Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-20, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. mars 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 56 - 20. mars 2006 Sosialurin 15 NOVN Í VIKUNI Erna Djurhuus pensionerað 1. apríl 2006 fer Erna Djurhuus frá við pensión eftir 45 ár sum offiserur í Frelsunarherinum. Erna er kona Njál Djur- huus, major hjá frelsunar- herinum. Hon er fodd og uppvaksin í Havn og hevur heilt frá barni av gingið í Fresunarherinum, har hon og Njál mottust. 1 1960 fóru tey til Noregs á offiserskúla hjá Frelsun- arherinum. Síðan hava tey arbeitt innan Frelsunarherin bæði í Íslandi og Norra. Tey seinastu umleið 20 árini hava tey rikið »Fyrlyskorpset«, har tey arbeiða við rúseyn- ismisnýtarium í Olso. Erna er kend sum ein mamma fyri mong av teimum heimleysu har. Foreldrini hjá Ernu vóru Helena og Jóannes Hansen (Jóannes hjá Gynnu) í Havn. Erna og Njál eiga trý born, sum oll búgva í Norra: Helena býr í Stavanger og Eyðstein og Jan búgva í Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi(ðsosialurin.fo Erna Djurhuus í sínum arbeiði við heimleysum á „Fyrlyskorpseta í Oslo. Møguliga fer hon at arbeiða sum sjálvboðin eftir 1. apríl, tá hon gevst í hesum starvi Olso. Barnabornini eru 7 í tali. Tey heimleysu, sum vitja „Fyrlyskorpset<, vita hvor Erna er, og tey hava stóra virðing fyri henni. Tey vita at hon brýggjar seg um tey og hevur umsorgan fyri teimum. „Fyrlyskorpsetc er eitt stað har heimleys, sum búgva á gotunum, kunnu koma inn at fáa mat, læknahjálp og sosiala ráðgeving. Umframt andaliga vegleiðing og hjálp fáa tey eisini brúsubað og síni klæðir vaskaði ella fáa tey nýggj klæðir. Í fjor lat Fyrlyskorpset í Olso umleið 13.000 heitar dagurðar og eina hálva millión breyðflísar, flutes og bollar til tey heimleysu. Eisini koyrir ein bussur út við suppu. Frelsunarherurin varð stovnaður í 1865 av Cathr- ine og William Booth í London. Síðan 1888 hevur Frelsunarherurin verið í Norra. Ísland og Føroyar hoyra til sama oki sum Norra. Í hesum trimum londum eru tilsamans 119 korps og 40 institutiónir innan rús- evnismisbrúk, barnavernd og eldraumsorg. Tórshavnar alfraði: Konfirmantar í 1923 Konfirmantarnir 8. apríl 1923: Vit kenna bert 6 av teimum 11 sum standa í aftastu rað, tey eru: Nr. 2) Andreas William Restorff Jacobsen (Havn), nr. 3) Peter Arne Wenningsted Rein (Havn), nr. 5) Leivur Johannesen (Hestur), nr. 6) Johanne Malene Sofie Poulsen (Hestur), nr. 7) John Simon Davidsen (Havn), nr. 10) Frithjof Jacobsen (Nólsoy). Tær 9 genturnar í miðraðn- um eru, f.v: Nr. 2) Signa Arge (Havn), nr. 4) Elise Marie Haraldsen (Havn) nr. 8) Oleva Andreasen (Havn). Teir 8 konfirmantarnir sum sita í fremstu rød f.v.: nr. 2) Heine Sofus Viðstein (Havn), nr. 4) John Poul Hans Simonsen (Hoyvík), nr. 6) Elisabeth Kamban (Havn) og nr. 8) Carl Nielsen (Nólsoy). Teir konfirmantarnir, ið ikki erunavngivnirá myndini, eru: Harry Berg Christian Olsen, Thore Michael Lind- enskov, Theodor Johannes Olsen, Johan Mikkelsen, Olivia Christine Marie Dam, Susanne Marie Poulsen, Anna Cathrine Lindenskov, Elsebeth Johanne Simonsen, Valborg Syhnova Christiansen, Ragna Hansen og Elisa Poulsen, all úr Havn. Síðani eru tað Johan Zachariasen (Hestur), Thorvald Andreas Djurhuus Reinert (Kaldbak), Jens Christian Danielsen (Hestur), Andreas Sigmund Friis Vang (Kaldbak), Sigrid Petrine Arge (Argir) og Christiane Alma Elisabeth Nyboe (Hestur). Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar faðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Andlát og jarðarferðir Jón Hansen, Leirvík, Tey, id ynskjaatlata gávu andaðist hósdagin 16. ella krans kunnu í staðin mars, 68 ára gamal. lata eina gávu á konto í Jarðarferðin verður Norðoya Sparikassa. úr Leirvíkar kirkju mánadagin kl. 14. Tokk Hjartaliga takka vit öllum, sum sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá ið maður, pápi, verpápi og abbi okkara Heri A. Hartmann Niclasen andaðist og varð jarðaður. Eisini takka vit fyri heilsanir og peningagávur og takk til tykkum, sum henda sera vakra vetrardagin fylgdu honum til tað síðsta hvíldarstaðið. Eisini senda vit serstaka takk til Suðuroyar Sjúkrahús. Vinarliga Jensa, Atli og Ása, Eyðdis og Marner, Thór og lítli Heri Dagurin í morgin 21. mars. Vársjavndogur. Tvær ferðir um árið eru sólin og jarðin staddar soleiðis hvor móti aðrari, at dagur og nátt eru líka long. Vársjavndogur er vanliga 21. mars, men kann eisini vera 20. Dagurin eitur eisini bænadiktsmessa, til minnis um Bænadikt úr Nursia, sum stovnaði eina munkaskipan, ið skjótt kom víða um londini. Bygdi eitt tiltíkið kleystur á Monte Cassino í Italia. Navnið kemur av orðinum "benedictus", sum merkir tann vælsignaði. Bænadikt doyði í 547. Sosialin