Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-20, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. mars 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Neistin stendur seg við javnleiki Stjørnan skal vinna heimadystin móti Neistanum, um tær skulu hava nakran møguleika at rópa seg meistarar Kappingarreglur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað staðfestir formaðurin í kappingarnevndini hjá Hondbóltssambandinum, Julian Olsen. Hann vísir á, at altjóða reglurnar fyri slíkum upp­gerðum eru rættiliga greið­ar. – Best av trimum merk­ ir, at tú fyrst spælir tveir dystir, ahr stig verða givin eftir vanligu stiga­ skipanini. Stendur tað á jøvnum í stigum eftir hesar báðar fyrstu dyst­ irnar, verður ein triði dyst­ur spældur, sum skal av­gerast. – Við øðrum orðum, so er tað nóg mikið hjá Neistanum at við javnleiki, tá tær leygardagin spæla í Klaksvík. Um tað hendir, so hevur Neistin trý stig og Stjørnan eitt, og tað er nóg mikið, slær Julian Olsen fast. – Og verður talan um ein triða dyst, so skal hes­ in avgerast. Tá er talan í veruleikanum um nýggja finalu, og tí er líkamikið, hvussu stórur málmunurin hevur verið í teimum báð­um undanfarnu dyst­ unum. Stendur á jøvnum í triða dystinum, verður farið til umdyst, og er tal­an tá framvegis um javn­leik, verður farið til brotskøst. Bara tveir bronsudystir Reglurnar um best av trim­ um eru tó ikki galdandi í bronsudystinum millum VB og Kyndil. Her er reglan meinlík henni, sum verður nýtt, tá hálvfinalur í lands- og steypakapping standa á skránni. Í fyrsta umfari verður tá hugt at vunnum stigum. Stendur á jøvnum her, verður hugt at samlaða málmuninum, og er framvegis javnt, vinn­ur tað liðið, sum hev­ur flest skotin mál á úti­vølli. Seinnapartin fríggja­ dagin kom sterki føroyski telvarin Helgi Dam Ziska aftur til heimlandið eftir drúgva og spennandi Íslandsferð Talv Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Reykjavík: Í farnu viku var Helgi fyrst við í talv­ kappingini Reykjavik Open, og har stóð hann seg sera væl. Hetta var kortini ikki nóg mikið hjá Helga, sum vildi líkasum fáa alt við: Ein snar­ kapping var somuleiðis á skránni. Eftir stóru kappingini var boðið til snarkapping í talvi, og hesa vildi Helgi eisini fáa við, tá hann nú kortini var í økinum. Í hesi kappingini endaði Helgi millum 64 teir bestu telvararnar, av teimum íalt 200 luttakarunum í kapp­ ingini. Skipað varð soleiðis fyri, at teir 32 sum stóðu seg best kappingini komu víðari í finaluumfarið. Men so langt kom Helgi kortini ikki, tí hann mátti lúta fyri ísraelska stórmeistaranum Sergey Erenburg sum hevur eitt styrkital uppá 2573. Tað var kortini ein sera væl nøgdur Helgi sum lendi í Vágum seinnapartin fríggjadagni – Eg eri sera væl nøgdur við úrslitið í Reykjavík, segði hann við Sosialin. Í sama viðfangi fekk hann handaða eitt stórt blómu­ tyssi við tveimum stórum greinum, sum vóru prýddar til dagin og høvið – onnur hvít og hin svørt. Spurningurin er nú, nær hann skal royna seg næstu ferð. Ein FM-kapping verður í øllum førum á páskum. Um ikki annað kemur á skránna áðrenn tað, verður hetta næsta kappingin hjá honum. Tá farið verður undir truplar uppgávur, er ofta vanligt, at ein vegleiðing – manualur – verður nýttur. Og eina slíka vegleiðing hevur Neistin eisini nýtt, tá tær hava dystast við Stjørnuna. Og hjá teimum bláu eitur manualurin Manu­ ela. Í steypafinaluni var hon skansin, sum støðugt kundi verja bláa málið, og við seks av seks møguligum brots­kastbjargingum var hon eisini lyklaspælarin, tá Neistin vikuna eftir vann tepran sigur í Klaksvík. Og sunnudagin var tað enn einaferð hon, sum var í lyklaleikluti. Serstakliga fyri steðgin hevði hon eitt hav av bjargingum. Og tó at Stjørnan eftir steðgin gjørdist als naskari, so hevði hon aftur fleiri og týðandi bjargingar, tá harðast leikaði á. Ikki minst, tá hon 30 sekund fyri leiklok bjargaði skotinum frá mest sum leysu Louisu Andreasen. Ein bjarging, sum upp á sera hóskandi hátt undirstrikaði, at Neistin í henni hevur helst mest týðandi spælaran í føroyskum kvinnuhondbólti yvirhøvur. Heitið sum ársins málverji í ár man vera mest sum sjálvskrivað longu nú. Og tað skal ikki koma óvart á nakran, verður hon eisini kosin sum ársins leikari. -mørk Nr. 56 • mánadagur • 20. mars 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo Manualurin hjá Neistanum Mynd: Álvur Helgi millum 64 teir bestu í snartalvi Helgi og pápin Andrias Ziska júst afturkomnir úr Íslandi, við blómutyssi frá Sosialinum Mynd: Jens Kr. Vang