mánadagur 20. mars 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 56 - 20. mars 2006
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Lag: Kamferkistan…
So fáum unnast tað áratal,
sum tygum í dag hava nomið -
hjartans heilsa tí ljóða skal
frá øllum, sum her hava komið.
Kenslur nerta við hjartastrong,
so hugnaligt er tað at síggja -
tygum so birg eftir ár so mong
–– seta á øldina nýggja.
Mangt umbroytist - tað gamalt er -
á mansins ævi, vit vita,
men hjá tí, sum um hundrað fer,
man farri av sorgblídni sita.
Alt, sum sermerkti hendan stað,
tá tygum í túninum spældu,
er heilt hamskift til hendan dag
– spunnið á nornunnar snældu.
Tógvið stríð –– mangan strævið var -
og hentleikar eingir tá vóru,
bundið varð mangt eitt hosupar,
meðan tit dylluna bóru.
Eingir knøttar at trýsta á –
áh høvdu teir gomlu nú vita,
lívskrav teirra var eittans tá
– heitir og mettir at sita.
Nú sólin stavar úr vestri lágt,
av roðanum tindarnir rodna –
gott var seiggið – og treiskni seigt,
ið eyðkendi lívsneistan forna.
Hjartans ynskir frambera vit –
frá Harranum signing ríka,
kvøldarfjøll bera koparlit
í tign yvir merkisstund slíka.
NePtuN
Johanna Maria Olsen á
hundrað ára degnum
Tá móttøka var í
VB-Húsinum í gjár, í
samband við at Hanne
Mia Olsen fylti 100 ár,
var fult hús. Almenn
umboð, vinir og næstr
ingar møttu upp.
Løgmaður hugleiddi
skemtiliga í røðu síni,
at lívið eftir øllum at
døma er harðari við
mannfólk
100 ár
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Í Vági var stórur dagur í gjár.
Johanna Maria Olsen fylti 100
ár og dagurin byrjaði við, at
skúlabørn og dagstovnabørn
møttu uttanfyri húsini hjá
Hanne Miu, ið kom út at
heilsa mannamúgvuni.
Klokkan 15 í gjár var so
almenni parturin av degnum.
Umboð fyri kommunu,
landsstýrið, ríkisumboð, løg
tingsmenn og vinir og næstr
ingar heiðraðu Hanne Miu í
fullsettum VB-húsi.
Løgmaður Jóannes Eid
esgaard, Hans Pauli Strøm,
landsstýrismaður í heilsu
málum og vágbingur, Jacob
Vestergaard, landsstýrismaður
í innlendismálum, ríkisumboð
og løgtingsmenninir í bygdini
vóru komnir at heilsa Hanne
Miu og fleiri teirra bóru fram
røður.
Kirsten Strøm Bech, borg
arstjóri í Vági, beyð væl
komin. Síðani hildu almennu
umboðini røður. Løgmaður
tók skemtiliga til, at tað hann
visti, so fylla 6 føroyingar
100 ár í ár. Men bert ein av
hesum seks er mannfólk, og
tað segði løgmanni so mikið,
at: “..lívið er harðari við
okkum mannfólk”, hugleiddi
løgmaður skemtiliga. Hans
Pauli Strøm røddi eisini og
tosaði m.a. um stóru broyt
ingarnar, ið tíðin hevur við
sær. Hergeir Nielsen, løg
tingsmaður, heilsaði gumm
uni og eisini hann hevði m.a.
tíðarbroytingarnar á lofti.
Hanne Mia fylgdi væl við í
tí, ið sagt var á stóra degnum.
Hon er púra klár, tá at oyruni
bila eitt sindur.
100 ára móttøka fyri fullum húsum
Føðingardagsbarnið tóktist vera væl fyri, tá farið varð undir sjálvt føðingardagshaldið
Løgmaður helt skemtiliga fyri, at tilveran helst var nakað
harðari við mannfólk, sum sjáldan røkka somikið høgum aldri
Sjálvandi hoyrir ein ordiliga føðingardagskaka til ein ordiligan
føðingardag
Mikudagin 15. mars 2006
hevði Heini Klakkstein 20
ára starvsdag hjá Føroya
Shell í Norðoyggjum. Heini
hevur øll árini koyrt tangabil,
men hevur eisini hjálpt til
við oljufýrtænastuni.
Heini Klakkstein:
20 ár hjá Shell
Tað er 3. mars. Kavin dettur
so hvítur niður og fjalir
foldina, alt er so ómetaliga
vakurt. Tú plagdi at siga,
bert Gud veit hvat kavin
goymir.
Boðini eg fekk tíðliga
í morgun, dugdi eg illa at
trúgva, »Nancy er farin«,
tað ljóðaði so ótrúligt,
vit plagdu at tosa saman
hvønn dag. Hon plagdi at
støkka inn á gólvið hvørja
ferð hon gekk forbí, hon
kom inn, setti seg eina løtu
og so tosaðu vit um alt.
Vit høvdu so ómetaliga
nógv at tosa um, men tað,
sum fylti mest, var tað anda
liga, tí óansæð, hvat man
snakkaði um við Nancy,
so vendist samrøðan altíð
inn á tað, sum lá fremst í
huga hennara, Jesus, sum
hon hevði eina forankraða
trúgv á, og sum hon ongan
tíð krógvaði. Síðan var tað
børn og barnabørn, sum
hon var so glað fyri.
Saknurin verður stórur,
tað verður trupult at fylla tað
tóma plássið í samkomuni
eftir hana, hon var altíð
har, altíð fús at bera eitt
orð fram og syngja onkran
sang. Ein sangur, sum hon
sang fleiri ferðir var:
»Andlit Jesusar at síggja,
á, hvør gleði verður tað.
Hann í skýggjunum at hitta
har hann kemur skjótt ein
dag«.
Nú skoðar hon andlit hans
ara, sum hon setti sítt álit
á.
Góðu Henry, Fía, Hans
Pauli, Anita og børnini, má
Harrin troysta og styrkja
tykkum í tykkara stóru
sorg, tit hava mist eina góða
konu, mammu, vermammu
og ommu.
Friður verið við minnin
um um Nancy. Takk fyri alt,
sum tú var fyri okkum.
Dagnhild
Minningarorð um Nancy Werning
f. 3. mai 1937 d. 3. mars 2006
Internet Sosialur
www.sosialurin.fo
in