mánadagur 20. mars 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 56 - 20. mars 2006
Hvítarussiski
forsetin, Aleksander
Lukasjenko, fekk
góð 82 prosent
av atkvøðunum,
men andstøðan
viðurkennir ikki
úrslitið.
Hvítarussland
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Umleið 10.000 fólk mót-
mæltu
í
hvítarussiska
høvuðsstaðnum
Minsk
í gjárkvøldið, eftir at
valnevndin hevði kunngjørt,
at Aleksander Lukasjenko
var afturvaldur við 82,6
prosentum av atkvøðunum.
Tey trý andstøðuvalevnini
fingu sambært nevndini
ávikavist 6,0, 3,5 og 2,6
prosent.
Andstøðan leggur mynd-
ugleikarnar undir valsvik, og
í gjár varð roknað við, at teir
útlendsku valeygleiðararnir
fóru at koma við líknandi
atfinningum. Andstøðan
kærdi
seg
eisini
um
viðurskiftini undir sjálvum
valstríðnum. Millum annað
tók løgreglan fleiri hundrað
stuðlar hjá andstøðuni, og
eygleiðarar rokna við, at
fleiri verða tikin afturat,
so skjótt teir útlendsku
eygleiðararnir eru farnir til
hús.
Aleksander Lukasjenko
hevur verið forseti í
Hvítarusslandi
síðani
1994. Seinni er grundlógin
broytt, so nú er einki
mark fyri, hvussu ofta ein
forseti kann veljast aftur. Á
tjóðartingsvalinum í 2004
fekk andstøðan ikki eitt
einasta umboð á ting, men
bæði ES og OSCE lýstu valið
ódemokratiskt. Harafturat
hava ES og USA skuldsett
Hvítarussland fyri at bróta
mannarættindini.
Í USA og Evropa
gingu fólk
mótmælisgongu á
trý ára degnum fyri
innrásina í Irak.
Irak-kríggið
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
“Bush legg frá tær!” og
“Hermenninir skulu úr
Irak nú!” stóð millum
annað at lesa á skeltum,
sum mótmælisfólk gingu
við í gøtunum í teimum
flestu stóru amerikonsku
býunum so sum New York,
Washington, San Fransisco
og
Los Angeles
um
vikuskiftið í sambandi við
trý ára dagin fyri innrásina.
Men fyrireikararnir fingu
ikki ta undirtøku, teir høvdu
roknað við, og undirtøkan
var lítil, tá hugsað verður
um, hvussu stórur partur
av amerikanska fólkinum
er ímóti politikkinum hjá
George W. Bush, forseta og
krígnum í Irak. Í Washington
vóru
mótmælisfólkini
neyvan meiri enn 1.000 í
tali, og í Hollywood vóru tey
ikki meiri enn 1.200, sjálvt
um fleiri kendir filmleikarar
vóru uppií. Tann frægasta
undirtøkan var á Times
Square í New York.
Harafturímóti vóru mót-
mælisfólkini
munandi
fleiri á Trafalgar Square
í London, har bretar
mótmæltu krígnum, og í
Rom vóru fleiri tíggjutúsund
við í mótmælunum. Í
Athen, Berlin, Istanbul,
Keypmannahavn og Tokyo
vóru eisini mótmælis-
gongur.
Borgarakríggj
Sunnudagin legði fyrr-
verandi irakski forsætis-
ráðharrin Iyad Allawi legði
brenni á bálið, tá hann segði,
at støðan í Irak er so spent
nú, at í veruleikanum er
talan um borgarakríggj.
– Tá millum 50 og 60
fólk doyggja í meðal um
dagin, kunnu vit ikki kalla
tað annað enn borgarakríggj,
segði Allawi. Hann segði seg
bera ótta fyri, at Irak fer í
upploysn, og at tær víðgongdu
átrúnaðarrørslurnar fara at
fáa størri ávirkan í øllum
Miðeystri.
Amerikanskir og bretskir
talsmenn royndu alt fyri
eitt at avsanna tey døpru
orðini hjá Allawi. Bretski
verjumálaráðharrin, John
Reid, sum var í Irak í gjár,
segði, at irakski herurin og
hansara sameindu fara at
basa teimum, sum royna at
elva til borgarakríggj.
Summir eygleiðarar halda,
at orðini hjá fyrrverandi
irakska forsætisráðharranum
hava samband við ta politisku
støðuna í Irak, har tað vísir
seg at vera sera trupult at
skipa stjórn.
UTTAN ÚR HEIMI
At
tað
kann
vera
vandamikið at taka við
aðrari trúgv er søgan
um tann 41 ára gamla
afghanan Abdul Rahman
eitt dømi um.
Sum ungur drongur var
hann muslimur, men tá
hann sum 16 ára gamal
fór at arbeiða hjá einum
hjálparfelagsskapi
í
grannalandinum Pakistan,
gjørdi hann av at taka við
kristnari trúgv.
Hendan
avgerðin
fall ikki í góða jørð
hjá skyldfólkinum hjá
Abdul Rahman, og fyri
trimum mánaðum síðani
meldaðu tey hann til
løgregluna. Hann bleiv
tikin beinanvegin, og
í morgin byrjar sjálvt
rættarmálið ímóti honum.
Sambært ákæruritinum
er hann ákærdur fyri
at hava vent islamsku
trúnni bakið, og tað kann
hann fáa deyðadóm fyri,
skrivar tíðindastovan AP
úr Kabul.
Norska
deildin
hjá
umhvørvisverndarfelags-
skapinum Green-peace
er í øðini um, at tveir
russiskir trolarar, sum eru
undir illgruna fyri ólógliga
veiði í Barentshavinum,
sluppu
at
leggja
at
bryggju í Kirkenes í gjár.
Talan er um trolararnar
“Tobago” og “Mount
Kent”, sum báðir standa
í svørtubók hjá norska
fiskiveiðieftirlitinum.
Trude Gulowsen hjá
Greenpeace sigur við
Aftenposten, at útlendskir
veiðitjóivar eiga ikki at
sleppa í norska havn, og
hesum tekur Reidar Nilsen
í norska reiðarafelagnum
undir við. Hann sigur við
blaðið, at skip, sum ikki
hava veiðiloyvi, eiga ikki
at fáa nakra tænastu í
norskum havnum.
Helga Pedersen, fiski-
málaráðharri, sigur við
NTB, at stjórnin leggur
stóran dent á at steðga tí
ólógliga fiskiskapinum í
Barentshavinum, men at
stjórnin kann ikki nokta
útlendskum skipum at
koma í havn í Noregi. Tað
hevur stjórnin heilt einfalt
ikki heimild til, sigur hon.
Veiðitjóvar ikki í havn
Í gjár eydnaðist tað
loksins stjórnini í Nepal at
semjast við teir maoistisku
uppreistrarmenninar um
vápnahvíld.
Tað merkir kortini
ikki, at tað verður friður
á tí politiska pallinum.
Tvørturímóti hava sjey
flokkar boðað frá, at teir fara
at halda fram við stríðnum
ímóti Gyanendra, kongi
fyri at fáa demokratisk
viðurskifti í landinum.
Gyanendra, kongur, hevur
havt alt valdið í Nepal
síðani 1. februar í fjør, tá
hann koyrdi bæði stjórnina
og tjóðartingið til hús, tí
tey maktaðu ikki at fáa
enda á bardøgunum við
uppreistrarmenninar.
Stríðið ímillum nepalsku
myndugleikarnar
og
uppreistrarmenninar hevur
kostað meiri enn 13.000
mannalív.
Semja í Nepal
Bretski trúnarvingurin,
Charles prinsur, er í
trongum skóm í hesum
døgum, nú blaðið Mail
on Sunday hevur boðað
frá, at tað hevur avrit
av einari dagbók, sum
Charles skrivaði, tá hann
var í Hongkong og vitjaði
í 1997.
Mail on Sunday prentaði
brot úr dagbókini longu
í november í fjør, og
har kom millum annað
fram,
at
prinsurin
hevði umrøtt týðandi
kinesiskar diplomatar sum
“andstyggiligar gamlar
voksmyndir”.
Tað eydnaðist prinsinum
at fáa rættin at banna Mail
on Sunday at prenta fleiri
upplýsingar úr dagbókini.
Men blaðið sigur seg eisini
hava annað, sum Charles
hevur skrivað í dagbók,
og skal rætturin banna
blaðnum at prenta tað, má
Charles møta í rættinum
sum vitni.
Men tað hevur Charles
neyvan hug til. Sjálvur
hevur hann sagt, at
innihaldið í dagbókini
var ætlað vinum og
næstringum, men eitt av
hansara
starvsfólkum
helt, at almenningurin átti
at síggja innihaldið og
gav Mail on Sunday avrit
av tí.
Charles óttast avdúkingar
Lívshættislig umvending
Lukasjenko heldur fram
Aleksander Lukasjenko.
Mótmæltu
krígnum í Irak
Í USA fingu mótmælistiltøkini ímóti Irak-krígnum lítla
undirtøku. Frægast var á Times Square í New York, haðani
hendan myndin er.