Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-20, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. mars 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 56 - 20. mars 2006 Alt tosið um favoritt-leiklutin hjá Stjørnuni tagnaði sunnudagin. Triðu ferðina á rað vóru Neista-kvinnurnar við yvirlutan, og nú eru tær bara ein javnleik frá fyrsta FM-heitinum í níggju ár Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Einki er at ivast í, at riðilin av Neista-fjepparum, sum fara til Klaksvíkar komandi leygardag, verður metstórur. Hóast kvinnur felagsins søgu­liga altíð hava verið við frammi í stuttliga endanum av stigatalvuni, so eru tað nærum tíggju ár síðani, at seinasta gullmerkið kom til høldar. Og tað eru júst tey hagtølini, sum liðið nú hevur sett sær fyri at broyta. Trýstið á gestunum Tað varð tosað um undan finaludystinum, at størsti trupulleikin hjá Neistanum væl kundi verða spælararnir sjálvar. Hetta skilt soleiðis, at vóru tær ikki mentalt klár­ar at spæla finaluna, so kundi Stjørnan skjótt strúka avstað. Ein ótti, sum kanska serliga varð grundaður á av­rikið í seinnu hálvfinaluni móti Kyndli. Ta ferðina skuldi eitt krampa-rakt Neista-lið nýta eitt korter, áðrenn tær komu á máltalvuna, men júst munurin millum eina finalu og eina hálvfinalu var kanska tað, sum kom til sjóndar sunnudagin. Tí í mun til seninu hálvfinaluna, so hevði Neistin mest sum einki at missa hesaferð. Fóru tær bara út at gera sítt besta, so var avrikið at kalla góðkent, og undir slíkum umstøðum er sálarliga trýst­ ið á spælararnar á ongan hátt eins stórt. Í so máta mundi trýstið á Stjørnuna vera størri. Hóast liðið ikki hevur verið so heilt sannførandi í seinnu hálvu av kappingini, so man hópurin á pappírinum vera tann sterkasti í landinum. Og eftir tryggu sigrarnar á VB í hálvfinalunum mundu tey flestu halda, at Stjørnan enn hevur sterkasta kvinnuliðið í landinum. Og so høvdu tær eisini tapið frá steypafinaluni at hevna. Ein finala, sum meira ella minni var startskotið til niðurtúrin, sum liðið hevði allan februar mánað. Manuelu-kompleks Júst psykologiski parturin av spælinum tóktist eisini at fylla rættiliga nógv fyrsta stóra partin av dystinum. Stjørnan var annars liðið, sum byrjaði betur, men tá Neistin fyrst fekk fatur um endan, stóð púrasta fast hjá gestunum. Eftir tey bæði fyrstu málini fekk Stjørn­an bara eitt mál í 20 minuttir! Ikki minst, tí reyðu spælararnir væl og virðiliga tóktust hava fingið eitt kompleks mótvegis Manuelu Stan Jensen. Hesa ferð bjargaði hon kanska ikki heilt so nógv, sum hon hevur gjørt, men tað var ikki neyðugt. Í royndunum at skjóta høgt, hendi tað ferð eftir ferð, at skotini vórðu send langt uppum. Kanska best ímyndað við brotskastsroyndini hjá Alinu, sum eisini tók høga vegin. Og so fekk Neistin frið at koyra sítt spæl. Var møguleiki fyri kvikum kontraspæli, so varð hetta gjørt, og um ikki, so høvdu tær í flestu førum somikið av friði, at óneyðugar skotroyndir ikki vórðu sendar móti málin­ um. Seinastu løtuna undan steðginum kom tó spakuliga vend í. Fyrst og fremst, tí Stjørnan nú fekk fatur á verjupartinum. Serliga sjón­ ligur var stríðsviljin hjá Báru Skalle Klakstein, sum við kontantum verjuspæli tóktist toga liðið rætta vegin. Og so koppaði gongdin. Ananrs trygga verjuspælið hjá Neistanum var ikki so trygt longur. Stjørnan revs­ aði ferð eftir ferð, tá mistøk vórðu gjørd, og undan steðg­ inum var munurin minkaður aftur í tvey mál. Skeiva beinið út Hevði Stjørnan megnað at hildið fast um gongdina, tá farið varð inn til seinna hálvleik, kundi útfallið av dystinum verið eitt annað. Men mundi og kundi broytir ikki tað stóra, og ístaðin var tað aftur Neistin, sum rykti. Hetta korterið sýndi Manuela ennn einaferð, hvussu hon megnar at toga seg upp, tá mest stendur á, og var tað ikki fyri tvey brotskøst frá Katarinu, so hevði Stjørnan als ikki fingið nakað fyrsta korterið. Tá gestirnir so loksins fingu fatur á spælinum aft­ ur, gjørdist talan tí um kapp­ renning móti tíðini. Eina kapprenning, sum Stjørnan akkurát ikki megnaði at vinna. Kanska eisini, tí venj­ arin heldur býttisliga gav liðnum hjá sær eina púrasta óneyðuga útvísing fimm minuttir fyri leiklok. Hóast Stjørnan í løtum royndi at mansverja altíð týðandi Nicoletu, so var hetta nakað, sum Neistin hevði fyrireikað seg til, soleiðis at aðrar av spælarunum við gjøgnumbrotum kundu gera sær dælt av góða rúminum, sum nú stóðst í verjuni. Tað var tó um reppið, at Stjørnan kortini vann seg aftur. Ein total heilabløðing frá Unn Kragesteen gav Katarinnu Stepanov møgu­ leika at minka niður í 19- 18, og tá Neistin so aftur misti, fekk Stjørnan enn ein møguleika. Her varð Louisa Andreasen skjótt leys á veinginum, men sum ikki einaferð, so fekk Neista-málverjin fótin á skot­ royndina, og so var sigurin heima. Opin returur Fagnaðurin á Neistaspælar­ unum var ovurstórur, tá sein­ asta bríkslið hevði ljóðað. Hóast meistaraheitið ikki enn er heima, so hava tær vissað sær eitt gott útgangsstøði undan seinna dystinum. Stóri spurningurin her verður helst, hvussu liðini velja at tackla broyttu for­ treytirnar, sum nú eru gald­ andi. Við trimum sigrum á rað móti Stjørnuni kann Neistin neyvan áhaldandi sníkja seg undan favoritt-leiklutinum á sama hátt, sum tær higarti hava gjørt, og tað kann verða ein byrða, sum liðið skal læra at bera. Hinvegin hevur Stjørnan nú munandi meira at missa. Tær vita, at verður tann dyst­­urin ikki vunnin, so er spælið búið. Tá kann árið hjá tí á pappírinum sterk­ asta liðnum enda við tveim­ um silvurmerkjum, og tí er væl hugsandi, at alt verður fastlæst, fær ikki liðið ikki eina góða byrjan upp á dyst­ in. Sanniliga eru faktorarnir nógvir og kanska eisini av­ger­andi undan næstu final­uni. Hvør teirra fer at toga hvønn vegin, fæst ikki vita fyrr enn í sjálvum dystinum. Har er Neistin kanska enn favorittur, men spurningurin um FM-gullið stendur tó framvegis púrasta víðopin. Og tað er so slettis yvir høvur ikki óhugsandi, at talan eisini verður um eina triðu FM-finalu, har liðini fyri fullsettari høll skulu gera av, hvør fær loyvi at rópa seg føroyameistara í kvinnuhondbólti 2006. – Hatta taka vit aftur í Klaks­ vík. Tað beri eg ongan ótta fyri. Soleiðis fullu fyrstu orðini frá Báru Skaale Klakstein, tá vit eftir fyrsta finaludystin móti Neistanum fingu orð­ið á altíð væl stríðandi vongspælaran hjá Stjørn­ uni. Í dystinum sunnudagin var hon ein av spælarunum, sum gekk á odda, tá lið­av­ rikið hjá Stjørnuni skuldi togast uppeftir, og hon var eisini skjót at viðganga, at liðið ikki riggaði nóg væl – Stóran part av fyrra hálv­leiki riggar verjan hjá okkum als ikki. Vit koma tó nakað aftur undan steðginum, men heilt upp á slætt koma vit ongantíð. Og so verður tað sera strævið, tá tú alla tíðina rennur aftan­á. Og so sá enn einaferð út til, at tit hava trupulleikar, tá Manuela Stan stend­ur í málinum hjá mót­støðu­ liðnum? – Tað veit eg ikki. Hyggur tú at henni, áðrenn tú skjýtur, so fært tú bóltarnar framvið. Men so skjótt, sum vit gloyma hetta, so geva vit henni loyvi at verða góð, heldur Bára. Og so slær hon at enda fast, at spælir Stjørnan upp til sítt besta, so ivast hon ikki í, at tað verður neyð­ugt við einum triða finaludysti. – Fáa vit verjuna at koyra frá fyrsta bríksli, og skora vit upp á kjansirnar. So ivist eg ikki eina løtu í, at vit vinna dystin. -mørk Fagnaðurin hjá Neista- fjepparunum var sjálvandi stórur, tá tær fyri triðju ferð á rað høvdu bast Stjørn­ uni. Sjálvandi var frøin eisini stór millum spælararnar, men tá vit eftir dystin fingu orðið á Katrina á Neystabø, tóktist hon tó framvegis hava bæði beinini væl og virðiliga á jørðini. – Sjálvandi var tað dei­ ligt at vinna, men vit eru kanska ikki nóg kaldar, tá mest stendur á. Í øllum førum vóru vit ikki nóg skjótar at umstilla okkum, tá tær broyttu verjuspælið og komu út eftir okkum. Tá høvdu vit í fleiri løtum nakrar steindeyðar periodur, og tað mugu vit betra undan næsta dystinum, helt hon. Og hon ivaðist ikki, tá vit síðani spurdi, hvørt hon roknaði við, at dysturin í Klaksvík verður tann sein­ asti á árinum. – Sjálvandi fara vit eftir sigrinum. Vit trúgva fult og fast uppá, at vit eisini eru førar fyri at loysa ta uppgávuna, soleiðis at vit hava steypið við, tá vit fara aftur til Havnar, heldur altso Katrin á Neystabø. -mørk – Vit eru ikki nóg skjótar at umstilla okkum, tá tær broyta verjuskipan, heldur Katrin á Neystabø, sum tó sjálvandi fegnast um sigurin á Stjørnuni Mynd: Álvur Neistin-Stjørnan 19-18 (9-7) Málskjúttar Neistin: Nicoleta Radu Hansen 8(3), Unn Kragesteen 4, Katrin á Neystabø 3, Annika Thomsen 3, Gunnvá Brockie 1 Stjørnan: Katarina Stepanov 6(2), Alina Olaru 5(2), Joan Midjord Djordjevic 4, Bára Skaale Klakstein 2, Una Olsen 1 Brotskøst: Neistin 3, Stjørnan 5 Útvísingar: Neistin 1, Stjørnan 4 Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen. Tóktust ikki heilt so hvassir, sum teir oftani eru, men vanligi róligi stílurin leiddi tó dystin væl og virðiliga. FAKTA Eingin vanlukka Hóast tapið, so tóktist lagið í Stjørnu-hópinum als ikki vera farið niður í kjallaran Mynd: Álvur Haraldsen Ikki nóg kaldar Neistin-Stjørnan 19-18 (9-7): Neistin tók fyrsta settið