi Sambandsfloksins er hon, at
valfeløgini, sum eru sjey í tali, hava hvør sínar
fimm atkvøður, Ungmannafelagið Samband
hevur somuleiðis fimm, starvsnevndin hevur
3, og síðan hava løgtings-og landsstýrismenn
floksins hvør sína atkvøðu. At enda hevur
kassameistarin í Sambandsflokkinum eina
atkvøðu.
Skrivarin váttar, at tað eru fýra limir í
Sambandsflokkinum – og ikki fýra valfeløg,
sum hava stillað Jóhan Dahl upp til formans
valið fríggjakvøldið.
Helgi Abrahamsen hevur onga viðmerking
til valið, sum verður í flokkinum, men heldur,
at tað er óheppið, um formaðurin verður
skiftur út ov ofta.
Kaj Leo Johannesen hevur sitið sum for
maður í Sambandsflokkinum og í landsnevnd
floksins í tvey ár.
– Tað er ein demo
kratiskur rættur at
lata seg stilla upp til
formansval í Sam
bandsflokkinum, og
eg renni ikki undan
kapping, sigur Kaj Leo
Johannesen, sum skal
dystast ímóti Jóhan
Dahl, løgtingsmanni,
um formanspostin í
Sambandsflokkinum
fríggjakvøldið
Formansval
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
– Tá ið tú fert upp í politikk,
kennir tú treytirnar. Ein av
hesum treytum er, at tú kanst
vænta kapping, serliga tá ið
tú situr ovast á rókini.
Tað sigur Kaj Leo
Johannesen, sum hevur
verið formaður í Sambands
flokkinum og í landsnevnd
floksins seinastu tvey árini.
Spurdur, um hann er
spentur til landsfundin
fríggjakvøldið, sigur hann:
– Nei, undarligt nokk eri
eg ikki serliga spentur enn,
men tað man fara at koma.
Hetta verður helst, sum til ein
fótbóltsdyst. Spenningurin
man fara at veksa, so hvørt
sum dagarnir ganga, og tá
ið dagurin kemur, verður
spenningurin helst í hæddini
Góður fundur
Tað var ikki fyrr enn í morg
un, at Kaj Leo endaliga fekk
at vita, at Jóhan Dahl, løgtings
maður, hevur latið seg stilla
upp til formansvalið í flokk
inum.
Hann sigur, at Sambands
flokkurin hevði ein góðan
og konstruktivan landsnevnd
arfund næst síðsta leygar
dag, har valfeløgini vóru
umboðaði.
– Tá hevði eg ongan var
huga av, at limir ella valfeløg
vóru ónøgd við formannin
og arbeiddu við at stilla ann
an løgtingslim upp til for
mansvalið.
Kaj Leo sigur, at soleið
is, sum hann skilti lands
nevndarfundin, hevði hann
stóran stuðul í flokkinum sum
floksformaður.
– Og tó; eg haldi, at tað er
í fínasta lagi, at onkur annar
vil royna seg sum valevni.
Hetta er ein demokratiskur
rættur, og eg haldi, at tað er
sunt við kapping.
Sunt fyri flokkin
Spurdur, hvørjar møguleikar
hann heldur, at mótvalevnið
hevur, sigur Kaj Leo:
– Nei, tað dugi eg slett
ikki at meta um, tí man veit
jú ongantíð, hvør stendur
aftanfyri eina slíka avgerð.
Floksformaðurin heldur, at
eitt spennandi val stendur fyri
framman, og hann er til reiðar
at taka kappingina upp.
– Men á nevnda lands
nevndarfundi merkti eg sum
sagt als einki til nakra ónøgd.
Tað var heldur tvørtur ímóti.
Vit høvdu ein góðan og pos
itivan fund, har vit eisini
tosaðu um 100 ára dagin
hjá flokkinum, sum verður
18. august í ár.
At enda heldur Kaj Leo
Johannesen, at tað verður meira
spennandi, nú eitt mótvalevnið
er til formansvalið í flokkinum,
sum verður á landsfundinum
fríggjakvøldið.
– Eg eri ikki kendur sum
tann, ið rennur undan kapping,
og eg haldi, at hetta er bara
sunt fyri flokkin, sigur floks
formaðurin.
Kaj Leo Johannesen, floksformaður:
– Mær dámar kapping
– Eg haldi, at tað er í fínasta lagi, at onkur annar vil royna seg sum valevni. Hetta er ein
demokratiskur rættur, og eg haldi, at tað er sunt við kapping