mánadagur 20. mars 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 56 - 20. mars 2006
Sum eina loysn á
støðuni við vantandi
listfrøðingi fer Lista
savn Føroya í næstum
at søkja eftir einum
listfrøðiligum fólki.
Hvørja útbúgving
viðkomandi skal hava
er heldur ógreitt, men
greitt er, at starvið skal
umfata ymsar uppgávur
á savninum
Listasavn Føroya
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Mynd: Jans K. Vang
Í sambandi við at fyrsta árið
hjá leiðsluni fyri Listasavn
Føroya er lokið, boðaði stýr
ið og leiðsan á savninum
til tíðindafund í morgun.
Umframt eina frágreiðing um
farnað árið vóru eisini nakrar
av framtíðarætlanunum fyri
savnið lagdar fram. Í sam
bandi við tað kjak, sum hev
ur verið um stovnin, stýri og
leiðslu gjørdi stýrið greitt, at
tey ikki meta seg hava nakra
grundgeving fyri at gera
broytingar í leiðsluni.
Listfrøðiligt fólk
Sum skilst, heldur verandi
leiðari Helgi Fossadal tí fram
sum leiðari av savninum sam
an við tveimum fólkum, sum
søkt verður eftir í næstum.
Á fundinum í morgum
gjørdi leiðslan greitt, at
neyðugt er, at Listasavn
Føroya hevur starvsfólk við
fyrisitingarligum, list- og
savnsfrøðiligum og náms
frøðiligum førleika.
Ásannandi, at tað í løt
uni bert er fígging til 3 full
tíðarstørv á savninum, skulu
tey, íð røkja størvini, verða
før fyri at átaka sær ymsar
uppgávur á savninum, eitt
nú savnsarbeiði, at reka
sølubúðina, at geva rund
vísur í framsýningini, at
dagføra heimasíðuna og at
fáast við vanligar skrivstovu
uppgávur.
Hóast leiðslan í næstum
fer at søkja eftir fólki, ið
eisini skal taka sær av list
frøðiligum uppgávum, tyk
ist heldur ógreitt, hvørja
útbúgving stýrið og leiðslan
ímynda sær at viðkomandi
skal hava. Á fundinum
minti leiðslan á, at tað finn
ast mong ymisk sløg av
listarligum útbúgvingum.
Í staðin fyri at tosa um ein
listfrøðing, brúkti leiðslan
tí heitið listfrøðiligt fólk,
sum framyvir skal átaka
sær listarligu uppgávurnar
á savninum.
Sum er verða listfrøðiligu
uppgávurnar loystar av einum
list- og savnsfrøðiligum ráð
geva, ið skal veita íblástur,
vera
ígongdsetari
og
tryggja støðið og menning
á stovninum. Við framtíðini
í huga, heldur leiðslan tað
vera ein týðandi fyrimun at
nýta listfrøðingar úr yms
um listaligum umhvørv
um á savninum í skiftandi
tíðarskeiðum til tess at
skapa menning og fjøl
broytni í virkseminum hjá
savninum.
Konserveringsætlan
Annars greiddi stýrið frá,
at hetta fyrsta árið í stór
an mun nýtt til at fáa skil
á framsýningarnar, savns
verkini, bygningin (inniluft
og trygdarviðurskifti) og
fyrisitingina.
Stórur partur av savns
verkunum eru í sera vána
ligum standi, og tí er ein
konserveringsætlan gjørd.
Hetta árið eru 25 høv
uðsverk hjá Mikinesi kon
serverað á Fælleskonser
veringini í Århus, so tey
verða varðveitt fyri eftir
tíðina. Mikinesverkini hava
verið í so vánaligum standi,
at ikki hevur verið ráðiligt at
lænt tey út, fyrr enn tey eru
konserverað.
Í sambandi við framsýn
ingar, var uppgávan at fáa
yvirlit yvir avtalur og at
fremja tilrættislagdar verk
ætlanir, eitt nú Munch-fram
sýningina.
Munch-framsýningin var
ein stór og møtimikil upp
gáva, og freistin at lúka
krøvini, ið Munch-savnið
setti, var ógvuliga stutt og
somuleiðis at søkja um stuð
ul til verkætlanina, áðrenn
framsýningin kundi gerast
veruleiki.
Grunnur til
keyp av list
Í løtuni verður eisini arbeitt
við at seta á stovn ein serstak
an grunn undir Listasavn
inum til keyp av list. Fyri
at fíggja henda grunn, er
ætlanin at fáa til vega pening
á hvørjum ári frá tí almenna.
Áðrenn Listasavnið gjørdist
sjálvsognarstovnur í 1989,
var tað ein almennur stovnur
undir Landsstýrinum, sum
fekk eina árliga játtan á fíggj
arlógini til at keypa føroyska
list fyri. Hetta hevur verið
bæði táverandi og núverandi
Listasavninum til stórt gagn
og føroysku listasøguni til
frama. Stýrið metir, at ein
slíkur grunnur er alneyð
ugur, skal tjóðarsavn føroy
inga framhaldandi vera við
í kappingini um at keypa
føroyska nútíðarlist og
megna at hava eina nágreini
liga og fullgjørda heildar
mynd av føroysku listasøg
uni.
Útbygging
Tá ið Listasavnið varð út
bygt í 1993, var nýtt fram
sýningarhøli gjørt. Tó vísti
tað seg skjótt, at neyðugt
varð eisini at brúka tey
nýggju hølini til skiftandi
framsýningar. Leiðslan á
savninum vísir á, at tað er
sera ringt fyri listaverk at
verða handfarin ofta, og
serliga eru tað verkini eftir
Mikines, sum eru viðbrek
in.
Framsýningarhølið,
sum er ætlað til skiftandi
framsýningar, er ikki nøkt
andi, og er alt ov lítið og illa
hóskandi til tær margfaldu
framsýningar, ið tørvur er
á í einum nýmótans savni,
eitt nú video-rúm til installa
tiónir, grafikk o.a..
Fyri at betra og økja um
framsýningar- og goymslu
hølini, er kanningararbeiði
farið í gongd, hvørjir útbygg
ingarmøguleikar eru, og
hvussu ein møgulig útbygg
ing kann fremjast.
Listasavn Føroya:
Søkja eftir listfrøðiligum fólki sum skjótast
Á tíðindafundi í morgun boðaði leiðslan og stýrið fyri Listasavn Føroya frá, at Helgi Fossadal heldur fram sum leiðari á savninum. Ì næstum verður søkt eftir ”listfrøðiligum fólki” at taka sær av
listfrøðiligu uppgávunum