mánadagur 20. mars 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 56 - 20. mars 2006
17
Í vikuskiftinum
høvdu útvið 17
milliónir bretsk
húsarhald møguleika
at uppliva Eivør
Pálsdóttir í bretskum
sjónvarpi og fyrr
í vikuni upplivdu
danir songkvinnuna í
TVSyd
Tónleikur
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Alt fleiri fólk leggja í hesum
døgum merki til tað, ið før
oyingar hava vita síðan 1999,
Eivør hevur eina fantastiska
songrødd. Í síðstu viku
var eitt langt innslag við
Eivør Pálsdóttir í donskum
sjónvarpi og í vikuskiftinum
høvdu milliónir av bretum
møguleikan at uppliva før
oyska songfuglin, tá BBC 4
tríggjar ferðir vísti sending
av festivalinum Celtic Con
nection.
17 milliónir húsarhald
Í BBC sendingini vórðu
ymiskt tónlistafólk sýnd
fram, eitt av hesum listafólk
um var okkara egna Eivør
Pálsdóttir. M.a. var høvi at
uppliva tvey løg við song
kvinnuni
Trøllabundin
og Må Solen alltid skina.
Upptøkurnar eru av kon
sertini hjá Songkvinnuni í
januar á festivalinum The
Celtic Connection á The Old
Fruit Market í Glasgow.
BBC 4 er ein talgild sendi
støð, ið allir bretar, ið hava ein
talgildan móttakara síggja.
Sambært digitalspy.co.uk
hava umleið 17 milliónir
húsarhald í Bretlandi ein
tílíkan talgildan móttakara.
Í umrøðuni av sendingini,
m.a.á heimasíðuni hjá
BBC4, verður Eivør róst
við stórum orðum. Eitt nú
verður hennara rødd skýrd
at vera skelkandi góð.
Á heimasíðuni ber eisni til
at at síggja brot úr sendingini,
m.a. bæði løgini hjá Eivør.
Slóðin er:
www.bbc.co.uk/bbcfour/music/
celticconnections/prog2/eivor.
shtml
Átti ein triðing av
tíðindasendingini
Planet.fo var ikki einasti
miðilin, sum var í Tønderhal
1, tá Eivør Pállsdóttir sang
seg inn í hjørtuni á øllum
danska fólkatónleikalívinum
og vann tvær heiðurslønir á
DMA-Folk. Eisini danska
sjónvarpsrásin TV-Syd, ið er
ein av landspartastøðunum
hjá TV2, fylgdi Eivør
hendan dagin.
Úrslitið av degnum saman
við Eivør gjørdist einki
minni enn eitt 9 minuttir lang
innslag í tíðindasendingini,
ið var send í øllum Suður
Jútlandi týskvøldið. Hetta
er ein triðingur av saml
aðu
tíðindasendingini.
Prátað verður við Eivør,
umboðskonuna og mammu
hennara umframt, at fyriskip
arin av Tønder Festivalinum
Carsten Panduro rósar
Eivør og kallar hana eina
heimsstjørnu í svøb. Sjón
varpsliðið er við Eivør í
venjingarhølinum og eisini
verða nógv brot úr konsertini
víst.
Hetta er sera gott PR fyri
føroysku songkvinnuna, ið
ber seg væl í sendingini.
Innslagið liggur tøkt á alnet
Í hesum døgum verður nýtt
sjónbandalag hjá The Rasmus
sent út til sjónvarpsstøðirnar.
Rokkbólkurin, sum hevur
verið nógv spældur á MTV,
skal spæla á Summar Festi
valinum í august.
Nýggja stakfløgan hjá
The Rasmus kallast Shot,
og hon er tikin av seinastu
útgávuni hjá bólkinum.
Stakfløgan verður givin út í
fleiri londum kring heimin í
mars og apríl.
Sjónbandalagið, sum nú
verður sent á MTV og øðrum
sjónvarpsrásum, var tikið upp
í síðsta mánað. Upptøkurnar
vóru gjørdar á Kanarisku
oynni Fuerteventura.
– Vit hava valt hendan sang
in sum næstu stakfløguna
hjá okkum, tí okkum dámar
orkuna í sanginum, og tí
vit hava fingið so nógvar
jaligar reaktiónir um sangin,
sigur bólkurin á heimasíðu
sínari.
Seinasta útspælið hjá
The Rasmus og hinir kendu
sangirnir
hjá
teimum
verða at hoyra á Summar
Festivalinum í august, har
The Rasmus verða eitt av
høvuðsnøvnunum.
-Lív
Heimurin
hevur fingið
eyga á Eivør
The Rasmus við
nýggjari stakfløgu
Eivør trøllabindur í hesum
døgum fólk í ymiskum londum